týsdagur 10. februar 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. februar 2015 · Nr. 17
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
LÝSINGAR TIL BØRN
Eirikur Lindenskov
– Hetta er ósømiligur fram-
ferð a rháttur móti børnum,
held ur Erika Hayfield, sum
hev ur skrivað Phd-ritgerð
um børn og nýtslu.
Sipað verður til spurn ar-
kapp ingina fyri børn, »Or-
rust an«, ið Kringvarpið sendi
í sjónvarpinum sunnu kvøld-
ið, har eitt brot við lýsingum
kom mitt inni í sendingin.
Erika Hayfield vísir á, at
brotið við lýs ing unum kom
rættiliga óvart. Og at tað er
púra greitt, at talan er um
lýsingar, sigur hon við Rás2.
– Tað eru nøkur merki,
nøk ur »brand«, sum verða
týðu liga víst fram óneyðuga
sjón liga, umframt at brandið
og vøran verður nevnd, so
tað er sjónliggjørt og við
ljóði, sigur hon.
Erika Hayfield vísir á, at
børn eru ein meira útsettur
bólk ur. Tey hava ikki somu
fatan ina
ella
royndarnar
við marknaðarføring, og tey
hava ikki ta fatanina, at hetta
hev ur eitt seljandi endamál.
– Tey heilt ungu børnini
duga als ikki at síggja mun
á eini lýsing og eini sending,
sig ur hon.
– Ikki fyrr enn seinni, tá
tey verða eldri, verða tey
varug við, at lýsingar er nak-
að, sum verður brúkt til at
selja teimum nakað. Børnini
sígg ja og fata hetta sum nak-
að kunnandi.
Hon vísir á, at tað er ikki
fyrr enn seinni, at tey verða
krit isk mótvegis lýsingum,
og hava tað, sum verður kall-
að »kognitivt defence«, t. v. s.
eitt slag av innari verju ímóti
sølu boð skapum.
Eisini vísir hon á, at tað at
lýs ing in kemur miðskeiðis í
send inginini – uttan at nakar
rokn ar við tí – hevur eisini
ávirk an.
– Ja, tú skalt taka serlig
fyri varni – eisini tá tað snýr
seg um vaksin fólk. Tú skalt
ikki bara koyra hvat sum
helst inn í eina slíka sending,
sig ur Erika Hayfield, sum
held ur hetta vera skeivan
fram ferðar hátt, sum Kring-
varp ið nýtir.
– Hetta er ikki rætt. Og als
ikki, at lýsingin kemur mitt í
send ingini, tá tú ikki væntar
at síggja tað. Børnini hava
ikki teirra verjugarðar uppi,
tí eru tey meira móttakilig,
sig ur hon.
– Og so kann eg leggja
aftur at, at kring allan heim
sýna myndugleikar eisi ni
serligan ans fyri mark naðar-
før ing av ósunnum vør um
mótvegis børnum, og tað
vóru onkrir av hasum vinn-
ing unum, sigur Erika Hay-
field.
Erika Hayfield sigur, at
or søk in til, at tikin verða ser-
lig atlit til børn er, at tey kun-
nu verða manipulerað.
– Tí um tey ikki vita, at
onk ur roynir at selja teimum
nak að, so halda tey, at tað er
ein kunnandi boðskapur.
Ella kanska tey eru serliga
móttaki lig fyri júst hes um
vørunum, sum her verð ur
lýst fyri.
Hon vísur eisini á, at aðra-
staðni gera tey nógv burt ur-
úr, at fyritøkur og miðlar
hava eina etiska tilgongd
– eina miðvísa tilgongd, har
tú tekur atlit til, at børn eru
ser liga útsett.
– Og ja, vit liva í einum
brúkara samfelag. Og sjálv-
andi skulu børn læra brúk-
ara førleikar eins og aðrar
før leikar,
so
tey
kunnu
blíva tilvitað og vælvirkandi
brúk ar ar. Tað er neyðugt
fyri at kunna virka í einum
brúkarasamfelag.
– Men tey sum arbeiða við
miðl um og marknaðarføring
hava eina serliga ábyrgd,
tí at talan er um børn. Tað
sum so verður gjørt í øðr-
um londum er til dømis
tað, at tú kanska hevur ein
stuttan paususkerm mill um
eina sending og eina lýs-
ing, har tú boðar frá, at har
koma lysingar – og í summ-
um øðrum londum hava tey
beinleiðis bannað lýs ing-
um, sum eru vendar móti
børnum í ávísar tíðir á degn-
um, sigur Erika Hay field.
Hon heldur, at børnini
kundu verið vard við bein-
leiðis forboð ella við eini
ávar ing um, at nú koma lýs-
ing ar, so tey eru fyri reik að.
– Man Kringvarpið átti
at havt strangari krøv til sín
sjálv an sum miðil í mun til,
hvussu tey vilja eksponera
merki vørur í sendingini, tá
tað snýr seg um børn, sum
í hesi sending, heldur Erika
Hay field.
