Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. februar 2015 sosialurin 18 16 kjak klumman Væl betur Dagar ella kvotur Í ár skal alt betrast. Til tað betra, skilst. Komandi mánaðirnar fáa vit nógv lyfti, hoyra nógvar pástandir og uppliva nógv framfýsni. Nú skal nakað henda. Hetta má broytast. Og hatta skal betrast. Vit eru í valári. Ári, tá ið vit velja, og tey, sum vilja veljast, vilja hava okkum at velja tey. Øll liggja fram við. Bæði tey, sum ikki hava megnað at fingið makt, og tey, sum ikki hava megnað maktina. Og hvat gleða vit okkum ikki til tey mongu lyftini. Til øll tey føgru orðini um komandi tíðir. Tær heil­ hjartaðu og heitu talurnar um tey veiku, gomlu og sjúku. Um at býta rættvíst. Um at fáa og lata. Um sjálvbjargni og samstarv. Um at bøta og betra. Tað ræður um verða vald og at fáa vald. Fyrst og fremst ræður tað um at fáa vald, so onkur annar ikki fær vald. Og síðani ræður tað um at valda yvir teimum, sum ikki fingu vald. Men fyrst skal snakkast og kjakast og lovast og rósast. Tíbetur er langt síðani seinasta val, og tí skal okkurt gott og neyðugt kjak spyrjast burtur úr val­ stríðnum, sum væl er byrjað, men tað fer stundum at kennast sum ein langur og tungur róður í einum ótamdum skýggi av slutri og vrøvli – av skilaleysum pástandum og lyftum. Hvør maður og hvør kvinna má royna við egnum snøri, og tá ið øll hava dyrgt og rikið, kann verða trupult at vita, hvønn veg flokkar og valevni venda – fyri ikki at tala um, hvat vit veruliga fáa burtur úr eftir eitt val. Spurningurin er, um fólk veruliga trúgva øllum tí, tey føra fram og lova, ella um tey eru eitt offur fyri sær sjálvum og spælinum, tey luttaka í. Prusslendski leiðarin Otto von Bismarck segði, at fólk lúgva ongantíð meira enn eftir veiðu, í kríggi og áðrenn val. Tað má standa fyri hansara rokning! Nú Valentino dagurin er fyri framman – langt áðrenn nakað val – kundu vit leita til klassisku bókina hjá Graham Greene, Okkara maður í Havana: »Eg leggi als einki í menn, sum eru loyalir ímóti fólki, sum gjalda teimum pengar. Eg haldi heldur ikki, at mítt land hevur so nógv at týða. Tað eru nógv lond í okkara blóði. Hvussu hevði heimurin verið, um vit vóru loyal ímóti kærleika og ikki ímóti londum?« Leygardagin er Valentino dagur, og tá kunnu vit øll velja kærleikan – fyri fyrst! Hjalti í Jákupsstovu Eg var við í nevnd­ini, sum gekk inn fyri fiski­døgum, eftir at tingið hevði sagt nei til kvotur. Øll vinnan og tingið tók undir við hesum. Og, hóast dagatalið varð sett í minsta lagi 15% ov høgt frá byrjan, var vónin, at fiski­ daganevndin fór at taka undir við einum niðurskurði árið eftir. Men so var ikki. Øll skipanin, bæði vinn­ an og tann politiska vóru sannførd um, at dagaskipanin fór at laga seg til av sær sjálv­ um, so veiðitrýstið ongantíð bleiv ov høgt. Men hvørki tann politiska ella tann vinnuliga hava sæð annað enn tað stuttsygda, við tí úrsliti, at veiðitrýstið hvørt ár er vaksið, og fiskastovnarnir eru alsamt vorðnir minni hvørt ár. Samstundis er veiðiorkan blivin størri hvørt ár, meiri enn dagarnir eru blivnir færri. Eg fari ikki at seta nið­ ur á útróðurin, men ein væl­ rikin útróðrarbátur við ein­ um, max 2 monnum setur í dag fleiri húkar enn tveir ella triggir útróðrarbátar fyrr við fimm ella seks monn­um hvør. Samstundis er bæði trolreiðskapurin og línu­reið­ skapurin blivin betur og meira effektivur, so hvør dagur roynist betur. Hóast eg gekk inn fyri dagaskipanini í byrjanini, so eri eg nú sannførdur um, at hon riggar ikki. Í mínum naiviteti helt eg, at fiskimenn og politikarar hugsadu fleiri ár fram tíl frama fyri okkum øll, men vinnan hugsar bara til næstu termin. Tað einasta rætta eftir míni meting í dag, er at fara til eina kvotuskipan, (har ein óheftur stovnur, leysur av vinnu, politikki og havstovu, við ráðum frá Ices, havstovu og fíggjarmálum setur eina kvotu.) Oddbjørg Balle Leiðari Barnaverndarstova Føroya M á n a d a g i n hin 2. februar 2015 stóð kjak­grein í S o s i a l ­i n ­u m við yvir­skrift­ ini: Barna­verndar­skip­anin – ein vald­skipan, ið ikki kann røkk­ast. Við tað, at greinin gevur eina misvísandi mynd av barnaverndarskipanini, ið kann sáa iva – og helst eis­ini skapa ekka – um nøk­ur sera grund­l­eggj­andi viður­skifti, eiga uppá­hald­ini hjá grein­ skrivaranum ikki at verða standandi einsamøll. Tí hesar viðmerkingar, uttan at vit á nakran hátt koma inn á ítøki­ liga málið, sum greinin sigur seg taka støði í. Uppfatan greinskrivarans av barnaverndarskipanini er, at hon 1) ikki hevur neyð­ugu førleikarnar at handfara sítt málsøki, og 2) at aðrir mynd­ ugleikar ikki kunnu koma upp í leikin, tá semja ikki er um avgerðir hjá barna­verndar­ tænastunum. Hetta er als ikki í sam­svari við veruleikan. Verandi skipan hevur skjótt tíggju ár á baki, og eftir okkara fatan hevur gongdin í hesum tíðarskeiði verið sera jalig og mennandi. Tilsamans átta barnaverndartænastur eru skipaðar kring landið við starvsfólkum, sum hava dag­ ligu umsitingina um hendi, og barnaverndarnevndum, ið taka støðu til viðgjørdu málini. Høvuðsbarnaverndarnevndin, ið tekur avgerðir í málum um umsorganaryvirtøku, er nú skipað undir Føroya Kæru­ stovni, soleiðis at hesar avgerðir eru púra óheftar av barna­ verndarskipanini. Harafturat hevur Barnaverndarstova Føroya sín leiklut í skipanini sum ein samskipandi og ráð­gevandi stovnur, bæði í mun til kommunurnar og til landsmyndugleikan. Viðvíkjandi førleikunum hjá teimum, ið starvast innan máls­økið, er stutt at siga, at lógin um barna­vernd ásetir, at starvsfólk í minsta lagi skulu hava miðal­langa viðkomandi útbúgving. So­ statt eru førleikakrøvini av sama slagi sum tey, ið eru gald­andi í grannalondum okkara. Eisini verða førleika­ krøv sett til limirnar í barna­ verndarnevndunum. Lógin leggur sambært § 8 stóran dent á, at barna­ verndartænastan skal í størst­ an mun stremba eftir at fáa samstarv í lag við tann ella tey, ið hava foreldra­myndugleikan, um at seta fyribyrgjandi fyri­ skipanir í verk. Tó verður í somu lógar­grein eisini ásett, at: Um tað ikki verður mett at vera ráðiligt at halda áfram við fyribyrgjandi fyriskipanum í samstarvi við foreldrini, skal barnaverndartænastan taka stig til, at aðrar fyri­skip­anir uttan samtykki frá tí ella teim­um, ið hava for­eldra­ myndugleikan, verða settar í verk. Í flestu førum verður arbeitt við fyribyrgjandi fyriskipanum sambært § 15 í lógini, sum foreldrini hava givið sítt samtykki til. Heimild er tó til at seta nakrar av hesum skipanum í verk, uttan at foreldrini taka undir við hesum. Mett verður tá, at tað er av munandi týdningi fyri barnsins serliga tørv á stuðli, og tá ið endamálið við fyriskipanini verður mett at kunna røkkast uttan samtykki frá tí ella teimum, ið hava foreldramyndugleikan. Tað er sjálvsagt, at bestu úrslitini verða rokkin saman við foreldrunum, og tí er júst hetta ein aðaltáttur í gerandisdegnum hjá barnaverndar­tænastunum. Gott sam­starv millum foreldur og barnaverndartænastu er eisini mest vanliga støðan, tá barnaverndarmál verða viðgjørd. Ein ósemja um, hvat er best fyri barnið, kann tó forða fyri munagóðum loysnum í so langa tíð, at barnið líður óbótaligan skaða – og tað kann barnaverndartænastan sum ábyrgdarhavandi myndugleiki ikki bíða eftir. Tá ið talan er um umsorganartrot, mugu fyri­skipanir setast í verk sum skjótast, um viðkomandi barnaverndartænasta ikki skal koma í ta ringu støðu at eiga sín lut í lívsleiðini hjá einum barni, har truplar umstøður skugga fyri einum mennandi uppvøkstri. Øll tey mál, har barna­ verndar­tænastan tekur yvir umsorganina av børn­um, verða løgd fyri Høvuðs­barna­ verndarnevndina, ið er sett saman av trimum sakkønum fólkum – løgfrøðingi, sálar­ frøðingi og einum barna­ sakkønum. Lagt kann verða afturat, at foreldur, ið ikki hava givið sítt samtykki til fyriskipanina, hava rætt til ókeypis løgfrøðiliga umboðan á slíkum fundum. Avgerðir hjá nevndini kunnu kærast til Føroya Rætt. Tað ber sostatt ikki til at siga, at Barnaverndarskipanin er einsamøll um ta sera týðandi avgerðina, at eitt barn verður umsorganaryvirtikið. Slíkar avgerðir verða eftirkannaðar væl og virðiliga, umframt at tær kunnu kærast til rættar­ skipanina. Ásannast má, at barna­ verndarmál kunnu vera bæði viðkvom og sár, og tí­skil kann fatanin av hes­um málum gerast sera kenslu­borin. Vit halda tó, at eitt kjak um virksemið á barna­verndar­ økinum eigur at byggja á veruligu arbeiðsgongdina í skipanini. Tað hava tey øll uppiborið, ið eru saman um at tryggja, at okkara børn og ungu fáa gott í beinið, so tey trívast og megna tær av­ bjóðingar, ið tey so hvørt fara at fáa. Tað er okkara arbeiði og tað er okkara ábyrgd. 10. februar 2015 Barnavernd er neyðug umsorgan Ver við í kjakinum! Send teldupost til post@sosialurin.fo Meiningar og kjak Eyðun Klakstein