hósdagur 12. februar 2015síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. februar 2015
sosialurin 18
27
Komandi partur
Í komandi parti verður áhugaverd frásøgn hjá Rose, sum kemur úr
Biafra í Nigeria, og sum upplivdi teir ræðuleikar, sum tilkomin fólk
enn minnast. Hennara dóttir og ommubørn eru føroyingar.
Tá dagurin kom, og eg skuldi fara kom
mamma og stakk mær ein 5 kr. seðil og bað
meg fara oman til Daddu og siga henni farvæl.
Onkur vildi siga, at hon dugdi meira enn at
mata seg, men eg veit at tað var ein góð gerð, tí
hon var ein gomul kona, sum lá lamin í songini
og tørvaði hjálp. Eg gloymi ikki hvussu hjarta
liga hon takkaði og stakk hondina niður við
stokkinum og gav mær einar vøttir. Hon bað so
innarliga, at eydnan skuldi fylgja mær.
Spraggurnar
Ein serstakari hending vil eg siga frá. Henry,
ein vinur mín, og eg høvdu fingið egnt eina
kalvalínu, og pápi hansara kom við okkum. Vit
fingu tríggjar smákalvar, sum vigaðu um 45
kg. tilsamans.
Tá vit komu komu aftur at landi var post
báturin farin. Har var einki at gera, tí Kjølbro
tók bara ímóti kalva, tá hann fekk sent teir
beinanvegin við Tjaldrinum. Nú bleiv lagið
ringt, tí vit høvdu væntað okkum nakrar
krónur. Eg mátti royna at finna uppá okkurt.
Tá vit komu upp morgunin eftir, var hann
komin á landnyrðingi, og fleiri trolarar lógu og
krokaðu fyri Helluni. Henry og eg fóru umborð
á ein trolara úr Aberdeen og bóðu hann selja
kalvarnar fyri okkum á marknaðinum. Olaf
Joensen kom við og hjálpti okkum við tí enska.
So gingu nakrar vikur, tá vit blivu havdir
til rukku í bygdini. Tá trolararnir sóust útfyri,
róptu dreingirnir eftir okkum, at nú vildi
trolararnir hava meira kalva, tí hinir vóru etnir.
Men so ein dagin komu 71 krónur úr
Aberdeen, og tá lótu vit tað sanniliga hoyrast
á Viðareiði! Hetta var fyrsti uttanlands handil,
sum eg var við at gera.
Hellan – ein grípandi bygdamynd
Ein grípandi bygdamynd er horvin í okkara tíð,
og tað var tá skipsmenninir um várið fóru á
Suðurlandið.
Hetta at fara á Suðurlandið var so hættisligt,
at tað vóru ofta ófrættir at hoyra um skip, sum
fingu skaða ella tað, sum verri var, at tey blivu
burtur við manningini.
Tað var ikki so løgið, at mammur, sum komu
at sita einsamallar eftir við smábørnunum,
blivu tungar í huganum, tá farast skuldi avstað.
Sum forsyrgjari hevði maðurin einki annað
valg enn at fara, og teir so frægt tilkomnu
synirnir máttu fylgja við. Helst hevði maðurin
havt eitt orð við keypmannin um at lata konu
og børn fáa tað neyðturviliga uppá borg, meðan
hann var burtur, í vónini um at kunnu gjalda,
tá hann fekk pening.
Nú var mars mánaður byrjaður. Tá post
báturin kom, kom røringur í bygdina, og tú sá
heil fylgi koma úr ymiskum húsum fara oman
á bakkan og oman á Hellu.
Tað hendi so nógv á Helluni, har runnu
bæði sorgar- og gleðistár. Tá hoyrdust ofta
ófrættir, og ikki komu altíð teir aftur, sum fóru.
Onkuntíð kom bara klædnaposin aftur.
Tað skuldu fleiri pápar avstað ein ávísan
dag eg minnist. Ein teirra var Søren. Kona
hansara, Ebba, kom at sita eftir heima við
tveimum synum. Hon stóð við teimum undir
Hamrinum, meðan Søren rann eins og hinir
fyri at fáa klædnaposan turran í bátin. Hann
segði smílandi farvæl við ætt og vinir, sum
hann kom framvið. Men hvørja ferð eygu
hansara fóru undir Hamaran, har Elspa og
tey smáu stóðu, kom eitt tungt brá yvir andlit
hansara.
Nú mátti Søren eisini í bátin, og tungur í
huga fór hann niðan undir Hamaran. Hjørtur
møttust – hann fevnir fyrst tey smáu, meðan
Elsba roynir at fjala tárini við turriklæðnum.
