Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. februar 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 11. februar 2015 · Nr. 17 meldurin eina fólka­skúlalóg, sum endur­speglar samfelagið í dag og sam­felagið um 20 ár. Vit mugu minnast til, at vit upp­draga børn, sum koma á arbeiðs­marknaðin um kanska 10, 20 ár, og tí má fólka­skúlin eisini vera til­ lagað­ur fram­tíðina, heldur Vagn Foldbo. Hann vísir á, at fólka­ skúla­økið hevur verið niður­ pínt fíggjarliga seinastu ár­ini, og tað hevur viðført, at færri tímar hava verið á hvørj­um skúla og tilboðini til næm­ingarnar hava verið ov fá. – Um vit til dømis hyggja eftir vallærugreinunum, sum vit bjóða fram­halds­næm­ ing­um, so er útboðið blivið minni og minni. Tað er eftir mínum tykki umráðandi at fáa størri fleksibilitet inn í fólkaskúlan, og harvið geva næmingunum fleiri møgu­ leikar at velja sjálvi, heldur skúlastjórin. Tað er nógv dømi um næmingar, sum ikki eru so stinnir í tí bókliga fólka­skúl­ anum, men tá ið ger­andis­ dag­urin kallar eru tey av rask­astu fólkum. – Nógvir næmingar fara úr fólkaskúlanum við einari kenslu av, at tey ikki duga nóg væl. Men tá ið tey fara til arbeiðis, so útmerkað tey seg, og fáa stóra viðurkenning. Í so máta klárar fólkaskúlin ikki at endurspegla veruliga lívið, sigur Vagn Foldbo. Tað er eisini neyðugt at hugsa um, at nýggj tøkni hevur broytt tað atgongd, sum næm­ingar hava til vitan og kunn­leika, og hendan tøknin skal sum skjótast fáast í eina rætta legu innan skúla­veggir. – Sjálvandi skulu vit brúka nýggju tøknina í skúla­saman­hangi. Men tá slík tøkni kemur á markn­ aðin hava vit hug til at lata hana taka yvirhond, men eftir eina tíð verður áhugin balan­seraður, og vit síggja, at tøknin veru­liga kann hjálpa okkum í okkara fremstu upp­ gávu, sum er at upplæra okk­ ara næmingar, sigur Vagn Foldbo. Vagn Folbo byrjar í starv­ inum skjótast til ber, og givið er, at nýggi skúlastjórin er spentur at byrja og standa á odda fyri tí modernisering, sum fólkaskúlin í Klaksvík nú er farin undir. Hvussu verð­ur og ikki við at nú­ tímans­gera innihaldið í fólka­skúl­anum er enn ikki greitt. Men skúlastjórin vónar, at undan­farna tíðin við spar­ing­um á økinum fer at við­føra øðrvísi loysnir og ein betri fólkaskúla, tá ið av­ torn­ar. Hann er av ti sann­ føring, at ein tíð við spar­ing­ um mangan merkir, at fólk mugu finna kreativar loysn­ ir, og ofta er tað júst tá tað besta úrslitið kemur burtur­ úr. Fyri framtíðina vónar hann, at tímatalið til fólka­ skúlan økist, so at næmingar, lær­arar og samfelagið kunnu fáa gagn av einum fjøl­broyttum og fleksiblum fólka­skúla, sum í størri mun til­lagar seg til tørvin hjá ymisku næmingunum. barbara@sosialurin.fo Øll skulu kenna seg aftur í tí endaliga úrslit­inum. Tað er júst tann av­bjóð­ingin sum gjørdi, at eg valdi at søkja starvið. Tað er ein spennandi tíð fyri framman í Klaksvík – Tað er eftir mínum tykki umráðandi at fáa størri fleksibilitet inn í fólkaskúlan, og harvið geva næmingunum fleiri møgu­leikar at velja sjálvi, sigur Vagn Foldbo Myndir: Birgir W. Høgnesen