Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. februar 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. februar 2015 · Nr. 17 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tíðindaflutningurin er versnaður Mortan Østerø Birgir Kruse heldur, at tøkn­iliga menningin hevur darv­að góðskuna á tíðinda­ flutinginum um allan heim­ in. At tað er vorðið lættari at framleiða tíðindi á øll­um pallum, hevur elvt til størri mongd av vánaligum tíðinda­ tilfari. Birgir Kruse, ritstjóri og PD í samskifti, stóð á odda fyri at gera eina bók um fjøl­ miðl­ar til føroyska skúla­ verki í 2007. Í 1995 fekk hann norðurlendska jour­nalist­ virðisløn fyri mentanar­send­ ing­ar í Útvarpinum. Birgir heldur, at tøknilig fram­brot hava gjørt tíðindaflutn­ing­ inum eina bjarnartænastu. – Aðalmálið hjá tøknini er at alt skal verða betri, skjótari og størri. Journalistiskt vænt­aðu vit tí øll, at nú fingu vit betri stundir at gera tilfar á øllum pallum, men so varð ikki, sigur Birgir. Sambært honum, so hava fortreytirnar lagað seg øðr­vísi, tá ið tað kemur til tíðindaflutning. Við tøknini uppdaga redktionellir leið­ arar, at færri fólk kunnu gera sama arbeiði. Fyri tíðinda­ flutningin merkir tað, at nógv færri fólk hava tilfarið um hendi, áðrenn tað verður lagt út til brúkaran. – Í 1970unum høvdu vit heilt upp í sjey til níggju pren­tað tíðindabløð okkurt ári – og eru uppløgini røtt – so er tað heilt vist heimsmet í at lesa tíðindabløð fyri hvørji 1.000 fólk. So føroyingar hava altíð verið eitt lesandi fólk, sum hava nógv at siga øðrum medborgarum. Munurin á tá og nú er, at fleiri starvsfólk sóu tekstin, innan hann fór til prentingar. Í hesum førinum er tøkniliga menningin ein beinleiðis orsøk til, at tíð­ indaflutningurin er verri fyri, tí dagsins tøkni ger, at redaktiónirnar kunnu rekast við færri fólkum, so færri eygu eru á tilfarinum, sigur Birgir Kruse. Ótolin ringrás At tíðindaflutningurin í størri mun er á netinum, hev­ur eisini sett hægri ferð á samlaða tíðindameldurin og latið upp fyri snaratgongd hjá brúkarunum til tíð­ inda­tilfarið. Sambært Birgi, hevur økta ferðin á tíðinda­ fram­leiðsluni elvt til óhepn­ ar brúkara- og tíðinda­fram­ leiðsluvanar. – Vit eru komin í eina ónda ringrás. Annan vegin kann tað vera, at vanligi les­ arin billar sær inn, at hann hevur bara stundir at lesa smátíðindi, skjótar notitsir og einki meir, og hinvegin kann tað vera, at redaktiónin hevur tað hugmynd, at lesarin veruliga er ótolin og aldrin skal fáa drúgvan tekst ella tilfar, sum er knortlut og ringt at sodna. Og onkur er, sum í álvara billar sær inn, at drúgvur tekstur bara kann vera á pappíri og aldri á skíggja. Av tí sama tekur talgilda redaktiónin á seg, at framleiða mest møgu­ ligt innan stytstu tíð, hóast redaktionella starvs­fólka­ talið er minkandi. Onkuntíð kann hepnast væl, men góðsk­an á miðlaða tilfarinum verður oftast hareftir, og mis­tøk – bæði innihaldsliga, hag­frøði­liga og málsliga – kunnu verða graverandi, sigur Birgir. Hann vísir á, at gott, grav­andi tilfar tekur langa tíð at framleiða, men tá ið ein ónd og ótolin ringrás í flestu førum sleppur at seta dagskránna, tá verður torført at fáa