hósdagur 12. februar 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. februar 2015
sosialurin 18
17
tíðargrein
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Manglandi sømdir fyri nýhugsan
fær fólk at rýma úr Føroyum
Elin Brimheim Heinesen
Master of Arts í Aesthetics og Culture
Um fólkatalið veruliga skal vaksa, og um føroyingar – serliga teir av kvennkyni – skulu støðast
í Føroyum, má arbeiðs- og útbúgvingarmarknaðurin her á landi gerast nógv rúmligari. Vilja vit
hava fleiri at venda aftur og geva færri orsøk til at fara, mugu vit hugsa nógv minni siðbundið.
Kreativitetur manglar ikki millum føroyingar, men fær nýhugsan nóg góðar sømdir í Føroyum?
S
tørsta orsøkin til, at fólk
flyta úr Føroyum, er, at tey
fara uttanlands í útbúgv
ingarørindum. Nógv av
hesum fólkunum venja seg við lívið
uttanlands, møta kanska sínum
maka har og vera tí hangandi og
koma ikki aftur. Útboðið á arbeiðs
marknaðinum í Føroyum hevur
eisini stóran týdning fyri, um fólk
vilja ella kunnu venda aftur. Hetta
vísti Exit Føroyar kanningin millum
annað.
Útboðið ov lítið
og einstáttað
Hagtøl vísa, at kvinnur flest velja at
útbúgva seg og arbeiða innan vinn
ur, har tað snýr seg um at skapa og
at samskifta við ella vera um onnur
menniskju so ella so – til dømis í
kreativari vinnu, í mentanar-, vit
anar- og samskiftisvinnu, í handils-
og tænastuvinnu, og ikki minst
innan undirvísing og umsorgan.
Men í Føroyum mangla hægri út
búgvingarmøguleikar júst á teim
økjum, ið kvinnur verða drignar at.
Tí eru tað serliga ungar kvinnur, sum
rýma.
Vit hava lærara- og pedagogskúla
og sjúkrarøktarfrøðisskúla, men
annars eru so gott sum ongar hægri
útbúgvingar innan – í tilvildarligari
raðfylgju – samskifti, mentan og
mentanarmiðlan, sniðgeving av
ymsum slag, myndlist, grafiskt
arbeiði, tónleik, sjónleik, film, mat
mentan og matgerð, byggilist, event
management (tiltaksfyriskipan),
ferðavinnu,
vælverutænastur,
sálarfrøði og onnur persónlig
menning, ítrótt, og mangt annað, sum
nógv – serliga kvinnur – eru áhugað
í at lesa og tí mugu fara uttanlands
at lesa.
Onkur heldur kanska: “Jamen,
hava vit brúk fyri hasum (“fjasinum”)
í Føroyum? Hví kunnu fólk ikki bara
útbúgva seg til okkurt, sum brúk er
fyri her? Um einki arbeiði er til fólk
við slíkum útbúgvingum, hví skulu
dýrar útbúgvingar setast á stovn í
Føroyum, ið kanska bara útbúgva
fólk til arbeiðsloysi? Flyta fólk so
ikki kortini av landinum, tá tey eru
liðug við útbúgvingina? Kann tað
yvirhøvur loysa seg at brúka pengar
uppá fleiri skúlar, sum útbúgva fólk
til sovorðið, ið ikki kann brúkast til
nakað (“ordiligt”)?”
Óbrúkiligir føroyingar?
Hin vegin kann ein eisini spyrja:
Ber betur til at laga menniskjuni til
samfelagið – fram um at laga sam
felagið til menniskjuni? Hvør av
hesum báðum møguleikum kann
meira sannlíkt tálma fráflytingini?
Fólk gera, sum tey hava hug til.
Hvussu tvingar tú fólk til at laga
seg eftir samfelagnum, tá tey hava
møguleikan at velja tað frá við at
flyta? Sjálvandi flyta tey. Hví so
tvíhalda um bara at miða ímóti tí
siðbundna, sum ein stórur partur av
fólkinum ikki hóskar inn í, tí tey vilja
okkurt annað? Hava vit í longdini ráð
til at missa øll hesi fólkini?
