Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-12, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. februar 2015 sosialurin 18 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 26 Óli Jacobsen Tá Esmar var hildin til rukku Viðingar flentu at Esmari Fuglø, tá ið hann bað trolara úr Aberdeen selja kalva fyri seg. Men tá ið kekkurin kom varð ikki meira flent 2. partur Í fyrra partinum greiddi Esmar frá, tá ið hann misti pápan, beiggjan og abban og mamman sat eftir við sjey børnum. Hann heldur á við at greiða frá lívinum á Viðareiði: Petur á Lagnum dettur oman Fjallgongan um summarið í royting skuldi eis­ ini fáast frá hondini, sjálvt um vit mest vóru skúla­dreingir saman við gomlum monnum. Alt mann­kyn í bygdini var jú til skips, og ikki var tað óttaleyst at reka í Líðhaga. Eina ferð vit komu heim ígjøgnum líðina við gonguni, rópar Jógvan í Innistovu á meg og biður meg hyggja niður i bakkan, tí seyðurin í neðra gekk ikki. Tá eg síggi niður á bakkatromina, síggi eg stavin hjá Petur úti á Lagnum, og eingin maður er at síggja. Tað bleiv gingið frá beinanvegin. Tá vit komu niður, lá Petur á eini rók einar tveir favnar undir tromini. Annað lærið var brotið, og um hann ikki støðgaði har, so fór hann í havið. Úti í Líð gingu menn við fjalltog um herðarnar, so tað var skjótt, hann bleiv hálaður upp. Farið var til hús eftir eini rekkjuváð at bera hann í. Tá hann var komin at liggja á einari børu við húsini, tá hann skuldi fara á sjúkra­húsið, bað hann teir steðga eitt sindur. Hann foldaði hendurnar saman og takkaði Gudi fyri tað, sum hann hevði verið fyri seg, og hann bað Hann vera eftir hjá bygdafólkinum. Tað var ein grípandi løta í Garðstúni. Petur var ein so nógv avhildin maður. Húskallur í Norðradali Í 1924 fylti eg 14 ár og royndi at sleppa til skips, men eg slapp ikki við nøkrum. Hetta dámdi mær illa, tí eg var so spentur at koma til vinnu og miðaði ímóti at gerast góður fiskimaður. Vaðskítur mátti eg ikki blíva. Men har var einki at gera. Skipini fóru á Eysturlandið, og eg sat eftir. Nú føldi mamma seg meira leysa. Elsti son­ urin var inngiftur, so sonarkona var í hús­inum. Elsta systir mín var gift við Gustav Reinert. Tey búðu á Sundi, har Gustav hevði høsnagarð. Hann var eisini ein kendur útróðrarmaður. Hagar fóru eg og mamma at ferðast. Gustav var bróður Óla Reinert, bónda í Norðradali. Hann livdi ikki væl tá, so tað varð av­gjørt, at eg skuldi fara til Norðradals at hjálpa til við hoynum. Hetta vildi eg fegin, tí sjálvur hevði eg sligið kúfóðrið hjá okkum á Viðareiði árið fyri. Hetta var eitt gott summar, og at sláa dámdi mær væl. Eg fór ofta upp um 5-6 tíðina fyri at fáa mest møguligt lagt niður, áðrenn døggin fór av, tí tá helt bitið betur. Um 7 tíðina fór Lotta, fastur Óla, til neytar og kom framvið har eg sló. Hon setti mær eitt ílat av blonduvatni og helt fyri: »Hetta er gott, tá tú er tystur.« Hoyggingin gekk bæði skjótt og væl. Har var eisini annað at takast við. Eg sat onkun­tíð niðri við gjónna á seiðabergi og eg reiddi torv av heiðunum. Um Ólavsøkuna vóru vit á Steyrinum og drógu lundapisur. Vit róku eis­ini seyð í hafti til Havnar, so har var nokk at gera. Nakrir seyðir blivu riknir út í Sanda­gerði til próstin. Hetta var tað, sum próstur skuldi hava í sín part. Garðurin hjá Óla var prósta­ garður. Árið fyri hevði seyðasjúka gingið, og allur Norðra­dalur var avstikaður við dupultum hegni, 30 metrar vóru ímillum, heilt úr sjónum upp í líðina millum Norðradal og Syðradal. Óli keypti nakað av hesum hegninum, og eg hjálpti honum at taka tað niður. Heystið kom so, og eg skuldi úr Norðradali aftaná eitt gott summar, sjálvt um tað hevði verið nógv at gera. Tá eg segði Óla farvæl rætti hann mær ein 100 krónu seðil. Eg bleiv so ovfarin og rørdur, at eg fekk einki sagt. Eg veit ikki, um eg hevði sæð ein slíka pengaseðil fyrr. Eg kom til Sunds og gav mammu 100 krónu seðilin, og frøin bleiv ófør. Vit støðgaðu nakað á Sundi. Har var nóg mikið takast við, eisini við høsnagarðinum. Eg setti skrubbulínu fram við landi. Eg skilti tær størstu skrubburnar burtur úr og fylti tær í ein tættleyp. So bar eg tær oman til Havnar at selja. Tað vóru um 3 fjórðingar at ganga. Fyrsta húsið, eg kom til, var hjá Trond Hansen. Skrubburnar seldi eg so til Otto Beck. Eina ferð hevði eg fingið so mikið av pengum, at eg kundi fara inn í handilin hjá Evensen at keypa einar gummistivlar, tí aftur at ári væntaði eg at sleppa til skips. Endiliga til skips Várið kom, men fyrsta túrin fóru dreingir sjáldan á Suðurlandið. Men í mai fór eg á Eystur­landið. Eg fekst við at bera tøð út í gerðið, tá mamma rópti, at eg slapp við Ekliptiku. Tað var ein frøði, hetta var eitt rokskip, sum eisini var nýtt og framkomið. Tøðleyparnir, sum írest­aðu, komu skjótt út, eplini fóru í jørðina og so avstað. Eg var væl útgjørdur. Ein part av teimum føroysku klæðunum hevði eg sjálvur loyst úr lagdi, spunnið og bundið. Siðsøga Esmar á Helluni á Viðareiði, sum hann hugleiðir um í greinini. Fyrra kona Esmar, Thurid.