Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. februar 2015 sosialurin 18 12 tema Okkara upplýsingar Einki eftirlit á Apotekinum Á Apotekunum kring landið liggja fleiri eymir upplýsingar um, hvønn heilivág vit hava fingið. Men heldur ikki her er eftirlit við, hvussu skipanin verður brúkt. Sosialurin hevur tosað við tvey starvsfólk innan apoteks­ verkið, og tey siga, at tað er einki til hindurs fyri at misnýta skipanina Barbara Holm E ins og hjá telefyritøkunum og bankunum er Apo­ teks­verkið fylt við reglum uttan eftirlit. Og tað kann mis­nýtast, halda tvey starvsfólk hjá apoteks­verkinum, sum Sosialurin hevur tosað við. – Tað ber væl til hjá mær at síggja upplýsingar um, hvønn eg havi hug til, uttan at tað verður goymt nakrastaðni, sigur eitt av starvs­fólk­ unum. Hin tekur undir við pástandinum og sigur, at tað er persónligt log-in í skipan­ini hjá Apoteksverkinum, men tó ber til at síggja hvønn heilivág fólk hava fingið uttan at nýta títt per­són­ liga login. Samstundis er tað soleiðis, at øll starvsfólk í Apotekinum hava atgongd til allar okkara upplýsingar. Tað er sostatt ikki skilnaður ímillum, hvørja útbúgving ella starvsheiti starvs­fólkini hava. Starvsfólkini vísa á, at tey hava tagnar­skyldu bæði innanhýsis og uttan­hýsis. barbara@sosialurin.fo Eymir upplýsingar um heilivág Í bankunum er tað soleiðis, at nøkur starvsfólk hava atgongd til, hvat tú nýtir títt visakort til. Tey síggja, um tú hevur brúkt nógvar pengar í býnum, í einum handli ella hvat tað skal vera. Tey síggja eis­ini, hvørjum landi tú ert í, hvar tú hevur verið og so framvegis. Hesi hava møguleikan at vita júst, hvussu tín gerandisdagur sær út. Hini starvsfólkini í bankunum hava atgongd til, hvørji lán tú hev­ur, hvørja løn tú fært og hvussu nógv­ ar pengar tú brúkar – hóast tey ikki síggja, hvat tú brúkar pengarnar til. Ein vanligur kundaráðgevi í bank­unum sær eisini, hvørjum gjald­oyra tíni keyp eru í, og kann so­statt vita, um tú ert í Føroyum ella uttanlands. Ein kundaráðgevi í føroysku bank­unum hevur tagnarskyldu innan­hýsis og uttanhýsis. Tað merk­ir, at kundaráðgevin eisini hevur skyldu til at verja tínar upp­ lýs­ingar frá eitt nú øðrum starvs­ fólkum í bankunum. Viðkomandi, sum Sosialurin hevur tosað við, veit ikki um nakað ítøkiligt dømi um, at leiðslurnar í ymisku bankunum hava havt eftir­ lit við, hvussu starvsfólk ferðast á kt-skipanunum. Men viðkomandi sigur eisini, at tað er ein regla í bankaverðini í Føroyum, at tú hevur ikki loyvi til at hyggja at upp­lýs­ingunum hjá einum kunda, uttan at viðkomandi hevur biðið teg um tað. Men hvørt eftirlit er við hesum ella ikki, kennir viðkomandi einki til. – Eg havi so ongantíð hoyrt um at nakar veruliga heldur eftirlit, sigur starvsfólkið, sum Sosialurin hevur tosað við. – Tey eru nøkur starvsfólk í bankunum, sum síggja júst, hvussu tú hevur nýtt títt visakort. Øll starvsfólk síggja, hvørji lán tú hevur, hvørja løn tú fært, og hvussu nógvar pengar tú brúkar. Tað sigur eitt starvsfólk innan bankaheimin í Føroyum, sum Sosialurin hevur tosað við Bankastarvsfólk síggja hvat tú brúkar kortið til Fíggjarligir upplýsingar: Apoteksverkið hevur ikki eina nøktandi skipan í dag. Øll starvsfólk hava atgongd til tín journal