Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. februar 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. februar 2015 · Nr. 17 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Framsókn mælir til, at samskiftiskervið verður lagt í eitt alment partafelag, heldur enn at tað er partur av Føroya Tele Netið hjá Føroya Tele í alment partafelag úr tinginum Tjóðveldi fekk ikki undirtøku fyri fíggjaruppskotum Tjóðveldi hevði tvey uppskot, sumf ingu 2. Viðgerð í tinginum, men har var ongin undirtøka frá samgonguni Árni Gregersen Eitt uppskot, sum hevði til endmáls at minka um váðan av útlendskum virksemi hjá føroyskum peningastovnum, fekk ikki udnirtøku í ting­ inum við 2. viðgerð. Talan var um eitt uppskot til samtyktar, sum skuldi áleggja landsstýrinum at gera eitt lógaruppskot sum av­markar váðan hjá før­ oyska sam­felagnum, tá ið peninga­stovnarnir fara uttan­lands at virka. Uppskotið mælir til, at í lógaruppskotinum skal standa, at fara peninga­stovn­ arnir uttanlands at virka, so skal hetta gerast í einum felag, sum ikki er bundið at felag­num í Føroyum. Kristina Háfoss, Tjóðveldi, segði, at í fíggjarnevndini var ongin beinleiðis grundgeving fyri, hví ikki varð tikið undir við uppskotinum. – Einasta grundgevingin er, at her er talan um eitt upp­skot sum kemur frá and­ støð­uni, segði hon. Tjóðveldi orðið Fyrst og fremst vóru tað tingfólk úr Tjóðveldi, sum høvdu horðið, tá ið 2.viðgerð var. Páll á Reynatúgvu, Tjóð­ veldi, helt at tað er ræðandi at tingfólk ikki vilja eitt slíkt mál. Hann vísti á, at ting­fólk vóru serliga klók, tá ið van­ lukkan er hend. – Tá eru vit øll klók og tosa um avleiðingarnar, men at taka fyrivarni í góðari tíð duga vit illa, segði hann. Í orðaskiftinum var víst til, at føroysku bankarnir hava fingið status sum Sifi- bank­ar. Tað vil siga, at koma teir í vandasjógv, so tekur tað almenna um endan. Aftur­ fyri hava bankarnir treytir, sum teir skulu uppfylla fyri at hetta skal henda. Uppskotið frá Tjóveldi fall. Kapitalvinning Løgtingið viðgjørdi esiini eitt annað uppskot frá Tjóðveldi. Tað snúði seg um, at tað ikki skal bera til at læna pening til partabrøv og so sleppa at draga renturnar frá. Uppskotsstillarin vísti á, at hetta eggjar vanligum fólki at læna pening til íløgur, sum tey í veruleikanum ikki hava ráð til. Heldur ikki hetta upp­ skotið tók meirlutin í fíggjar­ nevndini undir við. Bárður Nielsen, Sam­ bands­flokkurin, helt at hetta er skilagott, men mælir sam­ stundis frá at keypa parta­ brøv eigur ein ikki peningin at keypa fyri. Eisini hetta uppskotið fall í tinginum. Páll á Reynatúgvu, Tjoðveldi Árni Gregersen Kappingin á fjarskiftis­øki­ num í Føroyum er skerd, tí ein av kappingarneytunum á økinum eigur sam­skiftis­ kervið. Tí hevði tað veriðrætt, at leggja samskiftiskervið í eitt alment partafelag. So ber til at fáa eina betri kapping. Tað gongur uppskotið frá Framsókn út uppá. Upp­ skotið hevði 1. viðgerð í ting­ inum í gjár. Føroya Tele eigur dóttur­ felagið FT Net, sum rekur og um­situr einasta fjar­ skiftis­kervið í landinum og er veitari hjá øllum KT- og tele­fyri­tøkum í Føroyum, sum selja samskiftisloysnir, har­ímillum Føroya Tele sjálvt, Vodafone og Elektron. Føroya Føroya Tele er sostatt í dupultleiklutinum sum bæði útbjóðari av nettænastum og sum kundi hjá