Um vit ikki seta okkum fyri at
útbyggja samfelagið við at menna
annað enn tað siðbundna, noyðast
nógv at velja føroyska samfelagið
frá. Tey søkja sær heldur arbeiði – ella
stovna egnar fyritøkur uttanlands,
har tað tykist lættari at fáa nakað
burturúr. Mong av teimum klára seg
avbera væl og vera tí verandi har og
leggja virðir eftir seg, heldur enn í
Føroyum.
Grundleggjandi
viðurskifti broytast
Men tá onnur lond kunnu brúka
hesi fólkini, hví kunnu Føroyar ikki
rúma teimum? Jú, uttan iva kunnu
Føroyar tað, men grundleggjandi
fyritreytirnar fyri, at íverksetan á
hesum økjum skal kunna løna seg í
Føroyum, mugu fyrst vera í lagi. Til
dømis mugu nógv fleiri fólk mentalt
flyta seg frá at hugsa um Føroyar sum
bara eitt veiðu- og ídnaðarsamfelag,
har vit næstan bara kunnu liva av
rávøru- og framleiðsluídnað, til
eisini at hugsa um Føroyar sum eitt
vitanar- og tænastusamfelag. Nógv
fleiri føroyingar eru noyddir at
viðurkenna virðini – eisini vinnuligu
virðini – í til dømis gransking,
nýskapan og innovasjón, kreativari
vørumenning, “storytelling”, mat- og
mentanarupplivingum, og tænastum
av alskyns slag, umframt síggja allan
heimin sum sín marknað.
Til dømis eru nógv størv í ferða-,
upplivingar- og tænastuvinnum, ið
nógv av teimum, sum í løtuni “leka”
úr Føroyum, kundu verið drigin at –
serliga kvinnur. Her er vert at nevna,
at í Íslandi er ferðavinnan farin at
geva meira pengar av sær enn ís
lendska fiskivinnan. Tað ber til hjá
teimum, so sjálvandi ber tað eisini til
her. Men hvat forðar?
Hvat kunnu politikkarar
og íleggjarar gera?
Bankar og íleggjarar hava stóra
ávirkan á, hvat fyri virksemi fær
sømdir í Føroyum, og hvussu ar
beiðsmarknaðurin tí kemur at
síggja út, men teir tora illa at
gera neyðugu íløgurnar í at út
byggja ferða-, upplivingar- og tæn
astuvinnuna, sum er. Tað er sera
torført at fáa íløgur og lán til dømis
til ferðavinnuverkætlanir. Íleggjarar
og íleggjaragrunnar tykjast at hava
høvd og hjarta fult av fiski, har
løtuvinningarnir eru størri, so lítið
annað virksemi enn bara tað, sum
hevur við fisk og aling at gera, fær
undirtøku. Tí hevur íverksetan á
øðrum økjum sera trong kor.
Men tað ber til aðrastaðni at fáa
slíkt virksemi at bera seg í útjað
arasamfeløgum, sum hava á leið
somu avbjóðingar sum okkara. Hví
tora bankar og íleggjarar í Føroyum
so ikki at trúgva uppá tað? Eru
karmarnir fyri slíkum virksemi ikki
nóg góðir? Her kundu politikkarar
gjørt nógv meira fyri at latið fleiri
vinnuligar dyr upp. Politikkarar
hava nógva ávirkan á, um tað kann
loysa seg at seta fyritøkur á stovn í
Føroyum – til dømis við at regulera
skattir og MVG og taka forðandi lógir
og reglugerðir av, og við at syrgja fyri,
at tað almenna brúkar føroyskar
veitarar, umframt gjøgnum játtanir
til menning og útbúgvingar osfr. Teir
kundu stimbrað íverksetan meira
innan øðrvísi vinnur, sum hava
annað enn bara ítøkiligar fiskavørur
sum vørur, við at gera karmarnar fyri
hesar vinnur betri.
Tíverri tykist politiski viljin og
visjónirnar at tróta. Sera spell, at
fleiri ikki síggja allar teir møguleikar
og allar tær dugnaligu kreftirnar,
føroyska samfelagið missir á henda
hátt.
»Føroyum mangla hægri
útbúgvingarmøguleikar júst á teim økjum, ið
kvinnur verða drignar at«