týsdagur 10. februar 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 11. februar 2015 · Nr. 17
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Skulu vitleysu sethúsasølurnar halda fram?
Katrin Joensen
Sum
landsstýrismaður
í
vinnumálum varðar tú av
tryggingarviðurskiftum
í
Føroyum, og harvið eisini
manglandi
ognarskiftis
tryggingum.
Sum sethúsakeypari kom
eg í kaotiska støðu, tá eg
keypti eini hús við umfatandi
goymdum skaða í 2012, - tí
ongin ognarskiftistrygging
er í Føroyum.
Brúkaraverndarlógin kom
annars í gildi í 2011, men hevur
verið óbrúkilig, tí kunngerðin
um tryggingarfulnað fyri ogn
arskiftistryggingar manglaði.
Kunngerðin kom so 27.
aug. í fjør við tí endamálið
at fáa ognarskiftistrygging á
marknaðin.
Í
Vinnumálaráðanum
hava tit tó við kunngerðini
valt ikki at dekka el, vvs og
sopp, - tvs. dýrastu útreiðsl
urnar av goymdum skaða.
Komandi
ognarskiftis
tryggingin verður tí til lítla
nyttu, um hon bert dekkar
goymdar skaðar, sum eru lut
falsliga bíligir at gera í stand.
Sostatt er veruleikin enn
tann, at tá tilboð um ognar
skiftistrygging fer at koma á
marknaðin, eru vit føroyingar
í akkurát líka stórum vanda
fyri at koma serstakliga illa
fyri fíggjarliga av goymdum
skaða, sum vit altíð hava
verið.
At keypa sethús í Før
oyum er tí enn sum at
spæla russiska roulette, - og
ábyrgdin er tín, Jóhan Dahl!
Brúkararvernd
uttanlands
Í londunum rundan um okk
um er økið regulerað við
lóg, og Hægstirættur vísur
í
U20102986/2H
á
enda
málið við lóg um brúkar
vernd: "Som det fremgår
af bemærkningerne til for
slaget til lov om forbruger
beskyttelse ved erhvervelse
af fast ejendom m.v., har det
været hensigten med lovens
regler om modtagelse af til
standsrapport og oplysning
om ejerskifteforsikring at
etablere
en
retstilstand,
hvorefter aftaler om køb
af fast ejendom kun und
tagelsesvis skal kunne give
anledning til, at køberen -
eller andre, som må anses
for indtrådt i køberens krav
- kan fremsætte et krav mod
sælgeren begrundet i en
bygnings fysiske tilstand.”
Við lógarsmíð eigur út
gangsstøðið altíð at verða
at tryggja sær, at endamálið
verður nátt.
Endamálið er væl lýst
í
viðmerkingunum
hjá
Hægstarætti, nevniliga at
veita eina rættarstøðu sum
tryggjar bæði keypara og
seljara. Men Vinnumálaráðið
hevur valt ikki at uppfylla
endamálið, tí tit ikki vilja
veita eitt lógargrundarlag
sum tryggjar nóg umfatandi
við sethúsakeyp.
Tað lógararbeiðið tit hava
gjørt í ráðnum er tí als ikki
nøktandi!
Hví ikki veita
føroyingum eina
brúkbara loysn?
Hvør er orsøkin til ikki at
veita okkum føroyingum
eina brúkbara loysn, eins og
í øðrum londum?
Tað kann neyvan verða
manglandi byggilóggáva, tí í
Danmark ber til at fáa veitt
sær
ognarskiftistrygging
við keyp av gomlum húsum,
bygd innan byggilóggáva
gjørdist veruleiki. Tí letur
tað seg sjálvsagt eisini gera í
Føroyum.
Orsøkin kann heldur ikki
verða, at føroysk sethús eru
verri fyri viðv. soppi enn
sethús í øðrum londum. Ein
serfrøðingur á økinum segði í
Sosialinum tann 8. sept. 2014,
at vit í Føroyum faktiskt eru
betri fyri enn aðrastaðnis
orsakað av luftfugtigheit og
veðurlagi.
So hvør er orsøkin til at
Vinnumálaráðið ikki vil veita
føroyingum eina fullfíggjaða
ognarskiftistrygging?
Okkara støða,
orsakað av manglandi
ognarskiftistrygging
Tá man, sum í okkara føri,
kemur í hóslag við fyrr
verandi eigarar sum ikki
viðurkenna sína ábyrgd, tó
skaðin uttan iva er uppstaðin
í teirra tíð í húsinum, so setur
tað nýggju eigararnar í eina
fullkomiliga kaotiska støðu.
Vit liva nú á triðja ári við
ógvusligu avleiðingunum av
einum trupulleika, sum ein
onnur familja upprunaliga
eigur, – tí økið ikki er lógar
regulerað.
Vit gjørdu annars alt vit
kundu frammanundan, fyri
ikki at enda í støðuni: vit
bóðu um bústaðarlýsingina,
sum vísti, at húsini høvdu
eina góða søgu og ongan
skaða hvørki høvdu ella
høvdu havt. Ein bústaðar
lýsing, sum síðani vísti seg
at verða serstakliga langt frá
veruleikanum, nú sýnsmaður
hevur staðfest, at húsini hava
goymdan skaða fyri næstan
hálva millión.
Vit høvdu fakfólk við
at hyggja eftir húsinum,
og tíverri var veðrið gott
hendan dagin, so ongin fekk
mistanka um skaða millum
skins og hold. Goymdur skaði
er ....logiskt nokk...goymdur!
