Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. februar 2015 sosialurin 18 13 Barbara Holm I nnan heilsuverkið eru helst teir mest eymu upp­ lýs­ingarnir um okkum borgarar skrásettir. Men her eru tey eisini ógvuliga tilvitað um, at tað er neyðugt at verja per­són­upp­lýsingar og hava strangt eftirlit við hvussu starvsfólkini nýta ella mis­nýta okkara upplýsingar. Tað er Heilsumálaráðið við Jens Højen á odda, sum hevur ábyrgdina av kt-skipanini innan heilsu­verkið í landinum, og tað er ein heldur torskild skipan, sum HMR hevur valt. Cosmic er heitið á lands­um­ fatandi skipanini, og hon tryggjar, at ymsu fakbólkarnir hava ymiska atgongd til okkara sjúkra­journal. – Vit hava tvey atlit at taka. Tað eina er, at starvsfólk innan heilsu­ verkið fáa nøktandi upp­lýsingar um teg, so tey kunnu geva tær røttu viðgerð. Hitt er, at tínir per­ sóns­upplýsingar vera vardir, sigur Jens Højen. Tískil er tað so, at sjúkrasystrar einans hava atgongd til teir upp­ lýs­ingar, sum eru mettir neyð­ugir fyri at geva tær nøktandi við­gerð innan teirra fakøki. Ser­lækn­ ar hava atgongd til upp­lýs­ing­ar, sum eru neyðugir fyri at síggja, um tú skalt viðgerast fyri eitt hvørt innan tað viðkomandi ser­ økið, meðan yvirlæknar hava enn størri atgongd. Sostatt er greiður skilnaður ímillum, hvat hvørt starvs­fólk hevur atgongd til, og trygdin er, sambært Jens Højen, í hásæti. Samstundis vísir hann á, at tey hava eftirlit við hvønn sjúkra­ journal, tey ymsu starvsfólkini leita fram. Eitt dømi Jens Højen vísir á er, at fyri stuttum var ein maður í útvarpinum og greiddi frá, at hann varð kynsliga misnýttur, tá ið hann var barn. Og sama dagin setti Heilsumálaráðið eyka eftirlit á sjúkrajournalin hjá hesum manni, fyri at vita, um nakað starvs­fólk leitaði hann fram í for­ vitni. Sostatt er skipanin hjá heilsu­ verkinum býtt í fakbólkar og royndir vera gjørdar fyri at av­ dúka misnýtslu. Báðir hesir form­ ar fyri eftirlitið hava við sær, at tað verður truplari at misnýta teir upp­lýs­ingar um okkum, sum heilsu­verkið hevur um hendi. barbara@sosialurin.fo – Tín sjúkrajournalur er privatur, og tínir upplýsingar skulu verjast við hond og fót, sigur Jens Højen, sum varðar av skipanini Cosmic, og starvast í Heilsumálaráðnum Tey hugsa um trygd í heilsu­ verkinum Innan heilsuverkið eru helst teir mest eymu upplýsingarnir um okkum borgarar skrásettir. Í dag er tað soleiðis, at øll starvsfólk hjá Apoteksverkinum hava at­ gongd til hvønn heilivág tú hevur fingið. Og hóast tey hava hvør sítt brúkaranavn og loyniorð, og teirra ferðsla í skipanini verður skrásett, so er einki eftirlit við um tey misnýta sínar heimildir. – Vit hava vanliga ikki eftirlit við um nú okkara starvsfólk sneyta eftir hvønn heilivág grannin fær, sigur Richard Schwartson. Hann er misnøgdur við tað skipan, sum Apoteksverkið hevur í dag, og seinasta árið hevur stovn­ urin arbeitt við at seta eina nýggja kt-skipan í verk. Væntandi verður nýggja kt-skipanin klár síðst í mars mánaði. Og tað fer so at viðføra, at fleiri avmarkingar eru til teir upp­lýs­ ingar, sum eru í skipanini. Spurningurin er eisini hvussu Apoteksverkið skal staðfesta hvat er misnýtsla og hvat er vanlig ar­ beiðs­nýtsla. – Eitt nú haldi eg ikki starvsfólk skulu hava atgongd til at síggja hvønn heilivág ein persónur hevur fingið fleiri ár aftur í tíðina. Tað skal einans KT-deildin hava atgongd til, sigur Richard Schwartson. Men sum nú er, er einki eftirlit við starvsfólkunum í Apoteksverkinum, og trygdin er ikki nøktandi sambært KT-leiðaranum. barbara@sosialurin.fo Skipanin er ikki nøktandi í dag – Apoteksverkið hevur ikki eina nøktandi skipan í dag. Øll starvsfólk hava atgongd til tín journal, og tað verður ikki ført nøktandi eftirlit. Tað sigur Richard Schwartson, KT-leiðari hjá Apoteksverkinum – Tað ber væl til hjá mær at síggja upplýsingar um tey eg havi hug til, uttan at tað verður goymt nakrastaðni, sigur eitt av starvs­ fólk­unum inan apoteksverkið, sum Sosialurin hevur tosað við. Vit hava vanliga ikki eftir­lit við um nú okkara starvs­fólk sneyta«