Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. februar 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. februar 2015 · Nr. 17 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu tá okkara kæra Signhild oman Tún f. 17. juli 1920 – d. 24. des. 2014 andaðist og varð jarðað. Somuleiðis takka vit øllum, sum á ein og annan hátt hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Vegna familjuna Anna Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá góða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Jovina Mørk f. 29.12-1923 – d. 9.1-2015 andaðist og varð jarðað. Takk fyri alla hjálp til jarðarferðina og gávur til heimið í Vallalíð. Ein serstøk tøkk til starvsfólkið í Vallalíð fyri tykkara umsorgan øll árini, hon búði har. Familjunnar vegna Magdalena, Jógvan Martin og Mortan Eina hjartans tøkk vilja vit veita fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá okkara elskaði maður, pápi, verpápi, abbi, langabbi, bróðir og svágur Thomas Juul Askham varð tikin heim 17. januar 2015. Ein serlig tøkk til Hjalgrím Davidsen og Gulak Hansen fyri góð orð til bønarhaldið á Mørkini, takk til Teir 5 úr Norðstreymi fyri sang á Mørkini. Ein serstøk tøkk til Mørkina fyri tíðarskeiðini, hann var til umlætting, takk fyri umsorgan og hjálpsemi. Eisini ein serstøk tøkk til heimasjúkrasystrarnar í økinum fyri altíð at vera klárar við hjálp, tá vit ringdu. Ein serstøk tøkk til Berg Debes Joensen fyri vælvald og troystarík orð í kirkjuni. Takk til Oasu-brøður og Teir 5 úr Norðstreymi fyri sang í kirkjuni. Takk til berarar, kirkjutænarar og gravarar. Hjartans tøkk til Oasuna, har vit fingu loyvi at hava ervið, takk til kvinnur og menn fyri stórt hjálpsemi. Takk fyri blómur, kransar og heilsanir. Hjartans tøkk til tykkum øll, sum komu til bønarhaldið á Mørkini og øll tit, sum komu í Vesturkirkjuna og fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Familjunnar vegna Ingibjørg Ruth, Ella og Rúna Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu okkum samkenslu, tá okkara kæra mamma, omma, langomma og vermamma Marita F. S. Johannessen Leirvík f. 30.07.1920 - d.12.12.2014 andaðist og varð jarðað. Takk til Anne Mette Klemensen, prest, fyri troystarrík orð. Takk til sangarar og fyri hjálp til ervið. Takk fyri heilsanir, blómur og peningagávur til Giljagarð. Ein serstøk tøkk til starvsfólkini á Giljagarði fyri góða umsorgan. Familjunar vegna Kristianna, Heðin, Kristian, Jónhild og Maria Vit gravera nýggj nøvn og væla um skriftina á gomlum gravsteinum. Danstein www.danstein.fo Runavík Gerðisvegur 17 Tórshavn Marknagilsvegur 86 Tel 21 75 12 Gravsteinar og blómubeð • Prísir við litum verða eisini sendir um alt landið • Skjót avgreiðsla • Bílegg í góðari tíð. Um ynsk- ist og møguleikar eru fyri tí, verður steinurin uppsettur. k r e a