Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. februar 2015 sosialurin 18 23 Baraa Jógvan Citybois bólkarnir tey eldru tey ungu Ivarsson, Bang & Neumann Finn & Rie Emilie nanni Tannaz sophia x-factor luttakararnir 2015 Jógvan syngur vrakaðan sang Jógvan Joensen fer at syngja ein sang hjá amerikanska tónleikarum Jeff Buckley, tá ið hann fríggjakvøldið skal hava sína fyrstu live framførslu í X Factor kappingini hjá DR. Sangurin kallast Forget Her og var upptikin í sambandi við einastu heilu útgávuna hjá Jeff Buckley, Grace. Jeff Buckley doyði bert 30 ára gamal í 1997. Sangurin Forget Her slapp tó ikki við á upprunaligu útgávuna, tí Jeff Buckley frávaldi sangin og vildi heldur hava ein annan sang við á útgávuna. Sangurin kom tó undan kavi sum eykatilfar á ávísum útgávum av Grace. Summi hildu, at tað var ikki rætt at útgeva sangin, tí Jeff Buckley sjálvur hevði vrakað sangin til sína útgávu. Men sangurin hevur fingið sítt egna lív, og nú skal Jógvan Joensen tulka sangin í X Factor kappingini fríggjakvøldið. »Vit kundu fingið hann at sungið hvat sum helst, tí hann er so dugnaligur, men vit skulu vera varin« Lina Rafn