eitt journalistiskt úr­ slit, sum fleiri eru nøgd við. – Tað er sum við osta­lýs­ ingini hjá Klovborg; 'Klov­ borg ostur tekur ta tíð, sum ostur tekur'. Tíð tekur tíð og tíð krevur fólk, og fólk kosta pengar. Fíggjarligi spurn­ ingurin og ótolnið, sum er knýtt at tíðindarúgvuni, ganga hond í hond, og redak­ tión­irnar eru tódnaðar, hóast tær framleiða tað sama, og summar halda seg hava funnið eina nýggja nisju av tíðindum. Læta vit okkum fanga av hesi óndu ringrás, skvisa vit alt niður í næstan onki og fáa eina tilsvarandi ringa vøru, eina discount- vøru, sigur Birgir Kruse. Smáredaktiónarí – Við tøkniligu menningini, er tað eisini vorðið meira ómakaleyst at stovna og reka eina skjóta tíðindasíðu, og fleiri smærri tíðindasíður seta seg førar fyri at veita tíðindi um alskyns mál, hóast tey kanska bert eru eitt ella tvey starvsfólk, sigur hann. Í hoyringsskrivinum um stuðul til privatu miðlarnar í farnu viku, sóu vit, hvussu nógvir tíðindamiðlar eru í landinum, og sama er gald­ andi í øllum øðrum lond­um. Summir miðlar hava sera avmarkað tal av starvs­ fólkum, men allir kappast um somu lesarafjøld og sama lýsingarmarknað. – Tá ið tað tøkniliga gerst lættari at reka ein miðil, verða eisini fleiri aktørar. Eigara- og lønarviðurskiftini á miðlum og tíðindastovnunum verða kroyst við óneyðugari kapp­ ing, sum fyrst og fremst hevur uppsagnir og óstøðug viðurskifti við sær, sigur Birgir, ið metir, at júst hetta er ein av meginorsøkunum til eina objektivt mett minkandi góðsku á tíðindunum, sum hann sigur. – Tað eru tey á privata marknaðinum, sum eg hoyri siga, at tíðindaflutningurin skal hava eitt ávíst lesara­ tekki, so hann kann toga lýsinga­inntøkur frá øðrum miðlum. Vit síggja sostatt, at góðskan verður niðurraðfest fyri at tryggja, at miðilin vinnur á hinum, ella í minsta lagi yvirlivir. Tøkniliga menn­ ingin, sum skuldi vera okkara vælsignilsi, er vorðin eitt forbannilsi, tí hon tryggjar, at hetta ber til og kann halda á í langa tíð uttan stórvegis fígging og arbeiðsorku. So tað er greitt fyri mær, at tað, sum vit vanliga kallaðu tíð­ indini fyrr, eru vorðin verri í sama tíðarskeiði, sum tøknin er vorðin betri og lættari atkomulig. Kreativt kappingarføri Økta talið av miðlum, ið veita tíðindi ókeypis, eru helst tengdar at lýsingainntøkum, sum víðari er tengdar at stórari lesarafjøld. Ítøkiliga kann tíðindasíðan vísa lýsar­um á 'vísi-tølini' hjá sær – altso hvussu nógvar ferð­ir teirra síðir hava ver­ ið vístar. Tá kemst ikki utt­ an­um, at summar søgur fanga lesaran í størri mun enn aðrar, og sambært topp tíggju listunum á føroysku tíðindasíðunum, hava tær flestu skakandi yvirskriftir. -– Á netinum skal brúk­ ar­in sjálvur klikkja á ein­ støku søguna, og samlaðu klikkini verða skrásett, so redaktiónsleiðarin sær, hvørj­ar søgur og yvirskriftir fanga meir enn aðrar. Hóast tað altíð er vágið, so kann journalisturin við hesum í huga verða kreativur og leggja seg eftir at spíska yvir­skriftina fyri at náa fleiri klikkum, sigur Birgir og tekur fram eitt aktuelt dømi: 'X-Factor Jógvan í fongsul' – Tað er ein yvirskrift, sum fangar lesaran, tí ein før­oy­ ingur í Danmark hevur gjørt okkurt býtt og er endaður