hósdagur 12. februar 2015síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. februar 2015
sosialurin 18
25
– Vit síggja, at næmingar í fólka
skúlanum nú skulu velja eina rúgvu
av fakum til ella frá, áðrenn teir
yvirhøvur fáa høvi at royna fakini á
miðnámi. Næmingarnir verða sostatt
noyddir at velja út frá tí fatan av
fakunum, teir hava frammanundan
– sum ofta eru fordómar. Við øðrum
orðum hvørvir tann breiða útbúgv
ingin so líðandi, sum vit síggja í
døminum um niðurraðfestingina av
latíni og hinum fremmandamálum,
sigur hon.
Ein flokkur á hástigi
Tá ið lærararnir blivu kunnaðir um,
at lærugreinarnar skuldu skipast í
leiðir – harav bert tann eina leiðin
hevði latín sum kravfak – var greitt, at
bert ein brøkpartur av næmingunum
fóru at royna latín.
– Tí var eg skjót at bjóða meg fram
at taka allar fýra flokkarnar, ið vóru
teir seinastu fyrstaársnæmingarnar
við latíni sum kravfaki. Á tann hátt
kundi eg vita eftir, um tað ikki bar til
at motivera næmingarnar so mikið,
at grundarlag var fyri at stovna latín
flokkar á hægri stigi – og tað bar til,
sigur Birgit við einum smíli, sum eyð
kennir lætta sinnalagið við tí treisku
tilgongdini um frálæru.
Hon heldur, at tað eru nógvir
fordómar, sum sleppa at mynda latín.
– Tað kann tykjast nyttuleyst á
yvirflatuni, av tí, at latín ikki verður
nýtt í livandi samskifti longur, men
veruleikin er, at latín framvegis livir
aðrastaðni enn bert hjá pávanum.
Eisini í nútíðini. Spanskt, italskt og
franskt eru jú latínsk mál, og latínska
upprunamálið kann roknast, sum eitt
slag av lykli til øll romansku málini.
Harafturat verða nýggj hugtøk og tøl
ofta navngivin við støði í latínskt-
grikskum nøvnum, umframt at
grikkar og rómverjar fyri ein stóran
part eiga grundhugsanirnar undir
vesturlendskari hugsan og sam
felagsskipan, sigur Birgit.
Latín framvegis aktuelt
– Harry Potter og Hunger Games
taka støði í latíni, sigur Birgit, tá ið eg
spyrji, um latínska málið yvirhøvur
er livandi.
Latín var almenna málið hjá
rómverjum, og hóast málburðurin
broyttist við tíðini – og sum frá leið
bleiv til tey mál vit kenna í dag – livdi
latín framvegis í lærubókum, skúlum
og universitetunum. Hetta er helst
ein av aðalorsøkunum til, at vit fram
vegis kenna til forna málið.
Av tí, at rómverjaríkið fevndi so
víða – alt núverandi EU og Norður
afrika – verður ført fram, at fleiri
latíniskir málspírar fingu gróðrar
líkindi í evropeisku londunum, sum
í dag mynda romanska familjutræið
– millum annað franskt, italskt og
spanskt.
Páll Rasmussen Weihe, ein av
næmingunum á fyrsta hástigsliðnum
hjá Birgit tekur undir við, at latín
onkursvegna ger tað lættari at læra
mál yvirhøvur, tá ið ein kennir upp
runan.
– Tað hjálpir við at læra onnur mál.
Tí umframt at vera grundarsteinur
undir romansku málunum, er tað jú
partur av indoevropeisku málfam
iljuni. Fyri meg verður latín sostatt
eitt slag av lykli at lata romansku
málini upp, og tað ger tað nógv
lættari at læra tey, sigur hann.
Júst kunnleikin til mál, kann vera
avgerandi lykil til annað enn sam
skifti, heldur Birgit.
– Í einum altjóðagjørdum alheimi,
har tjóðir koma í tætt samband við
hvørja aðra tvørtur um mentan
og mál, er tørvur á fólki, sum eru
intellektuelt smidlig. Um nakað,
haldi eg, at málsligt margfeldi er við
at stimbra júst hesar førleikarnar og
felagsmenniskjalig evni.
– Eg haldi tað vera týdningarmikið
at varðveita tað málsliga margfeldið,
sum altíð hevur eyðkent føroyingar.
Frálæra í málum veitir annað
enn bert samskiftismøguleikar á
fremmandamáli – tað gevur eitt
týdningarmikið innlit í fremmanda
mentan, sigur hon.
mortan@sosialurin.fo
»Tað kann tykjast nyttuleyst av tí,
at latín ikki verður nýtt í livandi
samskifti longur, men veruleikin er,
at latín framvegis livir aðrastaðni
enn bert hjá pávanum«
Tíðarlinja:
2013 broytingar í útbúgvingarskipanini hjá studentaskúlanum
2012 seinasti árgangur eftir gamla leistinum
2012 Birgit Remmel undirvísir øllum fýra latín flokkunum
2013 tað eydnaðist at skapa nóg stóran áhuga fyri latín,
at stovna flokkar á miðstigi og á hástigi.
2015 hátstigsliðið hjá Birgit verður liðugt í ár, og vandi er fyri,
at tað ikki kemur fyri aftur.
Fakta:
9 næmingar valdu tvey ára framhaldslatín á hástigi
5 av hesum verða liðug í ár
4 næmingar hava latín á miðstigi