Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. februar 2015 sosialurin 18 11 – Tann trygdin vit hava fyri, at upp­ lýs­ingarnar um ferðslu á netinum ikki verða misnýttar er, at tað eru bara tvey starvsfólk, sum hava at­ gongd. Tað sigur Ingi Rasmussen, sum er kunningarstjóri hjá Føroya Tele. Spurningurin er tó, um tað er heilt vandaleyst, at tvey starvsfólk, uttan nakað eftirlit, hava fría atgongd til okkara ferðslu á netinum. Støðan er tekniskt tann, at hesi bæði starvsfólkini kunnu greina tekniskar kodur ella tøl og soleiðis síggja hvørjar heimasíður, tú hevur vitjað. Hetta kunnu tey í sjey dagar. Eftir tað ber bert til at síggja, hvørjar heimasíður brúkararnir hjá Føroya Tele hava nýtt, men ikki hvør hevur nýtt tær. – Fólkini skulu gera ein innsats fyri at síggja, hvørjar heimasíður tú hevur brúkt. Tey skulu greina tey tøl, sum eru í skipanini, men tað er rætt, at tey kunnu síggja tína ferðslu, sigur Ingi Rasmussen. Tó er støðan tann, at hesi bæði fólkini hjá Føroya Tele eru álitis­fólk í fyri­tøk­uni, og í og við at tey bert eru tvey, sum hava hesa atgongd, so meta tey í Føroya Tele, at okk­ara upp­lýs­ingar eru væl vardir. Eisini verður sagt, at tað er ein teknisk avbjóðing at leita fram júst, hvørjar síður tú vitjar. Men tekn­iskt og praktist letur tað seg tó gera. barbara@sosialurin.fo Hvussu trygg eru vit? Føroyar er heimsins tryggasta land at liva í. Tað er tað vit javnan siga og hoyra. Men tá ið umræður okkara persónsupplýsingar, sum telefyritøkurnar, bankarnir, apotekið og onnur hava, ja so er trygdin heldur ivasom. Á temasíðunum í Sosialinum í dag kanst tú lesa um hvussu Føroya Tele og Vodafone verja okkara persónligu telefon og internetupplýsingar. Tú kanst eisini lesa um hvussu apoteksverkið og bankarnir føra eftirlit við sínum starvsfólkum. Tvey hava atgongd til tína ferðslu á netinum Barbara Holm N ei, tað eru eymir per­ sóns­upplýsingar, og teir kunnu ikki síggj­ast uttan víðari. Tað er tað fyrsta Kristian R. Davidsen sig­ur, tá ið hann verður spurdur, um hansara mongu starvsfólk kunnu síggja alla ferðslu á øllum far­tele­fonum í skipanini. Men eftir eini løtu má Kristian R. Davidsen kortini viðganga, at skipanin kanska kann misnýtast, hóast hann ikki heldur tað er ein veruligur vandi. Hjá Føroya Tele er tað soleiðis skipað, at bókhaldarar og tey, sum arbeiða við tí tekniska partinum, hava atgongd til allar upplýsingar í skipanini. Men einki eftirlit er við, hvussu hesi nýta skipanina, og teirra arbeiði verður ikki skrásett. – Ferðslan hjá hesum starvs­ fólkunum verður ikki registrerað í skipanini, sigur Kristian R. Davidsen. Hann vísir tó á, at á Føroya Tele hava tey strangar reglur fyri, hvussu skipanin kann nýtast, og nær eitt starvsfólk hevur rætt til at fara inn á upplýsingarnar hjá ein­um kunda. Men reglugerðin verð­ur ikki kannað av leiðsl­uni, tí bókhaldararnir og teknik­ar­ar­nir kunnu frítt og uttan eftir­lit ferðast runt á skipanini við øllum okkara upplýsingum, utt­an at tað verður skrásett, hvønn kunda starvsfólkini leita fram upp­lýs­ingar um. Eisini tey í telebúðunum kunnu sneyta Tað steðgar tó ikki við bók­hald­ar­unum og teknik­ arunum. Eis­ini starvsfólkini í vanligu tele­búð­unum kunnu leita fram út­greinaðu rokningarnar hjá øllum kundunum og soleiðis síggja, hvønn kundin hevur tosað við ella sent og móttikið smsboð frá. Reglugerðin hjá Føroya Tele sigur her, at starvsfólkini ikki kunnu fara inn á ein upp­lýs­ingar­nar hjá einum kunda, uttan so, at við­kom­ andi kundi hevur biðið um at fáa eina útgreinan av sínari rokning av onkrari orsøk. Men hvussu tryggjar Kristian R. Davidsen sær so, at starvsfólkini í Telebúðunum veruliga bert hyggja inn á hjá einum kunda, tá ið kundin hevur spurt um tað? Her er tað soleiðis, at navnið hjá viðkomandi starvsfólki verð­ur skrásett í skipanini, um starvs­fólkið leitar sær ein kunda og hans­ara upplýsingar fram. Men einki eftirlit er við, um kundin nú veru­liga hevur biðið um hesar upp­lýsingar. – Tað snýr seg jú eisini um álit. Vit mugu hava álit á, at okkara starvsfólk ikki misnýta skipanina. Men tað er rætt, at vit ikki endaliga halda eftirlit við, um viðkomandi kundi nú veruliga hevur biðið um at síggja sína rokning, sigur Kristian R. Davidsen. Ongar ætlanir um at broyta eftirlitið Kristian R. Davidsen sigur, at sum nú er, hevur Føroya Tele ongar ætlan­ir um at broyta eftirlitið við starvs­ fólkunum. Hann sigur, at tey hava enn ikki umhugsað at seta »trace« á ella at skráseta nýtsluna hjá starvs­ fólkunum. – Tað er ikki nakað, vit hava tosað um, men tað kann vera, at vit fara at taka tað upp nú, sigur Kristian R. Davidsen, stjóri á Føroya Tele. Hvussu er og ikki, so er í øllum førum greitt, at til ber at misbrúka skipanina hjá Føroya Tele og harvið upplýsingarnar hjá okkum øllum. barbara@sosialurin.fo – Vit hava álit á okkara starvs­fólkum, og vit hava reglugerðir fyri, hvussu fólk kunnu nýta skipan­ina. Men vit hava ikki bein­leiðis eftirlit, sigur Kristian R. Davidsen, stjóri á Føroya Tele. Greitt er, at summi starvsfólk í Føroya Tele kunnu misnýta upplýsingar um okkara samskifti umvegis telefonina, um tey vilja Tað eru tvey starvsfólk hjá Føroya Tele, sum hava møguleikan at síggja júst hvar tú hevur ferðast á internetinum seinastu sjey dagarnar. Og einki eftirlit er við, hvussu hesi fólkini nýta sínar upplýsingar. Viðgongur at skipanin kann misnýtast Kristian R. Davidsen, stjóri á Føroya Tele Starvsfólk kunnu lúgva og siga, at eigarin av telefonini hevur biðið um at kannað hvør hevur ringt ella sent smsboð »Eg havi til dømis hugt eftir hvussu ein genta eg kenni hev­ur uppført seg, og hvønn hon hevur tosað við« Fyrr­ver­andi starvs­fólki hjá Voda­fone »Tey skulu greina tey tøl, sum eru í skipanini, men tað er rætt, at tey kunnu síggja tína ferðslu« Ingi Rasmussen Modellmynd