í fongsul. Ein garantur fyri nógv klikk. Tá ið stubbin er lisin, vísir tað seg, at Jógv­an bert hevur framført í ein­ um fongsli – hann er ikki fongslaður. Fyrisovítt lýgur journalisturin ikki, men hann spískar yvirskriftina, bara við klikkum í huga soleiðis, at tað ikki er samsvar millum tankan ein ger sær út frá yvirskriftini, og veruligu søguna, sigur Birgir Kruse. – Summi bløð úti í heimi hava fólk í starvi, sum einans gera yvirskriftir, og eg havi fulla virðing fyri einari fang­ andi yvirskrift, so leingi hon ikki er misvísandi fyri innihaldið, men gevur eitt kreativt meirvirði. Og tá kem­ur tað at snúgva seg um brúkaraálit. Brúkarin varnast skjótt, um okkurt áhaldandi er tað reina gass. Verða yvir­skriftirnar óneyðuga kreativar, ella verða tíðindini løgd út sum best ber til, so finnur brúkarin skjótt aðrar pallar at lesa somu ókeypis tíðindi, sum verða borðreidd á ein meir sannførandi hátt. Hetta er trúfestið hjá miðla­ brúkaranum, sigur Birgir. Krøv til miðlarnar – Vit muga minna okkum sjálvi á, at vit eru ógvuliga fá fólk. Kunnu vit veruliga rættvísgera, at vit hava so nógvar miðlar til so fáar brúkarar?, spyr Birgir retor­ iskt. – Eg kundi ynskt mær færri, men størri, sterkari og betri funderaðar redaktiónir, sum eru í betri sambandi við sínar lesarar. Tá høvdu tíð­ indafólkini fingið neyð­ugu arbeiðskorini til at evna tilfarið í øllum teim løg­um og sjangrum, sum redak­ tiónin skal stýra. Men tað er trupult, skal tað ikki ganga út yvir allar tær skjótu smá­ redaktiónirnar, sum vit eisini vilja hava, og sum í fleiri førum gera eitt málsøkið og effektivt arbeiði. – Ein skal sjálvandi vera varin ikki at køva talufrælsi, men til tíðir kundi man ynskt sær, at ein miðil hevði eina gátt, líkari tí hjá politisku flokkunum at sleppa á ting. Kanska miðlarnir áttu at verið av einari ávísari stødd, fyri at fingið sømdir at virka, soleiðis at vit sluppu und­an alt ov nógvum smá­ redaktiónum, ið skapa eina kapprenning, sum tek­ ur góðskuna úr samlaða privata tíðindaflutninginum á netinum. Men hinvegin, kanska skal privati tíðinda­ flutningurin nettup verða soleiðis. Nú fær hann eisini almennan stuðul, meðan almannavarpið ongan stuðul fær. Sjálvt um tað snýr seg um smáar upphæddir, er tað eitt sterkt politiskt signal at senda í einum valári, sigur Birgir. Klikk-tíðindi køva góðskuna Av fyrstan tíð hevur brúkarin neyvan verið spurdur um, hvat tilfar er áhugavert at síggja á einari tíðindasíðu. Við marknaðartreytunum, ið seta fram krøv um klikk, so hava brúkararnir hóast alt fingið eitt avgerandi vald á, hvussu nógv og hvat slag av tilfari kemur út, og hvussu yvirskriftirnar verða orðaðar. Heldur verandi mynstur á, við hópframleiddum skundverða tíðindum, so kann tað fáa keðiligar avleiðingar fyri bæði brúkara og framleiðara, heldur Birgir. – Heldur hetta á, fara vit í størri mun at góðtaka vánaligan tekst, sum vit ditta okkum at kalla journalistikk. Í summum førum kunnu vit í allar besta føri kalla tað vána­ligan journalistikk. Eitt slag av teksti, sum hevur vent sær frá at veita sam­ felagsligt ansni, til at skriva tekststubbar, sum fara so langt, sum at dyrka ein innara svínhund, ið annars ikki er