týsdagur 10. februar 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. februar 2015 · Nr. 17
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Barbara Holm
Á fólkaskúlaøkinum í Klaks
vík er ein stór uppgáva fyri
framman. Skúlaøkið skal
kollveltast, og fyri framman
er ein samanrenning av
tveimum
skúlum,
sum
hava langa og sterka søgu
hvør sær. Á odda fyri hesari
samanrenningini er 44 ára
gamli Vagn Foldbo, sum í gjár
varð settur sum skúlastjóri
í nýggja samanlagda skúl
anum.
Tey vóru níggju fólk, sum
søktu um starvið, men Vagn
hevði varugan av, at hann fór
at vera tann útvaldi, tá ið av
tornaði.
–
Man
veit
sjálvandi
ongantíð hvør annar søkir,
og tí er tað altíð ein óviss
tilgongd. Men eg vænti eg
eri settur, tí eg havi nógvar
royndir sum skúlastjóri og
eg havi viðkomandi leiðslu
útbúgving, sum ivaleyst er
neyðug fyri at røkja uppgáv
una til fulnar, sigur Vagn.
Vagn hevur áður verið
skúlastjóri á Eiði og í Fugla
firði, og umframt lærara
útbúgvingina hevur hann
eisini eina kandidat útbúgv
in í etikk og virði í einari
organisatión og eina diplom
útbúgving innan leiðslu.
Nýggi skúlastjórin sær
fyri sær tvær umráðandi
uppgávur fyri framman, har
av tann eina verður tann
mest avbjóðandi.
– Fyrst skal tann bygn
aðarligi parturin samansjóð
ast, soleiðis at tað framyvir
verður eitt at hvørjum á
skúlanum, og ikki tvey av
hvørjum, sum tað hevur
verið higartil. Men tann mest
avbjóðandi uppgávan er at
samansjóða skúlarnar til
at hava eina felags mentan,
sigur Vagn Foldbo.
Hann hevur ikki royndir
við fólkaskúlanum í Klaks
vík, men ivast kortini ikki
í, at tað er munur á báðum
skúlunum, sum nú vera
lagdir saman í ein.
– Alt annað enn líka er tað
ein munur á skúlunum. Og
fólk vilja vera góð við sína
mentan, og halda fast um
sítt. Tí er tað ein avbjóðandi
og langtíðar uppgáva, sum
skal loysast, sigur Vagn.
Hann leggur tó dent á,
at ein slík samansjóðing
skal vera framd í tøttum
samstarvið millum lærarar,
foreldur,
skúlastýrið
og
kommununa, so at øll kenna
seg aftur í tí endaliga úrslit
inum.
– Tað er júst tann avbjóð
ingin sum gjørdi, at eg valdi
at søkja starvið. Tað er ein
spennandi tíð fyri framman
í Klaksvík, sigur Vagn Foldbo.
Skúlin má
nútímansgerast
Nýggi skúlastjórin í Klaksvík
er sannførdur um, at ein upp
raðfesting og ein moderni
sering av fólkaskúlanum
hevði tænt næmingum og
samfelagnum væl.
Núverandi fólkaskúlalóg
in er frá 1997, og er tí 18 ár í
dag. Og tí er sannlíkt, at lógin
ikki longur er tíðarhóskandi.
– Samfelagið er nógv
broytt hesa tíðina, og vit
mugu helst royna at fáa
Fremsta
uppgávan at
samansjóða
skúlarnar
– Tann størsta avbjóðingin fyri framman er at samansjóða tær ymisku mentanirnar á teimum báðum skúlunum
til eina felags mentan. Tað tekur tíð og skal gerast við størsta varsemi. Og tí visti eg, at eg var tann rætti
til starvið, sigur 45 ára gamli Vagn Foldbo, sum er nýggjur skúlastjóri í samanlagda skúlanum í Klaksvík