Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. februar 2015 sosialurin 18 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 22 Eyðun Klakstein F ríggjakvøldið byrjar ársins X Factor kapping í Danmark av álvara. Hundraðtals vónrikir sangarar hava roynt at funnið leiðina fram til bein­ leiðis sendingarnar, men bert teir allar­bestu hava megnað tað. Fuglfirðingurin Jógvan Joensen verður ein av teimum, sum fær høvi at stíga á X Factor pallin í bestu senditíð fríggjakvøldið. Hann skal kappast við átta aðrar luttakarar um at vinna X Factor 2015. Dómarin, sum varðar av Jógvani í X Factor, er songkvinnan Lina Rafn. Hon heldur nógv av gávuríka føroyska sangaranum. – Eg vænti, at vit fara at fáa hvønn annan at vaksa. Tíbetur hevur stóra talentið hjá Jógvani ikki oyðilagt hansara dánliga og eyðmjúka veru­ máta. Hann er ongantíð spelkin, og hann tekur tónleikin júst so álvars­ liga, sum hann eigur, sigur Lina Rafn. Skulu vera varin 25 ára gamli Jógvan Joensen úr Fugla­ firði hevur fingist nógv við tónleik, síðani hann var tannáringur, og hann hevur longu fingið nógvar royndir sum tónleikari. – Jógvan hvílur fullkomiliga í sín­ um egna stíli og musikaliteti, og hann megnar allar partar av at verða ein tónlista­fólk. Og hann ger tað trygt og við einum kvaliteti og einum sterkum persónligum úttrykki, sum eg ikki áður havi sær í X Factor, sigur Lina Rafn. Hetta hevur eisini við sær, at Jógvan skal hava pláss til at føra seg fram, sum tann tónleikari, hann er. – Vit skulu ansa eftir, at vit ikki traðka á hansara fantastiska listarliga integritet. Eg skal seta meg inn í hansara univers og hansara tónleik fyri at finna fram til tað, sum er best fyri hann. Vit kundu fing­ið hann at sungið hvat sum helst, tí hann er so dugnaligur, men vit skulu vera varin, tí tá tú kanst velja á øllum hillum, kanst tú skjótt velja skeivt, sigur Lina Rafn. Sannførandi Anna Nygaard, sum var ein av profil­ unum í X Factor kappingini í 2010, roknar við, at føroyski luttakarin í kappingini hesaferð kann koma langt. – Jógvan hevur verið sannførandi gjøgnum alla kappingina higartil, og eg haldi, at nógv hava longu valt sær hann sum favoritt í kappingini. Hann er ein góður performari, ein fan­tast­ iskur søguforteljari, og so hevur hann eisini sín sermerkta stíl, sigur Anna Nygaard. – Tú kennir teg trygga, tá hann syngur, og eg gleði meg at hoyra hann framføra fríggjakvøldið, sigur hon. Anna Nygaard heldur, at nógvir dugnaligir luttakarar eru við í kappingini í ár – ikki minst tær ungu genturnar. – Tað er trupult at peika á ein ein­stakan favoritt, tí nógv veldst um, hvørjar sangir tey velja sær, og hvussu tey megna at framføra teir. Tað ræður um at hava ein reyðan trá ígjøgn­um kappingina, sigur hon. – Jógvan er so tryggur og hevur eitt so listarligt sterkt úttrykk, at vit mugu ansa væl eftir honum í hesari kappingini, sigur X Factor dómarin Lina Rafn Mugu ansa væl eftir Jógvani – Tá tú kanst velja á øllum hillum, kanst tú skjótt velja skeivt, sigur Lina Rafn Lina Rafn: Myndir: DR