serliga føroyskur skriv­ingarstílur seinastu mongu árini, sigur Birgir. – Redaktiónirnar eru tían­ verri so bundnar av brúk­ aranum, ið tær bara kenna umvegis klikkini, at man natúrliga leggur seg upp at hesum hugsaða lesaraynski. Brúkarin kemur sostatt í ta óhepnu støðu, at hann í ávísan mun fær ávirkan á tað, sum redaktiónin velur at skriva. Av tí sama síggja vit kensluporno og persónsøgur á tíðindasíðunum og tað bera gor og gall sum viðmerkingar undir mest skakandi stubb­ un­um. – Samanbera vit við nú, so hevur ágrýtni miðlabrúkarin atgongd til allar hugsandi miðlar á netinum. Hann kann viðmerkja tíðindi og kann enntá sjálvur skapa tíðindi. Við øðrum orð­um, verður hann sín egni miðla­ framleiðari, miðla­brúkari og miðlaviðmerkjari. Miðla­ tørv­urin, tá hann er størstur, verður nøktaður við totalari sjálvs­stýring, sum fer í sjálv­ sentrerað sjálvsving, sigur Birgir Kruse. Trælir av ótolni Summar av tíðindasíðunum hava vegleiðandi minstakrav fyri hvussu nógvir stubbar skulu verða lagdir út fyri hvønn tíman, hóast tað ikki altíð eru fleiri hendingar at skriva um fleiri ferðir um tíman í einum lítlum sam­ felag, sum tí føroyska. Birgir skilir væl, at miðlarnir hava sett sær fyri at framleiða nógv tilfar, og vendir aftur til tað óndu ótolnu ringrásina, sum brúkarin og framleiðarin hava snoðið seg inn í. – Skalt tú síggjast aftur í øllum tíðindameldrinum, so er miðilin noyddur at hava eitt out-put. Tá kunnu vit venda aftur til hina óndu ringrásina. Við einum stór­ um out-put'i, kann lesarin kenna tað, sum um hann verður mettaður. Bæði lesari og miðil venja seg við, at tað skal vera ein rúgva av tøkum tíðindum. Vit kunnu eisini siga, at hesin áhaldandi tíð­ inda­streymur fer at fóðra til­tak­andi ótolseminum, sum skapar ein bundinskap, og bara krevur fleiri tíðindi. Við tílíkum redaktióninum og høgum og týttum out-put frekvensi, fáa vit automatiskt ein verri tíðindaflutning. – Vit kunnu siga, at júst ótolnið kemur at dríva ein yvirfladiskan tíðindastreym, sum gevur minni og minni meining í almenna rúminum. Hann flytur seg longur burtur frá tí, at seta seg niður í frið og náðum at blaða í einum tjúkkum vikuskiftisblaði, sum er skrivað av vitandi tíðinda­fólki, grafiskt flott og tekkiliga sett upp – og rætt­ lisið! – Tað verður ein ómeta­ liga stór gjógv millum ynski­ dreymin um eina stóra avís og skjóta talgilda floymin av smátíðindum, ið mynda okkara gerandisdag. Á netin­ um eru vit sostatt komin ov langt frá tí sameinandi kvalitetsteksti, sum eigur at vera grundsubstansurin í øllum tíðindaflutningi, sigur Birgir. – Samanumtikið hava fjøl­miðlarnir um allan heim­ in uppælt ein ótolnan miðla­ brúkara, sum er yvirfladiskur og flaksar allastaðni, og tað er vorðið eitt journalistiskt problem, tá ið tíðindafólkini billa sær inn, at tey við ong­ um starvsfeløgum og ong­ ari fígging kunnu veita øllum heiminum tíðindi. Tá hvørvur í hvussu er tann djúptøkni og reflekterendi tíðindaflutningurin, ið eg vil hava, sigur Birgir Kruse at enda. Av misgávum kom skeiv útgava av hesi grein í blaðið í gjár. Niðanfyri prenta vit tí røttu útgávuna. Innihaldið er tað sama, men smávegis rættingar og tillagingar eru gjørdar: