hósdagur 12. februar 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. februar 2015
sosialurin 18
18
nøvn
Kunngjørt verður, at kæra systir okkara
Berline Simone Háfjall
fødd 19. august 1942
andaðist 3. februar.
Vegna tey avvarðandi
Poul Jógvan og Signhild
Jarðarferðin var frá Næstved í gjár, 12. februar.
28. januar fingu Drós Reinert Joensen og Olaf Ellingsgaard, Leirvík, ein
son. Hann var 53 cm langur og vigaði 4410 gr.
Føðingar
30. januar fingu Rannvá Justinussen og Jens Hjørleif Hansen, Hoyvík, eina
dóttur. Hon vigaði 3880 gr og var 53 cm long.
100 ára føðingaragur
Fríggjadagin
20.
februar
verður Nanna Skála 100 ár.
Dagurin verður hildin frá
kl. 15 til 19 í Roykstovuni í
Kirkjubø. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
70 ára føðingardagur
22. februar fyllir Erik Eliasen
Syðradalur K. 70 ár. Dagurin
verður hildin á Føroya Hand
arbeiðsskúla Heygavegur 27 í
Klaksvík frá kl 14,00. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
90 ára føðingardagur
Týsdagin 17. februar verður Sofía úr Gørðum 90 ár. Dagurin verður hildin
heima á Tunguvegi 18, Skopun. Familja, vinir og kenningar eru vælkomin
frá kl. 18.00.
60 ára føðingardagur
Tann 28. febr. haldi eg mín 60 ára føðingardag í hølinum hjá Oddfellow á
Grønlandsvegnum 56, Tórshavn. Eg farið at bjóða til kalt borð, køkur og
annað gott. Øll eru hjartaliga vælkomin. Sigið frá á tlf. 221300.
Vinarliga heilsan Kjartan Kjartansson
Gullbrúdleyp
Leygardagin 14. februar kunnu hjúnini Hansina og Magnus Pauli
Johannesen Kollafjørð halda gullbrúdleyp, dagurin verður hildin í
missiónshúsinum í Kollafirði frá kl. 17, øll er hjartaliga vælkomin
eblaðið
sos.fo
www.gevidblod.fo
Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú
teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum
ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo
Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað.
Ein posi av blóði kann bjarga upp til trimum mannalíum