Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2015síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. februar 2015 sosialurin 18 7 »Eg havi ikki sæð ella hoyrt nakað frá honum. Og tað, sum eg kanska stúri mest fyri er, at hitta hann, tá hann er edrúur, og at hoyra hann biðja um fyrigeving« Tað vardi leingi. – Ella, sigur Lisa – Tað kendist í øllum førum sum, at álopið vardi alt ov leingi. – Eingin varnaðist, hvat hendi, haldi eg. Eg haldi ikki, at vinkona mín varn­aðist hvat hendi, og vinmaðurin reager­aði, men eingin okkara minnist, akkurát hvat hendi. Men eftir at eg var sloppin undan, legðist brotsmaðurin aftur eftir vinmanninum, sigur Lisa. Seinni fekk vinmaðurin eina pentu í pannuna. Tey minnast ikki, hvussu tey fingu brotsmannin burtur frá Lisu. Eingin teirra minnist ta løtuna, men Lisa heldur, at onkur hevur togað hann burtur. Lisa veit ikki júst, hvør sá álopið og um nakar hjálpti til. Hon undrast á, at eingin náddi at steðga brots­ mann­inum, áðrenn skaðin gjørdist so ógvusligur. – Eg hugsi bara, at frá tí fyrsta slagnum í andlitið og til eg liggi á veg­num, gongur ein góð løta. Tað virkaði í øllum førum, sum ein long løta, har eingin gjørdi nakað fyri at hjálpa mær, sigur Lisa. Men júst hvør var har og hví eingin gjørdi meira, veit Lisa ikki. Tann løtan er horvin frá minninum. Blóðið fleyt Tað næsta Lisa minnist er, at hon kom út á Landssjúkrahúsið, har hon hitti tveir løgreglumenn, sum vóru komnir í øðrum ørindum. – Teir bóðu meg fara beint av sjúkra­húsinum oman at melda hann, og tað gjørdi eg, sigur Lisa. Men fyrst varð tað ein long løta á Landssjúkrahúsinum, tí blóði fleyt úr and­litinum, og í okkurt um ein hálvan tíma sótu tær hjá læknanum, sum royndi at steðga bløðingunum. Vin­konan ringdi eftir mammu Lisu, og Lisa vildi tryggja sær, at hon var rein, áðrenn mamman kom. – Eg hugsaði bara, at mamma mátti ikki síggja meg so fulla í blóði. Hon hevði blivið so skelkað, greiður Lisa frá. Andlitið var sera hovið, og tá bløðingarnar vóru steðgaðar, bað læknin Lisu koma aftur nakrar dagar seinni. Hon mátti kannast, tá hon ikki var so hovin longur. Við bláum eyga og merkjum um alt andlitið fekk Lisa vaskað tað ring­ asta blóðið burtur, og síðani gekk leiðin oman á løgreglustøðina. Tvey brot í andlitinum Eftir Lisa hevði verið á løgreglustøðini og meldað brotsmannin, fór hon heim saman við mammuni. – Eg mátti fara undir brúsu sjálv­ andi. Blóð var allastaðni, hárið var tjúkt í blóði. Og tá eg vaknaði aftur, fór eg aftur undir brús. Eg bleiv við at føla meg skitna, sigur Lisa. Fýra dagar seinni fór Lisa aftur á Landssjúkrahúsið fyri at kanna, hvørjir skaðar álopið hevði havt við sær. Áðrenn hetta hevði ein javnaldri skrivað til hennara, at álopið als ikki var so ógvusligt, sum hon bilti sær inn. Men eftir at hava verið aftur hjá læknanum og í røntguni var greitt, at umframt bløðingar og svøllingar, vóru eisini tvey ymisk brot í and­lit­ inum. – Eg helt eina løtu, at tað kanska bara var eg sjálv, sum upplivdi tað so ógvusligt. At eg bilti mær inn, at tað var verri, enn tað í grundini hevði verið. Men tá læknin segði, at andlitið varð brotið í tveimum støðum, so visti eg, at hetta var minst so ógvusligt, sum eg upplivdi tað, sigur Lisa. Nøsin og beinið undir eyganum vóru brotin, og smáskaðar vóru í kjálkabeininum. Men tíbetur vóru brotini so rein, at neyðugt var ikki at skurðviðgera. Pínan, sum fylgdi við, var ein løgin pína. Lisa fekk ógvuliga ilt av at eta, og fekk ikki reiðiliga sovið, tí hon var so bangin fyri at liggja skeivt um nátt­ina og soleiðis oyðileggja nøsina, sum var brotin. Men tann ringasta pínan var tann sálarliga. – Eg haldi eg hevði meiri pínu inn­aní, enn uttaná. Eg var skelkað. Eg skilti ikki beinan vegin, at hatta var hent mær. At eg var blivin álopin, sligin og sparkað. Tað er ringt at skilja, sigur Lisa. Boðini frá læknanum vóru, at hon ikki skal renna ella røra seg ov nógv komandi vikurnar. Brotini í and­lit­ inum skulu lekja, og tað krevur, at hon bindur frið og ansar sær. Torir ikki út Í skrivandi stund eru tað 10 dagar, síðani Lisa varð álopin. Uttaná er hon ein vøkur og sterk kvinna, men inn­aní verður ein dystur leiktur. Enn veit hon ikki, um hendingin fer at birta uppundir angistina, ella um hon fer at koma út aftur hinumegin, sterk­ari enn hon hevur verið. Higartil hevur tað gingið væl. Men dagarnir eru fyltir av einari byrjunarkenslu av ang­ist, og tí vil Lisa ikki vera nógv úti. Hon veit ongantíð, nær hon hittir brots­mannin aftur, og tað órógvar hana. – Eg havi ikki sæð ella hoyrt nakað frá honum. Og tað, sum eg kanska stúri mest fyri, er at hitta hann, tá hann er edrúur, og at hoyra hann biðja um fyrigeving. Eg havi lætt við at fyri­geva fólki, men eg ynski ikki at fyri­geva honum hetta. Ikki enn, sigur Lisa. Lisa og brotsmaðurin kennast ikki, men tey eru áleið javngomul. Edrúur er hann av friðarligastu fólkum, men tað er, tá brennivín og líknandi koma uppí leikin, at hann gerst harðligur. – Eg ræðist eisini at hitta hann aftur, meðan hann er ávirkaður. Eg haldi mær frá at fara ymisk støð, har eg hugsi hann kann vera, sigur Lisa. Seinastu dagarnar hevur Lisa hugsað nógv um ógrundaðan harð­ skap móti kvinnum. Hon er skelkað um, at slíkt veru­ liga hendir í øllum londunum kring okkum, og at tað eisini kemur fyri í friðaligu Føroyum. Tað, sum ørkymlar hana mest, er, at brotini í andliti hennara helst ikki fara at kosta brotsmanninum meira enn nakrar mánaðir handan rimar. Málið liggur nú hjá løgregluni, men enn er óvist nær málið kemur fyri rættin. Hvussu er og ikki, so er eingin ivi um, at 20 ára gamla kvinnan úr Havn fer at minnast aftur á hesa nátt­ina, sum eina ta ringastu í henn­ ara lívi. Les meir um alkohol og harðskap á næstu síðu Visti tú? Harðskapur er orsøkin til 1,4 mió. andlát árliga í heimshøpi  Kvinnan, sum greiður frá harðskapshendingini í hesari grein, vil vera dulnevnd. Lisa er ikki hennara rætta navn, men Sosialurin kennir samleika hennara. Orsøkin til, at kvinnan er dulnevnd er, at hendingin framvegis er eitt løgreglumál.