Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. februar 2015 sosialurin 18 9 Óvanligt at kvinnur verða álopnar Tað er ikki á hvørjum degi, at kvinnur verða álopnar í Føroyum. Tað er heldur ikki vanligt, at ógrundaður harð­skapur verður framdur. Tað sigur Kristina Christiansen, sum er vaktleiðari hjá løgregluni Barbara Holm Ó grundaður harðskapur er sera sjáldsamur í Føroyum. Tað mest vanliga er, at onkur ósemja hevur verið áðrenn, sum síðani endar við harðskapi. – Tað er óvanligt at verða álopin uttan víðari í Føroyum, vísur Kristina Christiansen á. Hon sigur at tað er púra til­vildar­ ligt, at júst tvær kvinnur hava verið fyri harðskapi í býnum seinastu tíð­ ina. Tað mest vanliga er, at tað eru menn sum berjast, ella at kvinnur sláa menn. – Bæði kynini eru umboðaði í harð­skapsmálum, men tað eru kort­ ini nógv fleiri menn enn kvinnur bæði sum gerningsmenn og offur, sigur Kristina Christiansen. Løgreglan ferðast javnan runt skúlarnar í landinum fyri at undirvísa í millum annað harðskapi. Endamálið við hesum er júst at uppala okkara ungu til at ansa sær í býnum, og at gera tey varug við, at harðskapur ongantíð loysir nakra ósemju. barbara@sosialurin.fo Løgreglan: Knapt hundrað harðskapsmeldingar árliga Politiið í Føroyum hevur hagtøl yvir hvussu nógv mál verða meldað. Ein hagtalsbólkur snýr seg um kapittul 25 í revsilógini og eitur »Forbrydelser mod liv og legeme bl.a. manddrab og vold mod sagesløs« Revsilógin kap. 25 § 244 Den, som øver vold mod eller på anden måde angriber en andens legeme, straffes med bøde eller fængsel indtil 3 år 2010 2011 2012 2013 Tal av meldingum: 82 97 81 94