hósdagur 12. februar 2015síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. februar 2015
sosialurin 18
24
Mortan Østerø
V
anliga skuldu næming
arnir, ið gjørdu av at fara
á studentaskúlan, velja
seg á antin málsligu ella
náttúruvísindaligu deildina, og býtið
var áleið helvt um helvt í næminga
tali. Valdu næmingarnir málsligu
deildina, var latín millum kravfakini
fyrsta árið.
Men hetta broyttist í 2013, tá
reformurin fyri miðnámsskúlaøkið
kom í gildi. Teir tríggir studenta
skúlarnir í Føroyum umsita reformin
á hvør sín máta. Í Hoydølum er tað
soleiðis, at miðnám er skipað, sum
átta ymiskar leiðir – fýra innan hug
vísindabreyt og fýra innan náttúru
vísindabreyt.
Bert ein av teimum ymisku leið
unum – málleiðin – hevur nú latín,
sum kravfak fyrsta árið, og tað er
nakað, sum eyðkennir gongdina
innan undirvísingarheimin, heldur
Birgit Remmel, lærari í Hoydølum.
– Áður var tað um helvtin av
næmingunum, sum kundu royna
latín, áðrenn teir tóku støðu til
hvørt teir ætlaðu at halda áfram.
Við broytingunum hvørvur fólka
grundarlagið undir at stovna latín
sum framhaldsfak, nú bert ein brøk
partur sleppur at royna fakið, áðrenn
tey gera av hvørt tey ynskja at halda
fram ella ikki, sigur hon.
Í Danmark varð miðnámsskúla
reformurin skipaður soleiðis, at
allir næmingar hava AP, »Almen
sprogforståelse«, sum fevnir um
málvísindi og latín, tað fyrsta hálva
árið, áðrenn tey avgera sítt endaliga
val av málum, har latín eisini er ein
møguleiki.
Møguligt at royna
fakið í 2.s ella 3.s
Latín kann veljast av øllum næm
ingum uttan mun til breyt ella leið á
øðrum ella triðja ári, men ikki nógv
brúka tann møguleika, sum er.
Týsktfødda Birgit Remmel undir
vísir í latíni, sponskum og føroyskum,
umframt at vera stinn í ikki færri enn
níggju øðrum málum. Eftir hennara
tykki hevur eitt keðiligt rák hevur
tikið seg upp, har alment dannandi
miðnámsútbúgving má víkja fyri
spesialiseraðum útbúgvingum.
– Latínfakið er í vanda fyri at hvørva úr miðnámsútbúgvingini,
og eg síggi tað sum eitt sjúkueyðkenni fyri eitt rák, har breiða
útbúgvingin er um at hvørva og má víkja fyri meiri spesialiseraðum
miðnámsútbúgvingum sigur Birgit Remmel, lærari í Hoydølum
Breiða
útbúgvingin
hvørvur
Týdningarmikið
at varðveita tað
málsliga marg
feldið, sum altíð
hevur eyðkent
føroyingar«
Birgit Remmel, lærari í Hoydølum:
Standandi frá vinstru: Páll, Jóna, Anna, Heidi, Sigrið. Sitandi frá vinstru: Rakul, Hildur, Bára, Rannvá, Linda.
Visti tú?
Elstu latínsku
skriftirnar eru frá
ár 500 fyri krist
– Nýggjar røðir, sum
Harry Potter og Hunger
Games, taka støði í
latíni, og hetta eru dømi
um, at latínska málið
framvegis er sera livandi,
sigur Birgit Remmel.