Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. februar 2015 sosialurin 18 6 Barbara Holm E g kann gott fara út. Hetta eru Føroyar og einki hendir mær her. Eg má royna. Tað var tað, 20 ára gamla Lisa hugsaði fyri 14 døgum síðani, tann 24. januar, tá ið hon eftir drúgva sjúkra­legu við angist loksins hættaði sær at fara út at koyra biltúr við vin­ fólk­unum. Fyri seks mánaðum síðani fekk Lisa diagnosuna angist. Lisa var í Danmark við vinkonuni seint í fjør­ summar, og brádliga fekk hon eina løgna kenslu í kroppin. Heimkomin gjørdist støðan verri. Hendurnar fóru at sveitta, hjartað fór at banka og trupult var at anda. – Eg visti ikki, hvat hendi. Eg varð bangin og stúrdi fyri tí ringasta. Men tá eg fekk boð um, at tað var angist, so visti eg, at eg kundi arbeiða við tí sjálv, sigur unga kvinnan, sum síðani hevur fingið sálarfrøðisliga hjálp. Hví hon fekk angist, veit hon ikki. Sjúkan valdi hana, og tað finst helst eingin frágreiðing um, hví so er. Miðvíst og við áhaldni hevur unga kvinna tó arbeitt við sínari sálarligu sjúku, og tað byrjaði at ljósna. Summir dagar hava verið betri og aðrir verri. Desember mánaður var ein av teimum ringu, og hon sat fyri tað mesta inni og nýtti dagarnar við telduna. Meðan angistin av álvara gjørdi um seg, orkaði Lisa bara at vera heima og royna at koma fyri seg. Hetta fríggjakvøldið í januar megn­aði hon tó at lurta eftir vin­fólk­ unum og fara ein túr út við teimum. Ein vinmaður spurdi, um hon kundi koyra seg heim til ein drong í býnum. Jú, hugsaði Lisa, nú má eg heldur taka meg saman og fara út ein túr. Einki hendir allíkavæl. Hetta eru jú Føroyar. Men hetta kvøldið vóru Føroyar ikki tað, tær plagdu. Fór ímillum og varð álopin Lisa, ein vinkona og vinmaðurin vóru í bilinum. Lisa koyrdi og vin­ konan sat frammanfyri. Ávegis eftir vinmanninum tosaðu Lisa og vin­ konan um, at tær kanska skuldu koyra ein lítlan biltúr, eftir at tær høvdu sett hann av. Klokkan var farin av fimm, so tað var blivið nakað seint. Men tær høvdu ikki sæð hvørja aðra so leingi, so tær ætlaðu kortini at fara ein lítlan túr ígjøgnum býin. Tað var eitt sera vakurt kvøld. Kavin klæddi vegir­nar og húsatekjurnar, og stilt og turt var í veðrinum. Ávegis til húsið hjá hesum dreinginum, vinmaðurin skuldi fara til, hugsaði Lisa, at tað var ein inni í húsunum, sum vinmaðurin var óklárur við. Men júst hvat ósemjan snúði seg um, visti Lisa ikki. Tá tey steðgaðu í túninum kom ein ungur maður, eini tvey-trý ár eldri enn Lisa, rennandi yvir til bilin, lat hurðina aftanfyri upp, og byrjaði at hála í vinmannin. Ungi maðurin var illur, og vildi hava vinmannin at koma úr bilinum. – Eg sá fyri mær, at alt fór í sor. At bilurin kundi fara illa og at vin­ maðurin hjá mær kundi blíva álopin, greiður Lisa frá. Uttan at hugsa seg um loypur Lisa úr bilinum við einum ísskavara í hondini, rópar eftir unga mann­inum og biður hann sleppa sær av­stað. Men skjótt gjørdist Lisa sjálv offur fyri hansara harðskapi. – Tá hann varnaðist, at eg stóð har og rópti eftir sær, vendi hann sær við og leyp á meg ístaðin. Hann sló meg fleiri ferðir í andlitið, inntil eg datt niður, greiður unga kvinnan frá. Tá hon varð dottin niður, helt hann fram. Tá komu spørkini. – Hann sparkaði meg í andlitið umaftur og umaftur, og eg haldi, hann helt í mær ímeðan hann sló, men eg eri ikki vís í tí, sigur Lisa. Tá læknin segði, at andlitið varð brotið í tveimum støðum, so visti eg, at hetta var minst so ógvusligt, sum eg upp­livdi tað« persónssøga – Eg sá fyri mær, at bilurin fór í sor, og at vinmaður mín fór at verða illa bankaður. So eg fór út við einum ísskavara í hondini og royndi at fáa hann avstað. Men tá legðist hann á meg og sló og sparkaði meg í høvdið. Alt er eitt sindur kámt eftir tað, tað sigur 20 ára gamla Lisa, sum fyri 14 døgum síðani var álopin í Havnini Sparkað og sligin til óvits 20 ára gomul kvinna álopin í Havn Privatmynd Eitt av brotunum í andlitinum á Lisu var undir høgra eyga