Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. februar 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 11. februar 2015 · Nr. 17 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Gud okkara Hann er í Himli. Hann ger alt tað, ið Hann vil. (Sálmur 115,3) Til minnis um lítla Mika føddur 24. juni – deyður 13. des. 2014 So undurfult virkaður varð eg hjá Tær, sum fostur tú longu meg kendi, og dagatal mítt, tað var uppskrivað har. Tú visti alt, áðrenn tað hendi.   Í eygum hins alvalda eitt túsund ár, tey svinna, sum var tað ein dagur, og dagur sum fór, sum svann burtur í gjár, sum túsund - tað skilir ei maður.   Hvørt menniskjalív hevur virði, og Hann við ævigum eygum tað skoðar – frá fostri til tann, sum til ellisár vann, tá sólin í vestri hon roðar.   Ein lívsleið er stokkut – sjálvt tá hon er long, tað tykjast kann okkum so løgið. Um lívið er stutt, ella ár eru mong, so er tað bert fáfongd og møði. Títt lív var so stutt, halda vit - men Gud sær og roknar, sum Hann bert kann gera, og kanska - ja - hevði Hann brúk fyri tær, tí tók Hann teg hjá Sær at vera?   Og tá tú vart borin um deyðskuggans dal, Guds einglar so friðfult teg bóru, tú óttaðist onki, teir leiddu teg væl, øll eymkan og møði burt fóru. Guds veg vit ei fata, ei heldur Hans ráð, Hans almátt til fulnar ei skilja. Og skiltu vit alt – hvør ein Gud var hann tá, sum bert framdi okkara vilja?   Sum himmalin høgt yvir jørðini er, Guds leiðir og hugsanir fara, tí hann er í Himli – og vit eru her. Vit eymjúk tað eiga at læra. Abbi ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––  Gud er skjól og styrki okkara, hjálp í neyðini, til fulnar royndur. (Sálmur 46,1) Tøkk Øllum tykkum, sum hildu dagin saman við okkum, sum góvu gávur, ringdu, sendu blómur og heilsanir, og gjørdi okkum diamantbrúðleypsdagin ógloymandi, takka vit so hjartaliga. Eisini ein serstøk tøkk til tykkum, sum hjálptu so væl til. Kærar heilsanir Sigrid og Absalon Jacobsen í Vági 60 ára føðingardagur Tann 28.feb haldi eg mín 60 ára føðingardag í hølinum hjá Oddfellow á Grønlandsvegnum Tórshavn. Eg farið at bjóða til kalt borð, køkur og annað gott. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vinarliga heilsan Kjartan Kjartansson 90 ára føðingardagur Týsdagin 17. februar verður Sofía úr Gørðum 90 ár. Dagurin verður hildin heima á Tunguvegi 18, Skopun. Familja, vinir og kenningar eru vælkomin frá kl. 18.00. 70 ár Tað kennist løgið – men ikki illa - at eg í næstum man sjúti fylla. Aftur við borði slíkt ei kann fara, tí vænti eg frænda-, vina- og kenningaskara í VB-húsið við mær og mínum at minnast hin dagin – seint undir krígnum. Veitslan verður í VB-húsinum tann 21. februar klokkan 19. Tey, ið vilja gleðast við mær hendan dag, biðjast siga frá á tlf. 213415 ella 373415 í seinasta lagi tann 11. februar. Bestu nýggjársynskir. Niels Petur Nolsøe (NePtuN) 70 ára føðingardagur 22. februar fyllir Erik Eliasen Syðradalur K. 70 ár. Dagurin verður hildin á Før­oya Hand­arbeiðsskúla Heyga­vegur 27 í Klaksvík frá kl 14,00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Konfirmatión 3. mai verður henda fitta gentan konfirmerað í Stokke kirkju í Nor­egi. Dagurin verður hildin heima hjá henni. Adressan er Kanonersvingen 17, 3159 Melsomvik. Tey. ið vilja halda dagin saman við henni, mugu ringja á tlf: +004733338570 ella +004799129891 innan 3 mars. Brúdleyp Leygardagin 14. februar giftast Katrin Simony Knudsen, Hoyvík og Terji Rosenmejer Mikkelsen, Argir. Vígslan verður í Vesturkirkjuni kl 16. Veitslan verður hildin fyri innbodnum í Argja Róðrarfelag kl 19.