hósdagur 12. februar 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. februar 2015
sosialurin 18
14
tema Okkara upplýsingar
Eftirlit
er betri
enn álit
Barbara Holm
T
ær persónsupplýsingar,
sum fyritøkur sum Føroya
Tele og Vodafone, bankar
nir, Apoteksverkið, Heilsu
verkið og onnur umsita, eru tengdar
at einari lóg, sum áleggur leiðslunum
at hava eftirlit við, hvussu hesar upp
lýsingar skulu verjast.
Sum útgangsstøði eru tríggir
trygdartættir, sum atlit skulu takast
til:
elektronisk trygd
fysisk trygd
fyriskipanarlig trygd
Tann elektroniska trygdin merkir
millum annað, at fyritøkur skulu
bera so í bandi, at atgongdin til
upplýsingarkervið er vard soleiðis,
at brúkarar skulu hava passorð, sum
skulu verða skift við jøvnum millum
bili, at skipanin er tryggjað við fire
walls og líknandi.
Í tí fysisku trygdini liggur, at
fyritøkur eitt nú skulu ansa eftir, at
teldurnar ikki standa soleiðis fyri,
at til ber hjá óviðkomandi at síggja
skermin, at brúkarar altíð logga av, tá
farið verður frá telduni og so fram
vegis.
Og tá ið umræður ta fyri
skipanarligu trygdina er kravið
eitt nú, at bert tey, sum hava
tørv á upplýsingum fyri at
útinna sítt starv, hava atgongd
til persónsupplýsingarnar og
ikki onnur, soleiðis at atgongdin
til upplýsingarnar verður
avmarkað.
Stjórin á Dátueftirlitinum
vísir á, at tað er álagt fyritøkum at
hava innanhýsis eftirlit við, hvussu
persónsupplýsingar vera viðgjørdar,
og gera tær ikki tað, so er ivasamt um
trygdin er nøktandi.
– Eg vil ikki viðmerkja tey ítøki
ligu málini, men er onki eftirlit við
upplýsingarkervinum, so eru krøv
ini í persónsupplýsingarlógini og
trygdarkunngerðini ikki lokin, sigur
Eyðhild Skaalum.
Hon vísir á, at um starvsfólk
sneyta eftir persónligum upplýs
ingum, sum eru at finna í einari
fyritøku, so er tað brot á § 8, 1. stk. í
persónsupplýsingarlógini, tí persóns
upplýsingar skulu bert nýtast til
tað endamál, sum er nevnt í lógini.
Sambært trygdarkunngerðini skulu
starvsfólk hjá dátuábyrgdara bert
nýta upplýsingarkervið til tess at
útinna álagdar arbeiðsuppgávur.
Leiðslurnar hava
eftirlitsskyldu
Hóast Dátueftirlitið er ein stovnur,
sum skal hava eftirlit við viðgerðini
av persónsupplýsingum, so liggur
ábyrgdin fyri viðgerðini av hesum
upplýsingum eisini í teimum ítøkiligu
førunum hjá dátuábyrgdarunum, til
dømis leiðslunum í fyritøkunum,
sum viðgera persónsupplysingar.
Leiðslan skal syrgja fyri, at starvs
fólk verða kunnað um, at upplýs
ingarkervið bert skal nýtast til tess
at útinna álagdar arbeiðsuppgávur,
og at starvsfólk skulu hava neyðuga
førleikan til tess at nýta upplýsing
arkervið í
samsvari við
ásettar manna
gongdir.
Umframt skal leiðslan syrgja fyri,
at mannagongdir og vegleiðingar í
sambandi við nýtslu av upplýsingar
kervinum skulu skjalfestast.
Eisini skal leiðslan syrgja fyri, at
trygdartiltøk, sum skulu forða fyri
ikki loyvdari nýtslu av upplýsingar
kervinum og sum gera tað gjørligt
at avdúka slíkar royndir, verða sett
í verk.
Hetta er alt ásett í trygdarkunn
gerðini.
Hon heldur, at tað er umráðandi
at viðgera spurningin um trygd á
internetinum og um tryggleika, tá
um persónsupplýsingar ræður, tí tað
er eitt evni, sum vit higartil ikki hava
viðgjørt so nógv í Føroyum, og nógv
nýtt hendir á økinum.
– Vit royna at varpa ljós á týdningin
av at verja persónupplýsingar og
trygd á netinum, tí tað er umráðandi
at vera vitandi um, hvørjir vandar
eru, og hvussu nýtsla av interneti
skal handfarast. Hinvegin, hevur
Dátueftirlitið eisini sera nógva
málsviðgerð, so vit mugu raðfesta,
sigur Eyðhild Skaalum, stjóri á Dátu
eftirlitinum.
Er einki eftirlit
við upplýsingar
kervinum, so eru
krøvini í persóns
upplýsingar
lógini og trygdar
kunngerðini ikki
lokin«
Eyðhild Skaalum
– Sum útgangspunkt mugu vit siga, at álit er umráðandi, tá vit tosa um
handfaring av persónsupplýsingum, men kunning og eftirlit krevst
sanniliga eisini, sigur Eyðhild Skaalum, stjóri í Dátueftirlitinum
Tvey starvsfólk
hjá Føroya Tele
hava møguleikan
at síggja júst hvar
tú hevur ferðast á
netinum