týsdagur 10. februar 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. februar 2015 · Nr. 17
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
svimjing
Soleiðis er støðan í føroyskari svimjing í dag. Longu nú hava 14
svimjarar klárað kravtíðirnar til oyggjaleikirnar á Jersey í summar.
Her er ein støðumeting av føroyskari svimjing anno 2015
Altjóða
mál í
eygsjón
Tróndur Arge
Føroysk svimjing er væl
fyri í løtuni, men hóast
nakrar avbjóðingar, so eru
framvegis nógvir góðir og
kappingarførir
svimjarar.
Um vikuskiftið var stevna í
Klaksvík, og longu nú hava
samanlagt
14
svimjarar
klárað kravtíðina til oyggja
leikirnar. Talan er um níggju
mannligar
svimjarar
og
fimm kvinnuligar svimjarar.
Vónaðu átta – fingu 14
Formaðurin
í
føroyska
svimjisambandinum, Rókur
í Jákupsstovu, er fegin um
góðu úrslitini. Upprunaliga
varð vónað, at átta svimjarar
skuldu klára hørðu oyggja
leikatíðirnar. Tí hevði svimji
sambandið eisini boða frá, at
um ikki átta klárðu tað, so
kundi koma upp á tal at taka
eykasvimjarar við, so nokk
var til stafettirnar, ið plaga
at verða seinasta svimjingin
á oyggjaleikunum.
– Kravtíðirnar eru harðar,
so vit væntaðu og vónaðu, at
eini átta fór at klára tær, so
at vit høvdu nokk til stafett
irnar. Við fyrilit fyri tí, so
fráboðaðu vit tá, at tað kundi
koma upp á tal at taka eyka
svimjarar út, til at manna
stafettirnar, greiðir Rókur í
Jákupsstovu frá og leggur
afturat;
– Akkurát tað er ein
luksustrupulleiki nú.
Luksustrupulleikin
setir svimjarar
í tvístøðu
Luksustrupulleikin
kann
eisini blíva enn størri, tí tað
eru aðrir svimjarar, sum eru
beint uttanfyri kravtíðirnar.
Her er talan um svimjarar,
sum í fleiri førum hava betri
tíðir frá FM í fjør, ið er uttan
fyri kravtíðarskeiðið, enn
beint nú.
– Tað er sera gott, at so
nógv hava klárað kravtíðina
longu nú. So kunnu tey byrja
at tilrættisleggja venjingina
fram ímóti oyggjaleikum,
sigur Rókur, men tað er við
einum fyrivarni;
– Sjálvsagt er ein ávís
ur vandi fyri, at tey verða
koppað til eitt nú úttøku
stevnuni í apríl. Also at tveir
svimjarar svimja skjótari í tí
greinini, so teir koma víðari í
staðin fyri, greiðir Rókur frá.
Hetta setir svimjararnar í
eina tvístøðu í samband við
venjing. Tað er at tey, sum
longu hava klárað kravtíð
irnar, men kenna seg hótt,
kunnu leggja seg eftir at
svimja enn skjótari til út
tøkustevnurnar. Hetta kann
ganga
útyvir
venjingina
fram
til
oyggjaleikunum,
sum kann kosta eitt sindur
til ta kappingina.
– Hóast tað kann kosta á
oyggjaleikunum, so er talan
um tvey fet fram og eitt fet
aftur. Tað er hóast alt eitt fet
fram samanlagt, heldur for
maðurin í svimjisamband
inum fyri.
Hin taktikkurin hjá svimj
arunum er, at tey eru vís í
síni úttøku og byrja tunga
venjing longu nú, so tey
toppa til oyggjaleikirnar. Tað
er so eitt val, sum føroysku
svimjararnir mugu taka.
Størsti
svimjihópurin,
sum hevur verið við til
oyggjaleikirnar er 17. Tað var
á Rodos í 2007.
Føroysk svimjing
væl fyri
Formaðurin
í
svimjisam
bandinum er væl nøgdur við
støðið í føroyskari svimjing.
Tað hava verið nakrar av
bjóðingar í seinastuni og
nakrar svimjarar eru givnir,
men støðið er høgt.
– Føroysk svimjing er
hóast alt væl fyri. Vit hava,
sum so ofta, mist onkrar
svimjarar, og hava havt
aðrar avbjóðingar. So sum
tá Ægir mátti minka um sítt
virksemi, vegna umvæling
av svimjihøllini í 2013 og
2014. Tað vísir seg lukkutíð,
at nýggj koma til, sum gera
tað eins væl og betri, sigur
Rókur.
Hann leggur afturat, at
tað sjálvandi eru ting, sum
føroysk svimjing hevði hugs
að sær var betri, men tað
gongur.
– Tað hjálpir ein heilan
deil, at meðal føroyingurin,
eftir øllum at døma, er væl
egnaður til sovorðið sum
svimjing og rógving. Hóast
vit ikki eru nógv, so eru tað
lutfalsliga nógv, sum kunnu
hetta her, sigur Rókur.
Kunnu vænta
gull á Jersey
Rókur er spentur upp á
summari, sum er fyri framm