Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. februar 2015 sosialurin 18 8 harðskapur Alkohol kann lyfta lok av í ólukkumát – Alkohol hevur lyndi til at kveikja annars svøvntungar kenslur, loysa bond og lyfta lok av – ofta í ólukkumát, sigur Eyðun Joensen, sálarfrøðingur Eyðun Klakstein F ólk, sum fremja til­vildar­ligan harðskap, hava stundum sjúk­liga atferð, sum kann verða útloyst av alkoholi. Tað sigur sálarfrøðingurin Eyðun Joensen, sum gjøgnum árini hevur mentalkannað og viðgjørt nógv fólk, ið hava framt brotsgerðir. Á síðunum framman fyri hesari greiðir ung kvinna frá skakandi hending, tá hon varð útsett fyri ógvisligum tilvildarligum harðskapi. Søgan hjá kvinnuni er tíverri ikki nakað eindømi. Spurningurin er, hvat fær fólk at fremja tilvildarligan harðskap ímóti fólki, tey kanska als ikki kenna og í grund­ini ikki hava ætlað at gjørt seg inná. – Ávísur harðskapur – aggressión – hevur helst verið náttúr­ligur og stundum neyð­ugur eginleiki hjá frum­menn­iskjum til tess at lívbjarga sær. Men harfrá og so til at fremja óneyðugan, mannavondan og kanska ótilvitaðan harðskap uttan beinleiðis adressu er eitt langt lop og stundum sjúklig atferð, sigur Eyðun Joensen. – Óætlaður harðskapur verð­ ur stundum framdur í sinnis­muni, sum affekt­handl­ing ella entá affekt­ eksplosión, har sinnið kókar yvir og rímu­lig aging samstundis er koplað úr ella óvirkin, sigur hann. – Hvat drívur verkið er ilt at siga. »Fá  kenna gruggið í egnum sálar­ dýpi«, og mong gerast illa við og heit um skallan, tá og um sinnisliga ketan loypur av, ella vitbornu brems­ ur­nar svíkja. Alkohol ávirkar Eyðun Joensen vísur á, at alkohol stundum kann hava ein avgerandi leiklut í harð­skaps­hendingum. – Alkohol er jú, sum evni eitur, fyri heilan og fyri tað kemiskt í ætt við upp­loys­ingar­evni til eitt nú máling. – Alkohol hevur ávirkan á heilans virki, men hjá nógvum er tað við máta og ikki til nakran stóran skaða. Onnur vísa seg als ikki at tola alkohol og kunnu í rúsi ótilvitað koma at gera um seg í ólukkumát til stóra sorg fyri seg sjálvi, síni og tey, sum til dømis alkoholiskt upp­ gearaður harðskapur gong­ur útyvir, sigur hann. – Alkohol hevur lyndi til at kveikja annars svøvn­tung­ ar kenslur, loysa bond og lyfta lok av – ofta í ólukku­mát, sigur Eyðun Joensen.   Sjúkligur rúsur Tað finnast fleiri alkohol­fongdar sálarsjúkur í al­heims sjúkuskráseting – tær eru bólkaður innan sjúku­sálar­ frøði. – Ein slík alkoholsjúka av mongum er sjúkligur – ella patalogiskur – rúsur, har per­sónur kann reagera óvæntað ógvisligt og púra ólíkt sær sjálvum. Hetta kann verða í minnisloysi og javnan eftir sjálvt mátaligar mongdir av alko­holi, sigur Eyðun Joensen. – Slík fólk eru ofta fyri uttan­ fyristandandi ikki til at kenna aftur í atburði og med­ferð. Tey eru óð í brenni­víni, tola bert lítið av, ja ikki dropan, og tey leika í til harðskap í mussa­skøði ella enntá við nevum. Tey kunnu eisini missa aðrar náttúrligar bremsir til dømis innan kynsligan atburð. – Viðgerðin fyri tílík fólk er heilt einfalt fullkomið fráhald, síðani løðurin kann verða alt ov vandamikil  fyri bæði tey sjálvi, onnur og samfelagið alt, sigur Eyðun Joensen. Sálarfrøðingur: »Summi fólk vísa seg als ikki at tola alkohol og kunnu í rúsi ótilvitað koma at gera um seg í ólukkumát til stóra sorg fyri seg sjálvi, síni og tey, sum til dømis alkoholiskt uppgearaður harðskapur gongur útyvir« Eyðun Joensen, sálarfrøðingur