Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. februar 2015 sosialurin 18 15 Barbara Holm F jarskiftiseftirlitið kann komandi tíðina vænta sær eina uppringing frá landsstýrismanninum í Vinnumálum um trygdina í okkara persónligu telefonupplýsingum. Tað staðfestir Johan Dahl í dag. Johan Dahl sigur, at teir per­ són­ligu upplýsingarnir, sum tele­fyri­tøkurnar liggja inni við, eru sera eymir og skulu verjast við hond og fót. Og um so er, at leiðslur­nar ikki halda neyvt eftirlit við um ein kundi nú hevur biðið eitt starvsfólk kanna persónligu upp­lýs­ingarnar, so er støðan hættislig. Samstundis undrast Johan Dahl á, at summi starvsfólk hjá Føroya Tele – bókhaldararnir og tekn­ik­ararnir – ikki vera skrásettir í skipan­in, so tað ber til at síggja hvussu tey nýta upplýsingarnar hjá Føroya Tele. – Tað er einki at ivast í, at eg fari at kanna hvussu hetta ber til. Fjarskiftiseftirlitið og leiðslurnar í fyritøkunum mugu svara fyri um hetta er nøktandi, sigur landsstýrismaðurin. Eftir at Sosialurin setti seg í samband við Johan Dahl í vikuni, hevur hann tosað við stjóran í Føroya Tele, og sum skilst fara teir frameftir at kanna júst hvussu hetta hongur saman, og hvat skal gerast við málið. – Hetta er nýtt fyri mær. Men um tað er so galið, at so at siga øll starvsfólk í telefyritøkunum hava atgongd til okkara persónligu telefonupplýsingar uttan nøktandi eftirlit, so má tað steðgast, og tað beinan vegin, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í Vinnumálum, sum nú fer at taka málið upp Hetta er als ikki í lagi Okkara elektroniska, fyrisitingarliga og fysiska trygd: Okkara internetupplýsingar Gott:  Upplýsingarnar eru krypteraðar, so tølini skulu útgreinast, áðrenn starvsfólkini síggja hvørjar heimasíður hvør kundi hevur vitjað.  Upplýsingarnir verða burturbeindar eftir 7 døgum.  Tey eru bert tvey starvsfólk, sum hava atgongd. Ringt:  Tað verður ikki skrásett í skipanini hjá Føroya Tele hvussu starvsfólkini við atgongd til internetið nýta skipanina.  Einki eftirlit er við, hvussu tey nýta skipanina. Okkara telefonupplýsingar Gott:  Hjá Føroya Tele verður nýtslan hjá øllum uttan bókhaldarunum og teknikarunum skrásett í skipanini.  Hjá Vodafone verður nýtslan hjá øllum starvsfólkum við atgongd skrásett í skipanini. Ringt:  Hvørki Føroya Tele ella Vodafone hava eftirlit við, um kundar hava biðið um upplýsingar, ella um starvsfólkini bert hava sneytað.  Meginparturin av starvsfólkunum í Vodafone og Føroya Tele hava atgongd til hvønn vit samskifta við umvegis telefonina. Trygdarleiðslan §3 Tann, sum hevur dagligu leiðsluna í virkinum, stovninum o.ø. hjá dátuábyrgdaranum, hevur ábyrgd­ina av, at ásetingarnar í hesi kunngerð verða fylgdar. Stk. 2. Trygdarmál skulu setast, har endamálið við viðgerðini av persóns­upp­lýsingum skal lýsast, og somu­leiðis skulu yvirskipaðar reglur fyri nýtslu av kunningartøkni lýsast. Stk. 3. Í eini trygdarstrategi skulu raðfestingar og val í trygdar­arbeið­ inum lýsast. Stk. 4. Eftirmetingar skulu ger­ast minst eina ferð árliga fyri at meta um, um nýtslan av upplýsinga­kerv­ inum er hóskandi samanborið við tørvin hjá virkinum, stovninum o.