Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. februar 2015 sosialurin 18 10 – Hevur tú illgruna um, at daman gongur ótrúgv, kanst tú púra ómakaleyst sláa upp, hvønn hon hevur samskift við. Skipanin kann og verður misbrúkt, siga tvey fyrrverandi starvs­fólk hjá ávikavist Føroya Tele og Vodafone Okkara upplýsingar tema TínAr telefon­ upp­lýsingar verÐa misnýttar – Eg vóni tit vita, at tað er brot á tagnarskylduna, at eitt fyrrverandi starvsfólk hjá okkum úttalar seg um innanhýsis viðurskifti. Tað vildi stjórin í Vodafone minna okkum á Sosialinum á, tá ið spurt var inn til eftirlitið við starvsfólkunum í Voda­fone, í samband við tað, sum fyrr­verandi starvsfólkini hjá tele­ fyri­tøkunum hava upplýst fyri Sosialinum. Hjá Vodafone er tað skipað á sama hátt sum í Føroya Tele. Hvørt starvsfólk hevur eitt log-in, og alt, sum starvsfólkini gera, verð­ ur skrásett í skipanini hjá tele­fyri­ tøk­uni. Men tað ber til at misnýta skipan­ina, um starvsfólk ynskja tað. Vodafone heldur ikki eftirlit við, um ein kundi veruliga hevur biðið starvs­fólk hjá Vodafone hyggja eftir sínum upplýsingum. Tað merkir, at tey flestu í fyritøkuni síggja, hvønn kundar hava tosað við, hvussu leingi, og hvønn tey hava havt sms samband við. Stjórin í Vodafone sigur, at tey hava upplivað, at tað er misnýtt, og tað hevur fingið fylgjur fyri eitt starvs­fólk. Og júst hendan hend­ ingin, heldur stjórin prógvar, at Voda­fone hevur nøktandi eftirlit við fólk­unum. – Men tað ber ikki til at halda neyvt eftirlit við tí, sum starvs­ fólkini gera, sigur stjórin í Voda­ fone, Gudny Langgaard. – Alt, sum okkara starvsfólk gera, verður skrásett í skipanini. Samstundis er greitt, at so at siga øll starvsfólk hjá Vodafone hava at­gongd til okkara upplýsingar, sigur Gudny Langgaard, stjóri í Vodafone Vónleyst at hava neyvt eftirlit Vodafone: Barbara Holm H óast flestu okkara helst halda, at tá vit hava slett­að eini smsboð ella tele­fon­listan á okkara tele­fon, ja so eru upplýsingarnar so at siga burturi. Men soleiðis er tað kortini ikki. Telefyritøkurnar hava sjálv­sagt at­gongd til okkara upp­lýs­ ingar. Men upp­lýsingarnar eru eftir øllum at døma ikki serstakliga væl vardar, tí so at siga øll starvsfólk hjá tele­fyri­tøkunum kunnu lætt og ómakaleyst kanna, júst hvønn tú hevur tosað og smsað við. Sosialurin hevur tosað við tvey fyrrverandi starvsfólk hjá ávikavist Føroya Tele og Vodafone, sum vátta, at skipanin kann og verður misnýtt. – Eg kann leita eftir navni ella tele­fonnummari og síggja allar upp­lýs­ingar á telefonini. Eg síggi, hvønn tú hevur tosað við, og hvussu leingi sam­røðan hevur verið. Og eg síggi, hvønn tú hevur sent og móttikið smsboð frá, greiða tey bæði frá. Starvsfólkini hava hvør sítt log-in, og tað merkir, at tað tey gera til ar­ beiðis verður goymt í skipanini hjá tele­fyri­tøkunum. – Men vit kunnu altíð siga, at eigarin av telefonini hevur biðið okk­ um kannað, hvør hevur ringt ella sent smsboð, sigur fyrrverandi starvs­fólki hjá Føroya Tele. Tað er ikki bara í høvuðssætinum hjá Vodafone og Føroya Tele, at starvs­fólkini hava lætta atgongd til okk­ara upplýsingar. Eisini í smáu handl­unum kring landið kann hvørt starvs­fólk sær kanna allan trafikk á tín­ari telefon. – Eg havi til dømis hugt eftir, hvussu ein genta, eg kenni, hev­ur upp­ført seg, og hvønn hon hev­ur tosað við, greiður fyrr­ver­andi starvs­ fólkið hjá Voda­fone frá. Persónarnir, sum Sosialurin hev­ur tosað við, vilja vera dul­nevndir, men Sosialurin kennir sam­leika teirra. barbara@sosialurin.fo Tað kann ikki annað enn undra, at almenni politikkurin hjá Vodafone, Føroya Tele og øðrum stovnum við týðandi persónupplýsingum um hendi, er at seta sítt álit á tagnarskyldur og reglur, uttan at føra stórvegis eftirlit við starvsfólkunum. Í Føroya Tele og Vodafone til dømis arbeiða til­saman yvir 150 fólk. Flestu teirra hava atgongd til, hvønn tú ringir til, hvør ringir til tín, og hvønn tú sam­skiftir við umvegis smsboð. Tvey fyrrverandi starvsfólk vátta, at tað ber til at misnýta skipanina – og tey hava bæði gjørt tað. Spurningurin er um okkara upplýsingar eru í tryggum hondum. Spurningurin er eisini, um tagnar­skyldur og reglur eru effektivar, tá ið lítið og einki eftirlit er við, um tær nú vera yvirhildnar. Tagnarskyldur uttan eftirlit? Starvsfólk avdúka: