Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. februar 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. februar 2015 · Nr. 17 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STRONGD Hvørt ár doyggja 14 føroyingar av strongd Áki Bertholdsen – Tølini eru ørandi! Tað staðfestir Selma Ellings­gaard, forkvinna í Starvs­mannafelagnum. Starvsmannafelagið hev­ ur av álvara sett kikaran á strongd og í nú eitt kvøldið skip­aði felagið fyri pall­ borðs­fundi í Miðla­húsinum um strongd á føroyskum arbeiðs­plássum. Selma Ellingsgaard vísir á, at í Føroyum eru ongar kann­ ingar gjørdar um strongd. Men verður støðan í Danmark førd yvir á føroysk viðurskiftini, doyggja upp ímóti 14 føroyingum um árið av sjúkum, sum strongd elvir til. Samstundis kostar strongd føroyska sam­felag­num einar 140 milliónir krón­ur um árið, her er talan um sjúkra­dagar, sjúkralega og deyðs­føll. – Sostatt er strongd ein sera álvarsligur trupulleiki, sigur Selma Ellingsgaard. Hinvegin vísa kanningar í Føroyum, at annaðhvørt fólk hevur havt illgruna um strongd seinastu trý ár­ ini. Sam­stundis hava eini 20 pro­sent verið hjá lækna strongd og eini 10 prosent av fólk­inum hava verið sjúkra­ meldað av strongd. Samstundis vísa met­ing­ ar, at einir 1000 føroy­ingar, ella fýra prosent av ar­beiðs­ styrkini, eru sjúkra­meld­aðir fyri strongd. Tað er eitt ørandi tal, held­ ur Selma Ellingsgaard. Hon sigur, at tveir trið­ ingar av teimum, sum eru við kanningini, siga, at høvuðs­ orsøkin til strongd­ina er at finna á arbeiðsplássunum og í arbeiðsbyrðuni, tey hava. Eisini vísa metingar hjá alheims heilsustovninum, WHO, at í 2020 verður strongd størsta fólkasjúka heim­inum. Tí er neyðugt at seta strongd í størri álvara og at seta tiltøk í verk, sum fyri­byrgja strongd, heldur for­kvinnan í Starvs­manna­ felagnum. Fáa ikki meiri fyri minni Selma Ellingsgaard heldur, at støðugu fráboðanir­nar frá politiska myndug­leik­anum um sparingar, saman­legg­ ingar og uppsagnir, gera sítt til at elva til strongd. – Trygg arbeiðsviðurskifti hava ómetaliga stóran týdn­ ing, staðfestir hon. Samstundis ávarar hon Strongd er ógvuliga dýrt fyri føroyska samfelagið, bæði í mannalívum og í pengum Úrslitið kann skjótt verða, at vit fáa minni fyri minni Selma Ellingsgaard