ø., og um trygdarstrategiin veitir nøktandi trygd. Stk. 5. Úrslitið av eftirmetingunum skal skjalfestast og nýtast sum grund­arlag, skulu møguligar broyt­ ingar gerast í trygdarmálum ella trygdar­strategi. Váðameting §4 Yvirlit skal gerast yvir, hvørji sløg av persónsupplýsingum verða viðgjørd. Dátuábyrgdarin skal áseta mørk fyri, hvørjir váðar kunnu góð­takast í sambandi við viðgerð av per­sóns­upplýsingum. Stk. 2. Dátuábyrgdarin skal gera váðameting í sambandi við viðgerð av persónsupplýsingum fyri at fáa greiðu á sannlíkindum fyri broti á trygdarreglurnar og avleiðingarnar av hesum. Stk. 3. Verða broytingar gjørdar, sum hava týdning fyri trygdina, skal nýggj váðameting verða gjørd. Stk. 4. Úrslitið av váðametingunum skal samanberast við ásettu mørkini fyri, hvørjir váðar kunnu góðtakast sbr. § 2. Stk. 5. Úrslitið av metingunum skal skjalfestast. Trygdarskoðan §5 Trygdarskoðan av nýtsluni av upplýsingakervinum skal gerast minst 1 ferð árliga. Skoðanin skal fevna um meting av fyriskipan, trygdartiltøkum og nýtslu av sam­ skiftis­felagum og veitarum. Stk. 2. Kemur fram í sambandi við skoðan av trygdini, at óætlað nýtsla er, skal hetta viðgerðast sum frávik sbr. § 6. Stk. 3. Úrslitið av skoðanini skal skjalfestast. Frávik §6 Trygdarbrot eins og nýtsla, sum ikki er í samsvar við skipaðar manna­gongdir, vegleiðingar o.t., skal viðgerðast sum frávik. Stk. 2. Endamálið við viðgerð av frá­ vikum eigur at vera at fáa van­ligu viðgerðina av persóns­upp­lýsingum í rætt lag aftur, rætta orsøkina til frá­ vikið og forða fyri endurtøku. Stk. 3. Eru trúnaðarupplýsingar útflýggjaðar orsakað av frávikinum, og hesar ikki eru loyvdar at út­ flýggja, skal dátueftirlitið fráboðast. Stk. 4. Viðgerð av frávikum skal skjalfestast. Starvsfólk §8 Starvsfólk hjá dátuábyrgdara skulu bert nýta upplýsingakervið til tess at útinna álagdar upp­gávur, og starvsfólkini skulu hava nýtslu­ rætt­indi í sambandi við útinnan av neyð­ugum arbeiðs­uppgávum. Stk. 2. Starvsfólk skulu hava neyð­ ugan førleika at nýta upplýsinga­ kervið í samsvari við ásettar manna­ gongdir, vegleiðingar o.t. Stk. 3. Nýtslurættindi til upp­ lýsinga­kervið skulu skrásetast. Tiltøk í sambandi við ikki loyvda nýtslu §14 Trygdartiltøk skulu forða fyri ikki loyvdari nýtslu av upp­lýsinga­ kervinum, og trygdartiltøk skulu gera tað møguligt at uppdaga slíkar royndir. Stk. 2. Royndir uppá ikki loyvda nýtslu á upplýsingakervið skulu skrásetast. Stk. 3. Trygdartiltøkini skulu fevna um tiltøk, sum starvsfólkini ikki kunnu fáa ávirkan á ella fara uttanum, og tiltøkini skulu ikki vera av­markað til gerðir, sum hvør ein­ stakur kann væntast at gera. Stk. 4. Trygdartiltøkini skulu skjalfestast. Tað er kunngerð nr. 28 frá 27. februar 2013 um trygd í sambandi við við­gerð av persóns­upplýs­ingum, sum ásetur hvussu persón­upplýs­ingar skulu verjast. Her endur­geva vit ein part av kunn­gerð­ini, sum kann síggjast í fullum líki á logir.fo Lóggávan á økinum