sær sjálvum. Alfred Olsen, formaður í vinnunevndini, var fyrstur at taka orðið í tinginum. – Hetta er ikki nakar nýggjur tanki, tí í nógv ár hev­ur verið arbeitt við at skapa kapping á fjar­skiftis­ marknað­inum. Og sjálvur ynski eg kapping, segði Alfred Olsen. Hann segði, at trý kæru­ mál vóru í 2010, tað sama í 2013 og 2014. Tað heldur hann vísur, at skipanin kanska ikki er so ring, tí eisini prísurin á samskifti er fallandi. – Kortini sigur hetta onki um, um vit hava eina veru­ líga fría kapping, segði Alfred Olsen. – Eg ynski, at ein og hvør broyting skal hava við sær, at borgararnir í Føroyum fáa eina bíligari samskiftis­tæn­ astu, legði hann afturat. Hann mælt itil, at hetta verður væl og virðiliga kannað áðrenn nakrar broyt­ ingar verða gjørdar. Landsstýrismaðurin er á veg í tingið við ein­um upp­ skoti, sum ger kapp­ing­ina harð­ari á økinum. Alfred Olsen helt, at vert er at bíða eftir tí uppskotinum og møgu­liga viðgera tað saman við hesum. Stór broyting Tá ið monopolið var avtikið seianst í níti-árunum, var hetta eitt stórt frambrot. Fleiri lýtir vóru tó í skipanini. – Vit kjakaðust tá um netið skuldiu leggjast í eitt felag fyri seg og kanningar vóru gjørdar aðrastaðni. Niður­støðan var tó at gera eina sundurskiljing í Føroya Tele, segði Bjarni Djurholm, Fólka­flokk­urin. Hann heldur framvegis, at tað var rætt at gera. Kortini eru broytingar gjørdar, so nú er bert ein í nevndini í FT Net, sum ikki er partur av Føroya Tele. – Heiti á landsstýris­ mann­in um at fáa hetta broytt, so tey sum ikki eru í Føroya Tele eisini kunnu kenna seg tryggan, segði Bjarni Djurholm. Lýsa ymisk ting Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, segði seg gleða seg til eitt kjak í vinnunevndini um málið. – Hvussu tryggja vit javn­ bjóðis treytir og prísurin til brúkaran? Tað eru tveir spurn­ingar, sum vit eiga at taka okkum av, segði Bjørt Samuelsen. Bjørt Samuelsen segði, at verða feløgini skild sundur, so verður tað dýrari fyri brúk­aran. Hon vísti á, at bæði inn­ an samskifti og streym hev­ ur verið tosað um at gera netfeløg fyri seg, men hon ivast framvegis um hon fer at taka undir við hesum upp­skot­inum, tí fleiri trupul­ leikar stinga seg eftir henn­ ara meting upp. – Men eg skal lova eina serliga góða viðgerð í vinnu­nevnd­ini, tí hetta er eitt álvars­mál, vit mugu taka støðu til, segði Bjørt Samuelsen. Eisini elnet – Javnaðarflokkurin vil hava eina frælsa og javn­bjóð­ is kapp­ing, men í Føroy­um eru aktør­arnir so fáir, at tað sjálvdan er frí kapping kort­ini, segði Aksel V. Johannesen, Javnaðar­flokk­ urin. Aksel V. Johannesen vísti eisini á, at stjórin í Føroya Tele er formaður í FT Net. – Eingin ivi er um, at okk­ ara sjónarmið er, at verð­ur FT Net gjørt til eitt serstakt al­ment felag, so halda vit eis­ini, at elnetið verður lagt í sama felag, segði Aksel V. Johannesen. Hann vísti á, at var elnetið fyri seg, so kundu vit eisini fingið kapping um streymin. Framsøgufólkini fyri teir stóru flokkarnir lovaðu eina góða viðgerð í nevndini, men ongin av teimum lovaði av álvara at taka undir við upp­ skot­inum. Kjak hevur áður verið tað sama og fleiri av fram­ søgu­fólkunum hava sitið við málinum sum lands­stýris­ fólk. Tey vóru eitt sindur varin, men øll lovaðu kortini at upp­skotið frá Framsókn fær góða viðgerð.