Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-10, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. februar 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 11. februar 2015 · Nr. 17 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 merkisdagar Diamantbrúdleyp Fríggjadagin 13. februar hava Lilljan og Janus Sørensen, Húsavík, Diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Havn 14. februar í húsinum hjá Kiwanis, Jøkulstræti 4. Familja, vinir og kenningar eru vælkomin frá kl. 15.00 Gullbrúdleyp hjá Fríðhild og Símun Abrahamsen, Fuglafjørđur Fríggjadagin 20. febru­ar hava vit, Frí­ð­hild og Símun, verið gift í 50 ár. Tað hevði glett okk­um, um familja, vinir og kenn­ingar komu at feira gull­brúd­leyps­dagin saman við okk­um. Dagurin verð­ur hildin í Skóta­hús­inum við Løkin í Runa­vik fríggja­dag­in 20. februar kl. 18.00. Um tit ynskja at halda dagin saman við okkum, eru tit vælkomin at melda tykkum til á tlf. 212252 ella 225577 í seinasta lagi fríggjadagin 13. februar. Gullbrúdleyp Leygardagin 14. februar kunnu hjúnini Hansina og Magnus Pauli Johannesen Kollafjørð halda gullbrúdleyp, dagurin verður hildin í missiónshúsinum í Kollafirði frá kl. 17, øll er hjartaliga vælkomin Gullbrúdleyp hjá Matheu og Finnbjørn Hansen, Leirvík 20. február hevur hetta fitta vakra parið verið gift í 50 ár. Í hesum sam­bandi ætla vit at feira dagin í Bygdarhúsinum í Leirvík fríggja­dagin 20. februar kl 19. Um tit ynskja at gleðast saman við gull­brúðarparinum, eru tit vælkomin at melda tykkum til á tlf 603111, 222301, 222302 ella 227362 í seinasta lagi fríggjadagin 13. februar. Vit gleða okkum at síggja tykkum. Diamantbrúdleyp Tann 19. februar eru tað 60 ár síðan vit blivu gift. Vit eru komin ásamt um ikki at halda dagin. Nicolina og Torleif Brúdleyp Leygardagin 18. apríl giftast Edith Marnersdóttir Egholm, Vestmanna, og Pætur Rein Jensen, Tórshavn. Vígslan verður í Vestmanna Kirkju kl. 14. Veitslan verður í Dansifrøi kl. 18.30. Tey, ið vilja gleðast saman við okkum hendan dagin, verða vinaliga biðin um at siga frá áðrenn 28. mars á tlf 264912 ella 222525. Ella umvegis t-post:  edith.marnersdottir@gmail. com ella patur.rein@gmail.com Brúdleyp Leygardagin tann 4. apríl giftast Annika Rúnadóttir Gjógvará, Tórs­havn og Virgar Enghamar, Tórs­havn.Vígslan verður í Vesturkirkjuni kl 13. Veitslan verður hildin fyri inn­bodnum í Dansifrøði kl 17. Brúðar­hús verður 5. apríl í felagshúsinum í Stóragerði frá kl 16, har øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin tann 4. apríl giftast Inga Beder, Fuglafjørður og Per Martin Gregersen, Norðragøta. Vígslan verður í Fugla­ fjarðar kirkju kl. 13. Móttøka verður í Gøtu Arbeiðarafelag, Gøtuvegur 12, Gøtugjógv frá kl. 18, har øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 21. februar giftast Majgunn Petersen, Tvøroyri og Dan Mortensen, Trongisvágur. Vígslan verður í Tvøroyrar Kirkju kl. 11.00. Opið hús verður í Skúlagarðinum í Trongisvági frá kl. 14-19. Øll eru hjartaliga vælkomin.