Ósømiligt mÓti børnum
Børn hava onga verju og halda
tí, at talan er um upplýsing. Tí
er tað ósømiligur atburður av
Kringvaprinum at senda lýsingar
inni í eini barnasending
Eirikur Lindenskov
– Eg eri ikki samdur við tykk-
um í, at her er talan um lýs-
ing ar.
Tað sigur Dia Midjord,
kring varps stjóri, tá vit spyrja
hann, um hann sum stjóri
held ur tað vera í lagi at hava
lýs ing ar til børn inni í eini
barna send ing.
– Hetta virkar for per són-
ligt hjá tykkum, eg tími ikki
at hava eina meining um
hetta, sigur hann.
Dia Midjord sigur eisini,
at hann er ikki so nógv inni
í, hvussu hendan sendingin
er gjørd.
– Men eg haldi ikki, at
fólk ini hava hugsað hatta
sum eina lýsing. Hatta er
bara ein kunning um nakrar
vinn ing ar, og tað er í lagi at
hava tað inni í eini sending.
Og tað hava vit so tvær ferðir
í 20 sekund, sigur hann.
Men tá vit spyrja kring-
varps stjóran, um hann held -
ur tað vera etiskt í lagi at
pro mo vera handlar og virki
so leið is, sum gjørt verð ur í
send ing ini, so held ur hann
fast við, at hann ikki er
samd ur, tí talan er ikki um
lýs ing ar.
Ert tú samdur í, at nakrar
handils vørur og búmerki hjá
handlum verða víst inni í
barna sendingini?
– Jú, tað verða tað.
Og er tað í lagi, at Kring-
varp ið vísir handils vør ur og
handilsbúmerki inni í eini
barna sending?
– Eg haldi, at tú spyrt ikki
tann rætta persónin. Eg havi
ikki gjørt hasa send ingina.
Tú mást spyrja tey, sum
hava gjørt hana, eg dugi ikki
at síg g ja, at har er tal an um
lýs ing ar.
Men hevur kring varps -
s tjór in onga mein ing um,
hvørt tað er í lagi at vísa
handils vør ur og handils bú-
merki inni í eini barna send-
ing?
– Vit hava spurt okkum
fyri, um hetta var í lagi, sum
vit gjørdu. Vit halda ikki, at
talan er um lýsingar, men
verð ur tað kortini mett at
vera lýsingar, so fjerna vit
tað umgangandi, sigur Dia
Mid jord.
Vit spurdu eisini Dia
Mid jord, um Kringvarpið
hev ur nakrar etiskar leið-
regl ur í sambandi við at
senda lýsingar fyri børn og
lýs ing ar í barnasendingum.
Tað sigur hann, at stovnurin
hevur, uttan at hann tó
kundi siga, hvat stóð í teim-
um leiðreglunum.
Men er tað rætt, at børn
skulu tvingast at síggja
handilsvørur
og
handils-
bú merki inni í eini barna-
sending?
– Nei, tað er tað nokk ikki,
sigur Dia Midjord.
– Keypið iPaddin frá Nema.
– Keypið pizza frá Pizza 67
– Keypið sodavatn frá Føroya Bjór
– Keypið telefonina frá Vodafone
– Keypið ítróttarklæðir frá Sportigan
– Keypið ferðina frá Smyril Line
Soleiðis ljóðaðu boðini í eini lýsing, (sum kringvarpsstjórin
tó sigur, ikki er ein lýsing) ið varð send í Kringvarpi Føroya í
spurnarkappingi fyri børn í sjónvarpinum sunnukvøldið.
Tað var barnaspurnarkappingin, »Orrusta«, sum var á
skránni. Tá Kringvarpið ger sendingar, verður stórur dentur
lagdur á at selja lýsingar rundan um sendingarnar, og tað
var heldur einki undantak sunnukvøldið. Munurin var bara,
at hesaferð hevði Kringvarpið søluboðskap beinleiðis til
Føroya børn – og hann var tvær ferðir mitt inni í sendignin.
Tað er fallið fleiri fyri bróstið.
Tá spurnarkappingin hevði verið í luftini í 4 minuttir og
aftur í 15 minuttir, varð hon avbrotin. Verturin, Elin á
Rógvi, boðaði frá, at »nú skuldu vit síggja vinningarnar«
– og so komu lýsingarnar frá handlum við iPaddum,
telefonum og ósunnum vørum sum sodavatni og pizza.
Hatta er ikki ein lýsing
Hatta vóru ikki lýsingar. Hatta
var bara at greiða frá, hvørjir
vinningarnir vóru, sigur Dia
Midjord, sum ikki dugir at síggja
trupulleikan við lýsingum inni í
barnasendingini »Orrustan«
Erika Hayfield hevur
skrivað Phd-ritgerð
um børn og nýtslu
Handilsvørur
til børnini