Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. februar 2015 sosialurin 18 19 Valluktur og valfepur kennist í Løgtinginum Árni Gregersen B ert kaj Leo Holm Johanne­ sen, løgmaður, veit nær løg­ tingsval verður. Vit onnur vita bert, at tað verður í seiansta lagi í oktober. Um tað er tann veruleiki, at ting­ fólk vita, at val verður í ár, ella at tí tey vænta at val verður áðrenn seinastu freist, so er týðuligt at merkja á ting­ manningini, at valfjáltur er komin á fólk. Hetta kemur til sjóndar í teimum ballónum, sum onkur ting- og lands­stýrisfólk hava sent upp, men tað hoyrist eisini væl í teimum orðaskiftum, sum eru í tinginum hesar seianstu dagarnar. Hóast ein kanska kundi vænta, at fleiri enn 14 munnligir spurnignar fóru at verða settir í vikuni tí val nærkast, so vísti orðaskifti, at fjáltur so spakuliga er komin á tingfólk. Orðaskifti um ballónir Tá ið Kári P. Højgaard, Sjálvstýris­ flokkurin, spurdi løgmann um nakrar ætlanir vóru um at fremja høvuðsbroytingar í samfelagnum, sum tingið ikki kendi til, fekk tað eina rúgvu av tingfólkum at taka orðið. Orsøkin til spurningin frá Sjálv­ stýris­flokkinum vóru útmelding­ arnar frá Jørgen Niclassen, Fólka­ flokkurin, um, at tá ið lánið fyri Vágatunnilin nú er afturgoldið, eigur tíðin at vera komin til, at tað skal vera ókeypis at koyra gjøgnum tunnilin. Útmeldingin frá landsstýris­ manninum við fíggjarmálum fekk so landsstýrismannin við sam­ ferðslumálum at svara aftur og siga, at tað so eisini eigur at umhugsast um vit ikki eisini eiga at sleppa at sigla við Strandferðsluni uttan at gjalda ferðaseðlar. Landstýirismaðurin vísir til, at honum av Løgtinginum er álagt at kanna møguleikan at fíggja ferðaseðlarnar á annan hátt – til dømis gjøgnum bensinavgjald og vegskatt. Men uttan mun til grundgeving­ arnar, so reistust tingfólk úr stólinum, tá ið spurningurin var viðgjørdur á tingi. Løgmaður svaraði Kára P. Høj­ gaard, at ætlanin um at fáa javnvág á fíggjarlógini næsta ár stendur við og tí hevur als ikki verið talan um bnýggjar útreiðslur á komandi fíggjarlóg. Brandur Sandoy, Fólkaflokkurin, vísti á, at eitt samt Løgting hevur gjørt av at gera tveir tunnlar til á leið 2,5 milljardir krónur og tí eigur tingið at hugsa seg um. Páll á Reynatúgvu, Tjóðveldi, og Jákup Mikkelsen, Fólkaflokkurin, vóru samdir um, at tá ið talan er um samferðslu so er neyðugt at gera eina heildarætlan fyri Føroyar. Tað helt Edva Jacobsen, Sam­ bands­flokkurin eisini. Sirið Stenberg, Tjóðveldi, helt at talan er um ábyrgdarloysi at tosa um nú, at alt skal vera ókeypis. Formaðurin í fíggjarnevndini, Bárður Nielsen, Sambandsflokkurin, fegnaðist um, at tað vóru fleiri sum talaðu at, at alt nú skildi gerast ókeypis og Gunnvør Balle, Tjóðveldi, helt, at hetta veruliga er at skammast yvir. Eigur at gjaldast yvir skattin Bill Justinussen, Miðflokkurin, gekk móti streyminum. Hann vísti á, at Strandferðslan kostar millum 150 og 200 milljónir krónur um árið og av teimum pengunum koma á leið 60 milljónir frá brúkaragjøldum. Bill Justinussen helt, at tað hevði verið skilagott at tær seianstu 60 milljónir krónurnar eisini koma frá tí almenna, so sleppast undan teimum fløskuhálsum, sum ferðingin millum oyggjarnar kann gera. Valflesk Kristin Michelsen, Javnaðarflokkurin, helt stutt og greitt, at her er talan um valflesk, meðan Kristina Háfoss, Tjóðveldi, helt at hesi uppskotini mintu okkum mest á sangin um Sirkus Tinganes hjá Annfinni Nielsen. Sambandstingmaðurin úr Eysturoynni, Reimund Langgaard, helt seg kunna staðfesta, at her stutt og greitt er talan um útgjarðing. Valið Nær løgtignsval verður er ógreitt annað enn at tað skal vera í seinasta lagi 29. oktober. At onkur er farin at siga, at val kanska verður útskrivað áðrenn tað byggir fyrst og fremst á, at samráðignarnar um nýskipan av fiskivinuni ikki eru komnar endaliga á mál. Samgonguflokkarnir siga seg hava gjørt eina semju, men baklandið í flokkunum er enn ikki tikið í eið, so ivasamt er um semja hevur politiskan meirluta. Eitt sum ger, at Fólkaflokkurin ikki er so harmur um at fáa val í vár, er uppskotið hjá løgmanni um at lata flóttafólk koma til Føroyar. Í Fólkaflokkinum eru tað tey sum halda, at hetta fer at geva baksláttur hjá Sambandsflokkinum – størri enn ein nýskipan av fiskivinnuni fer at gera. Sambandsflokkurin hinvegin vil ikki lata seg draga eftir hárin­um av Fólkaflokkinum í fiski­vinnu­ málunum og strittar tí ímóti í løtuni Men tá hetta er sagt eiga vit at minnast til: Her er talan um politikk, so alt kann henda. Kortini luktar av vali í tinginum. Hóast ongin enn veit annað enn, at løgtingsval verður í seinasta lagi í endanum í oktober, so er valfjáltur á tingmanningini »Tað luktar av vali í tinginum« úr tinginum Kári P. Højgaard Kaj Leo Johannesen Bill Justinussen Kristin Michelsen