Faktum er, at ein í flestu
førum skal hava búð í einum
húsi fyri at fáa mistanka, at
goymdur skaði er. Sum húsa
eigari kemur tú jú at kenna
tíni hús væl við árunum og
gerst tí skjótt tilvitaður um,
at eitthvørt ikki er sum tað
eigur at vera. Ikki tí, - í okkara
føri var tað als ikki neyðugt,
tí yvirtøkudagin var vindur
og regn, og ættin lá soleiðis,
at soppaskaðin avdúkaði seg
sjálvan umgangandi.
Í Føroyum er ikki óvanligt
í slíkari støðu, at fyrri eigari
tekur
annaðhvørt
fulla
fíggjarliga ábyrgd ella tekur
húsini aftur, netup tí ongin
ognarskiftistrygging finnist,
og støðan ikki skal ganga
útyvir tey sum ótilvita eru
komin í hana. Men so er ikki
í okkara føri.
Tá nú fyrru húsaeigarar
ikki hevur ætlanir um at taka
ábyrgd av skaðanum, hevði
ein
ognarskiftistrygging,
sum tryggjar móti soppi eins
og tann í Danmark viðført, at
vit langt síðani vóru komin
úr aftur hesi kaotisku støðu.
Men
uttan
fullfíggjaða
ognarskiftistrygging
hava
vit og onnur við okkum ikki
annan møguleika enn at
fara í rættin við slíkum máli.
Tað er tó ikki gongd leið! At
verða í hondunum á trygg
ingarfelagið, sýnsmonnum
og advokatum nú vit fara
inn í triðja árið av hesum
málinum uttan at vera komin
stórt víðari hevur viðført, at
vit nú eru útlúgvað.
Avleiðingar av longu
málsviðgerðartíðini
Øll vita vit, at ósemjur sum
viðføra rættarmál kunnu
taka ár, og hetta málið hev
ur nú tikið so langa tíð, at
vit hava ikki fíggjarligan
møguleika at flyta inn aftur í
húsini, tá tey eru sett í stand,
– um enn vit vildu.
Hetta tí vit tóku 5 ára
danskt skoðalán, fyri at
gjalda 2. veðrætt niður skjót
ast, eins og so nógv onnur,
ið ynskja sær skipaði fíggj
arviðurskifti. Vit hava tó
verið tvungin til at steðga
láninum, tí vit aftur mugu
leiga, og samstundis gjalda
lánsrentur
umframt
um
fatandi eykaútreiðslur av
sethúsinum
við
goymda
skaðanum. Eyðsæð er, at
slík áhaldandi meirútreiðsla
koppar einari fíggjarætlan,
óansæð hvussu skilagóð hon
sá út innan keypið.
Verandi støða førir við
sær, at tá vit koma til ár 5 av
lánstíðini og danska lánið
fellur til gjaldingar, mangla
vit enn at gjalda fyri hesi
árini við óætlaðu meirút
reiðslunum orsakað av ver
andi støðu. Vit fara tískil at
fáa tvey dýr lán samstundis,
og tí er longu greitt, at vit
hava ikki møguleika at fíggja
húsini framyvir.
Avleiðingarnar fyri okkum
sum familju hava longu verið
umfatandi, bæði fíggjarliga,
heilsuliga
og
persónliga.
Húsini mugu nú seljast við
skaðanum, og vit hava útlit
til stórtap. Verandi støðan fer
tí ivaleyst at merkja okkum
fíggjarliga restina av lívin
um.
Eg fari tí ikki at viðmæla
øðrum, sum koma í okkara
støðu, at fara rættarvegin.
Tað er ikki gongd leið at fara,
netup tí málsviðgerðartíðin
er so long, og avleiðingarnar
tí eru væl meir umfatandi
enn neyðugt.
Alternativið er ósakligar
sethúsasølur, har sethúsa
eigarar fyri at sleppa burtur
úr trupulleikanum við um
fatandi goymdum skaða selja
víðari og eftirfylgjandi goyma
seg aftanfyri “Eg visti ikki av”,
- ein avgerð ið setur næstu
eigarar í katastrofala støðu.
Tað er jú neyvan av tilvild
at næsti eigari sum regul
beinanvegin finnur fram til
størri goymdan skaðan.
Soleiðis gongur tað fyri
seg í Føroyum- enntá við so
kallaðum
professionellum
meklarafyritøkum
sum
millumlið. Fullkomuliga vit
leysar
sethúsasølur
fara
fram, ið fíggjarliga gera
av við erligar familjur, ið
velja rættarvegin fyri at fáa
staðfest ábyrgd, tí samfelagið
ikki tryggjar sethúsakeyp
arar í neyðugan mun.
Vit hava 4 børn at taka
atlit til, ongi útlit til at málið
fíggjarliga fær nakran enda,
og vit orka ikki meira!
So hvussu ætlar tú sum
evsti ábyrgdarhavandi av
tryggingarviðurskiftum
at hjálpa okkum úr hesi
støðu Jóhan Dahl? Og hvat
ætlar tú at gera fyri at aðrir
borgarar ikki skulu koma í
okkara støðu?
Skulu hesar vitleysu set
húsasølurnar halda fram - við
tær sum ábyrgdarhavandi
landsstýrismanni?
4. februar 2015.
Til Jóhan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum