hósdagur 12. februar 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. februar 2015
sosialurin 18
20
Bakgrund...
orðadráttur
Skulu barnakoppsetingar áse
Lagt til rættis: eydna skaale
JA!
Guðrun Holm Jacobsen
Í løtuni hevur stórt kjak tikið seg upp um barnakoppsetingar.
Skal tað vera eitt frítt val, um foreldur lata børnini koppseta,
ella eiga vit at áseta koppsetingar við lóg?
Í løtuni eru tað níggju barnakoppsetingar, sum standa foreldrum í boði, umframt HPV koppsetingin, sum
gentur kunnu fáa fyri lívmóðurhálskrabba.
3 mánaðir:
DiTeKiPol-Hib + PCV
5 mánaðir:
DiTeKiPol-Hib + PCV
12 mánaðir:
DiTeKiPol-Hib + PCV
15 mánaðir:
MFR 1
4 ár :
MFR 2 (fødd 2004 ->)
5 ár :
diTeKiPol booster
12 ár:
MFR 2 (fødd 1996 -> 2003)
12 ár :
HPV x 3
1
Tað er í lagið at foreldur hava
eina sterka meining fyri ella
ímóti koppseting, men barnið má
ikki gerast gísli. Støðið eigur altíð
at vera tikið í, hvat er barnsins besta.
Eg skal viðganga, at lóggeving kann
tykjast sum eitt víðgongt stig, og nøk
ur foreldur halda kanska, at staturin
ger seg inn á frælsið hjá tí einstaka.
Men tað er týdningarmikið at vísa
á, at ein lóg um koppseting als ikki
hevur til endamáls at gera seg
inn á ’rættin’ hjá tí einstaka – tað
snýr seg harafturímóti um rættin
hjá barninum at verða vart ímóti
lívshættisligum sjúkum. Ein lóg kann
tryggja, at børn ikki gerast gíslar í eini
veruleikafatan, sum foreldrini halda
uppá. Lóggeving skal síggjast sum
ein tryggleiki fyri barni.
2
Barnakoppsetingarprogrammið
er grundað á bæði vísindalig
prógv umframt epidermiologiskar
kanningar. Síðan barnakoppseting
arprogrammið var sett í verk, eru hes
ar sjúkur næstan horvnar í okkara
parti av heiminum. Samstundis
eru flestu serfrøðingar samdir
um, at positivu árinini av
koppseting eru nógv
størri enn negativu
árinini,
sum
higartil
eru
skrásett.
3
Ofta verður sagt, at fleiri av
barnasjúkunum ikki eru lívs
hættisligar fyri børn. Tað er rætt,
at summar av sjúkunum í flestu
førum geva mild symptom ella
als eingi, men tann parturin av
børnunum sum verða harðast rakt
kunnu koma í lívshættisligar støður
og/ella fáa varandi mein. Harum
framt eru summar sjúkur verri at
fáa sum vaksin og talar hetta eisini
fyri at koppseta børn.
4
Næsta argumentið er eitt sindur
meiri tekniskt at greiða frá. Ikki
allar sjúkur eru vandamiklar orsakað
av sjálvari bakteriuni. Summar sjúk
ur eru serstakliga hættisligar, tí
bakteriurnar útskilja eitrandi evni,
sum eitt nú kunnu føra til lívs
hættisligan stívkrampa (tetanus). Í
hesum føri er tað alneyðugt at hava
andevni ímóti hesum eitrandi evni
num í blóðinum beinavegin. Undir
eini vanligari infektión tekur tað ofta
kroppinum fleiri dagar, áðrenn fram
leiðslan av andevnum av álvara fer í
gongd, og tískil er verjan, sum kropp
urin natúrliga kann veita undir einum
stívkrampa, ov sein. Tí er alneyðugt við
eini koppseting, so vit hava andevni
móti hesum eitrinum beinavegin.
5
Barnakoppsetingarprogrammið
er ikki bert fyri at verja børnini.
Smittað børn kunnu bera sjúkuna til
fólk við lágari immunverju (immuno
suppresiv), gomul fólk og barnakon
ur. Hendan sjúkan kann tískil gerast
lívshættislig fyri onnur, sjálvt um
berarin ikki gerst líka sjúkur. Harum
framt kunnu børn, sum bera smittuna
»røde hunde« smitta barnakonur, og
hetta økir um vandan fyri fosturskaða.
6
Allar infektiónir eru ikki lívs
hættisligar beinavegin. Til døm
is kunnu HPV-infektiónin (Human
Papilloma Virus) og hepatitis infek
tión hava við sær øktan vanda fyri
krabba í ávíkavist lívmóðurhálsi og
livur seinni í lívinum.
7
Í samband við koppseting
verður tosa um sokallaða »herd-
immunity« (floks-immunverju). Í
okkara parti av heiminum hava vit
ein ógvuliga høga herd-immunity, tí
tey flestu eru koppsett. Hetta hevur
við sær, at tey, sum ikki eru koppsett,
hóast alt ikki verða smittað, tí tað
eru so fáir smittuberar (tí øll jú eru
koppsett). Eina próvførslu, eg havi
hoyrt frá foreldrum, sum ikki lata
børnini koppseta, er, at teirra barn
ikki gerst sjúkt, hóast tað ikki er
koppsett. Hetta er tó ikki orsakað
av, at barn teirra hevur eina serliga
góða/sterka immunverju, men tí at
øll hini børnini í barnagarðinum
eru koppsett og tí ikki kunnu
smitta teirra barn. Í samband við
herd-immunity verður tosa um eitt
kritiskt lágmark, har ikki longur ber
til at forða fyri, at farsóttir bróta
út aftur, líka sum vit sóu, áðrenn
barnakoppsetingarprogrammið
varð innført. Lóggeva vit fyri
koppseting sleppa vit undan øllum
iva um, at vit enda aftur har.
Di-Te-Ki-Pol/Act-Hib
fyri difteri, stívkrampa,
kikhosta og polio, umframt
hib-menigitis og bruna í
barkalokinum.
Pneumokokkoppseting fyri
álvarsaman bruna, til dømis
blóðeitran og menigitis.
Meslingar-fárasjúku-reyðir
hundar (eisini stytt MFR)
Di-Te-Ki-Pol-booster Er
ein endurkoppseting
fyri difteri, stívkrampa,
kikhosta, polio, hib-
menigitis og bruna í
barkalokinum.
HPV - koppseting fyri
lívmóðurhálskrabba.
Mynd: Allan K. Davidsen
Guðrun Holm
Jacobsen
Keypmannahavn
Læknalesandi