Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. februar 2015 sosialurin 18 21 Skuldi verið lóg at kopp­ sett 1 At bróta prinsippið um av­gerð­ ar­rættin fyri egnari sjúkuviðgerð og fyribyrging letur upp fyri øll­um møguligum. Lóggeva vit um koppa­ vág útfrá argumentinum um flokka immunitet, hvat verður so tað næsta? Hand­tikin fyri at hosta alment. Í fongsul fyri ikki at vaska hendur, ella tving­ast við lóg at taka vitaminir og at eta sunt? 2 Koppa-íðnaðurin er ikki álítandi. Kann­ingarnar av koppavágnum hava lágt vísundaligt virði, m.a. vegna snið og tí onki placebo veðrur brúkt. Tað eru dømir um, at úrslit av kanningum eru “bestilt” áðrenn kann­ingina, og har óheppin úrslit til­vitað eru burturbeind. Ferskasta dømi um hetta finna vit á evstu rók; CDC. Tað er eisini órógvandi, at tann, sum framleiðir og selur koppavágin, er tann sami, sum ger kanningarnar, sum virðismetir koppavágin, og sum enntá eisini ger tær almennu til­ráð­ ing­arnar um hvat fyri koppavág títt og mítt barn burdu fingið. Hetta svar­ ar til at ein dómari skal døma um egið lóg­ar­brot. Hetta er ikki bara galdandi fyri Statens Serum Institut. Soleiðis er allastaðir. 3 Koppavágur inniheldur skaðilig evni. Aluminium er eitt tað mest umrødda evni nú. Tað verður sagt, at hetta er eitt fullkomiliga óskaðiligt evni, hóast tað er ganska alment, at man veit ótrúliga lítið um evnið, og at tað, sum man veit, bestemt ikki er gott. Tað staðfestir m.a. hendan kann­ ingin: http://www.ncbi.nlm.nih.gov/ pubmed/21568886. Formaldehyd er eisini eitt serstakliga skaðiligt evni, sum elvir til krabbamein. Virus og bakteriur í koppavági verða dyrk­ aðar fram av vevnaði av djórum og menniskjum; so sum av einum apu­ nýra, svínablóði, ella einum abort­ er­að­um mannafostri, ja enntá av krabba­svullum. Hetta viðvirkar til at broy­ta genkodurnar hjá tí koppsetta, sum so víðarigevur genbroytingarnar til sínar eftirkomarar. Tað er onki min­ni enn ørt at lóggeva fyri hesum. 4 Koppavágur er ein følsk trygd, ein táta. Koppsett kunnu smitta onnur, eisini hóast tey ikki sjálvi hava sjúkueyðkenni. Man kann fáa meslingar, hóast man er fult kopp­ settur. Immuniteturin heldur bara í av­markaða tíð. Einasta veruliga trygd­in fyri immuniteti, er at hava havt sjúkuna. 5 Flokka immunitetur uppstendur tá ávíst virus gongur og nokk av fólki til endans hava havt sjúkuna. Hvørja ferð virussið gongur aftur, so verð­ur immunverjan ”uppdaterað”. Hetta førir so til immunitet hjá teim allar flestu, sum eru farin um tey 15 árini. Virusið gongur so javnan aft­ur, smitt­ar børn og uppdaterar immun­verj­ur. Hetta er snilt, tí børn hava lætt­ast við at klára sjúkurnar og fáa minst av hjáárinum, ímeðan vaksin hava ring­ast við at klára sjúkurnar. Og so er tað eisini lætt at verja eitt pinkubarn ímóti smittu tað fyrsta árið. Hetta er sostatt náttúrligur immunitetur, sum passar seg sjálvan, hevur færri hjá­árin og so kostar tað nógv minni at við­gera tey heilt extremt fáu, sum fáa so álvarsom hjáárin, at tey mugu á sjúkra­ húsið til viðger. Hesum hevur koppa­vágurin vent á høvdið. 6 Allur koppavágur kann hava álvarslig hjáárin: ógvusligar allerg­iskar/anafylaktiskar reak­ tión­ir, astmah, ADHD, autismu, Gullian-Barré syndrome og annan neru­log­isk­an skaða, eins væl deyða - sí tildømis VAERS databasan fyri regi­stre­r­að hjáárin og hav í huga, at tað verð­ur mett, at bert 1-10% av øllum hjá­árin verða registrerað. 7 Tað er ikki neyðugt at koppseta. Tað er ikki koppa­vág­ur­in, sum hev­ur fingið deyðiligheitina niður á sjúk­um sum messlingum, stív­krampa o.ø. Deyði­lig­heit­ in var nær við null ÁÐR­ ENN koppavágur varð tikin í nýts­lu. https:// childhealthsafety. wordpress.com/ graphs/ Hvat siga aðrir kjakarar? nei! Sylvia Thomsen etast við lóg? Ja ella nei Eitt, sum eg haldi er áhugavert, er, at vit dagliga hava álit á vísindini: tá vit tendra telduna, fara á facebook, starta bilin, ringja til hvønn annan, tendra ovnin osfr. Kanska hugsa vit ikki um tað, men vit hava konstant álit á tað, vísindin hevur givið okkum. Men viðhvørt knekkar hetta álitið - ofta tá tað snýr seg um t.d. børn ella annað, sum er tætt knýtt at okkara kenslum. Tað er slett ikki løgið, at vit óttast, tá eitt barn fær eina sproytu, sum inniheldur eina lítla mongd av øllum møguligum sjúkum. Men slík kenslulig evni forða ikki vísindini í at siga tað, sum evidensurin peikar á: tað riggar, tað er ikki vandamikið og tað er vandamikið at lata vera - bæði fyri barni sjálvt og onnur børn! Sylvia Thomsen 726 Ánirnar Sjúkrarøktar­ frøðingur Tað, sum eg reageri uppá, er tá man vil brúka lóggávu at tvinga öll at vaccinera móti sjúkum, sum vit væl klára við immunverjuni. Eg haldi at tað kemur okkum aftur um brekku í longdini. Harra mín gud, mann hevur klárað at útruddað eina so ræðuliga sjúku sum koppar gjøgnum koppseting, tað má kunna tala fyri seg. Tíverri er tað soleiðis, at summi fólk eru ikki rationell, og um teirra irrationalitetur setur børn í vanda, so má samfelagið traðka til. At ikki koppseta børn síni, er barnamisnýtsla. Um barnið doyr av einari sjúku, sum man hevur vaksinu fyri/ímóti, vildi eg farið so langt, sum at kallað tað morð. Tann dagin, eingin vaksina longur inniheldur sjúkuelvandi evni (sum t.d. aluminium), kann tað hugsast, at eitt sindur færri fara at sýta fyri at lata børn síni koppseta - hóast tað eisini eru aðrar orsakir til at verja børn móti summum vaksinum. Gølurnar av ymiskum vaksinum eru nógvar, men vinnuligu áhugamálini fyri at fjala tær eru óhugnaliga sterk. Nógv sterkari enn heilsumyndugleikarnir í einstøku londunum. Eg haldi hetta við at demonisera foreldur, sum ikki eru við uppá at koppseta og tað at lóggeva ímóti teirra rætti til at gera eftir síni samvitsku, bara ger ilt verri Mynd: Rúna Jógvansdóttir Hansen