Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. februar 2015síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 11. februar 2015 · Nr. 17 Sosialurin STRONGD Strongd hjá føroyingum órógvar Johan Dahl Støðan er skelkandi, men fólk mugu eisini sjálvi taka ábyrgd fyri sínum egna lívi, heldur landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum Áki Bertholdsen – Støðan er skelkandi! Tað sigur Johan Dahl, lands­stýrismaður í arbeiðs­ marknaðar­málum. Starvsmannafelagið hev­ur av álvara sett kikaran á strongd á føroysk­um ar­ beiðs­pláss­um og nú eitt kvøld­ið varð pall­borðs­ fundur í Miðla­hús­inum um strongd og ar­beiði. Johan Dahl ásannar, at strongd er ein trupulleiki, vit ikki hava givið okkum far um, hvørki politikarar, arbeiðs­pláss, ella fólk sjálvi. Men hann vísir á, at met­ingar vísa, at tað eru støðugt eini 1000 - 1100 fólk, sum eru sjúkrameldað við strongd. Og tað skelkar Johan Dahl, bæði tí, at avleiðingin er, at tað fer nógv arbeiðs­ orka fyri skeyti, samstundis sum mett verður, at tað kost­ar samfelagnum einar 140 milliónir krónir um árið. Harafturat siga met­ing­ ar eisini, at strongd kostar eini 14 føroyingum lívið um árið. Loysn ímillum tríggjar partar Landsstýrismaðurin í ar­ beiðs­marknaðarmálum held­ur, at tað er neyðugt, at allir partar ganga saman um at út­greina, hví støðan er so álvars­lig. Her hugsar hann bæði um politiska myndug­leik­ an, virkisleiðslur og starvs­ fólk. Landsstýrismaðurin sakn­ar eis­ini, at polit­iski myndug­leikin, virkis­leiðsl­ ur og fak­feløg, taka málið upp í felag, og í tí sam­ band­inum skal málið vera at arbeiða fram ímóti eini null-hugsjón fyri strongd, antin tað so er í arbeiðs­lív­ inum ella í privat­lív­inum. Johan Dahl sigur, at annars er ætlanin at orða ein yvirskipaðan arbeiðs­ marknaðar­politikk, og at hesi viður­skifti verða ein partur av tí. – Vit eiga at gera hetta til eitt trýpartamál ímillum politiska myndugleikan, virkis­leiðslur­nar og fak­ feløg­ini. – Men tað slepst kortini ikki undan at ein stórur partur av uppgávuni at skapa eitt gott arbeiðs­um­ hvørvi, liggur á sjálvum ar­ beiðs­plássunum, bæði hjá leiðslu og hjá starvsfólki, leggur hann afturat. – Uppgávan hjá politiska myndug­leikanum er at ráð­ geva virkjum um arbeiðs­ um­hvørvi, sigur hann. Í hesum sambandi ar­ beiða Arbeiðseftirlitið og Vinnu­málaráðið fyri at seta ein sálar­frøðing í starv til hesa upp­gávuna. Men enn er fígging ikki fingin til endamálið. Hin­ vegin hevur Johan Dahl vónir um at kunna leggja lunn­ar undir tað í ár, so at tað í øllum førum kann fara at virka næsta ár. – Tá kunnu arbeiðspláss, og onnur, seta seg í sam­ bandi við sálarfrøðing at biðja um ráð um, hvussu eitt gott um­hvørvið kann skip­ast á ein­um arbeiðs­ plássi. Ikki so galið Hinvegin er Johan Dahl sann­førdur um, at tað er verri enn so bara viðurskifti á arbeiðs­plássum sum elva til strongd. Hann vísir á kanningina, Starvsmannafelagið hevur gjørt, og sum vísir, at tey flestu siga, at tað er bara onkun­tíð, at tey verða noydd at arbeiða skjótt og tað er bara summi, sum siga at tey ofta verður noydd at ar­beiða skjótt. Harafturat sigur ein trið­ingur, at tey ofta hava ávirk­an á innihaldið í arbeið­num, og sostatt ber til hjá teimum at vera við til at skapa eitt gott um­hvørvi. Samstundis siga 65 pro­sent, at tey fáa rós og viður­kenn­ ing frá leiðsl­unum. – Tað sigur mær so mikið sum tað, at støðan er ikki so heilt galin á almennu ar­ beiðs­plássunum. – Hinvegin hava vit eis­ ini ein privatan arbeiðs­ markn­að, sum eisini rationaliserar, og har arbeiðs­fólkini eisini mugu renna skjótt, helst skjót­ari enn hjá tí almenna, legg­ur hann afturat. Hinvegin heldur hann, at tað sjálvandi eisini hev­ur stóran týdning at arbeiðs­ tíðin er nøktandi. Í hesum sambandi vísir hann á, at nógvar kvinn­ur arbeiða niðursetta tíð. Men sam­stundis vísa altjóða met­ingar, at skulu vit kunna varð­veita vælferðar­ sam­felagið, er neyðugt at sum mest av fólki arbeiða fulla tíð. – Sosatt skulu kvinn­ur­ nar arbeiða fleiri tímar og tí er tað ein avbjóðing, at so nógv arbeiða niðursetta tíð, heldur Johan Dahl. Full ferð á Johan Dahl heldur har­ afturat, at kanningin hjá Starvs­mannafelagnum vísir, at tað eru ikki als ikki bara viðurskiftini á ar­ beiðs­pláss­unum, sum elva til strongd. – Strongd stavar líka nógv frá viðurskiftunum í privat­lívinum, heldur hann – Vit skulu arbeiða átta tímar og sova átta tímar. Og so eru bara átta tímar eftir til familjuna, vinirnar og frí­tíðar­lívið. – Og virksemið í frítíðini hevur vundið so nógv upp á seg, at frítíðin røkkur ikki til, og tað er eisini ein orsøk til strongd. Johan Dahl vísir, at somu­leiðis er samfelagið nú skrúvað soleiðis saman, at fam­iljurnar eru undir stór­um trýsti, tí tað er full ferð á alla tíðina, heilt frá tí at fólk vakna um morgun­ in, til tey leggjast aftur um kvøldið. – Foreldrini skulu koyra børn­ini á dagstovn og í skúla um morgunin, og skulu koyra eftir teimum aftur seinna­partin. Og kvøld­ar­nar, og alt viku­ skift­ið, skulu børnini koyr­ ast til alskyns ítriv. – Og oman á alt mugu nógv fólk arbeiða rættiliga nógv, bara fyri at fáa endar­ nar at røkka saman. – Fólk fáa onga hvíld, tek­ur Johan Dahl saman­ um. Tí heldur lands­stýris­ mað­urin, at fólk mugu eis­ ini sjálvi taka í egnan barm og virka fyri, at tilveran er nøkt­andi. Fólk skulu hugsa um, hvussu tey liva. Tey skulu eis­ini hugsa um, hvussu ar­ beið­ið er skipað, og at siga frá, er okkurt ikki sum tað eigur at vera, heldur Johan Dahl. aki@sosialurin.fo eisini ímóti illa slitna, polit­ iska hugtakinum um at spar­ingar skulu setast í verk, tí vit skulu fáa meiri fyri minni. – Úrslitið kann skjótt verða, at vit fáa minni fyri minni, serliga tá ið krøvini vera at fólk skulu renna skjót­ari. So hennara áheitan á politiska myndugleikan er greið: Steðgið skerjingunum í almennu umsitingini. Lat okkum heldur fara undir fyri­byrgjandi tiltøk og lat okkum fáa eina vælferðar­ sam­felag, har eingin verður sjúkur av at fara til arbeiðis. Skulu skerjingar setast í verk, mugu politikarar eis­ini góðtaka, at tænastan versn­ ar, tí vit fáa ikki meiri fyri minni, tað ber ikki til. Hon heldur, at tað er so ein­falt sum tað, at skulu spar­ingar setast í verk, utt­ an at tænastan skal versna, veksur arbeiðs­byrðan hjá teim­um, sum eru eftir. – So sparingar kostar í hinum endanum, leggur hon afturat. Selma Ellingsgaard saknar eisini trýparta­sam­ ráð­ingar ímillum politiska myndug­leikan, arbeiðs­gev­ aran og fakfeløgini fyri at bøta um støðuna. aki@sosialurin.fo Ein avbjóðing – Hetta má takast í álvara sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmananfelagnum. Tí heldur hon, at politiski myndugleikin má gera nakað við málið og seta neyðuga peningin av Myndir: Álvur Haraldsen Strongd stavar líka nógv frá viðurskiftunum í privatlívinum johan dahl Ongin hvíld Føroysku familjurnar eru undir stórum trýsti, tí tað er full ferð á alla tíðina, heilt frá tí at fólk vakna um morgunin, til tey leggjast aftur um kvøldið, heldur Johan Dahl