Tá ið hann kysti hana kann hann hava sagt:
»Óttast ikki, eg komi aftur.« Eg legði til merkis,
at allir gjørdu eins og Søren – seinast heilsaðu
teir sínum egnu.
So fór báturin frá, og allir tóku húgvuna av
og veittraðu farvæl, meðan tað ljóðaði aftur av
Helluni frá konum og børnum, sum einsamøll
fóru aftur til hús. Sjálvt um óttin og bíðitíðin
tyktist long, so var heilt annað lag á Helluni, tá
ið túrurin var av, og teir komu aftur. Tá Søren
kom aftur upp á Helluna og sá, at øll hansara
vóru har, var hann glaður, og tá var eingin ivi
um, hvørji fingu tann fyrsta kossin.
So kom dagurin, tá mamma eisini fylgi mær,
sínum yngsta soni, oman á Hellu, soleiðis sum
hon hevði fylgt hinum brøðrum mínum og
døtrunum, sum vóru giftar burtur. Nú vóru
ungarnir floygdir uppi við Garð og reiðrið var
tómt.
Har stóð hon nú einsamøll á Helluni, eftir
at hava givið børnum sínum alt, sum hon
maktaði, elskaða mamma mín.
Vaksnamannalívið
Esmar var trý ár við Ekliptiku. Inntøkan var
eisini góð, men hon fór til mammuna. Hetta
kom væl við, tá ið teir bláu konvoluttarnir
komu frá sakførara at gjalda skuld. Men Esmar
lovaði sær sjálvum, at tá ið hann kom at for
vinna meira skuldi mamman hava tað gott og
sleppa undan hesum.
Edvard, beiggi Esmar, fekk Albert Victor
at føra í 1928. Hon var deyðsiglari. Men Esmar
helt seg hava skyldu at fara við beiggjanum,
og hann fór av rokskipi við motori til beiggjan.
Seinni fóru teir við Carlton, sum var eitt mun
andi betri skip. Tað hevði eisini motor.
Men Esmar vildi meira enn hetta, so hann
fór eitt skifti út at sigla við Mærsk. Seinni var
hann við øðrum skipum.
Esmar giftist við Thurid, dóttir Christian
Holm Jacobsen, men hon doyði árið eftir, í
1937, av nátasjúku.
Hann fór á skiparaskúla og fór beint, sum
hann hevði fingið prógv, við Ananu, sum við
160 monnum róði út í Grønlandi.
Tað var skjótt, at hann gjørdist trolaraskipari.
Hetta var fyrst við Norðbúgvanum. Ein av
manningini var systirsonurin, Jákup á Sundi,
sum m.a. greiddi frá hesi sigling í hesi røð fyri
nøkrum árum síðani.
Seinni kom hann at føra Leiv Øssurson hjá
AT á Tvøroyri, og hetta gekk sera væl.
Virki á landi
Esmar var nú blivin giftur við Ragnhild úr
Hvalba.
Nú var hann farin at hugsa um aðrar
møguleikar enn at sigla. Hann fór at selja olju
og stovnaði Føroya Oljusølu, sum seinni varð
yvirtikin av Esso, har Esmar gjørdist stjóri til
hann legði frá sær fyri aldur.
Í 1955 var Esmar saman við Hvannasunds
beiggjunum við til at keypa trolaran Fiskanes,
har Hans Pauli gjørdist skipari.
Saman við teimum stovnaði hann eisini
Saltsøluna, sum Hans Pauli seinni átti einsa
mallur.
Eini 10 ár seinni varð Fiskanes seldur, og tá
bygdu teir saman við fuglfirðingum Havsbrún
í Fuglafirði. Har var Esmar annar stjórin fyrstu
tíðina. Seinni varð Havsbrún seld til Føroya
Fiskaídnað.
Eisini var Esmar við í Bacalao til tað allar
seinasta. Tað kann sigast, at hann lá fram við,
har tað var møguligt. Tá ið tað í 1970 knípti at
sleppa av við saltsild, tók Esmar um endan og
fekk í lag munandi sølu til Polen.
Umframt alt tað verðsliga var Esmar eisini
virkin í Brøðrasamkomuni. Alt í alt kann sigast,
at hann var ein spennandi persónur, sum tað
var stuttligt at kenna.
Komandi partur
Í komandi parti verður áhugaverd frásøgn hjá
Rose, sum kemur úr Biafra í Nigeria, og sum
upplivdi teir ræðuleikar, sum tilkomin fólk
enn minnast. Hennara dóttir og ommubørn
eru føroyingar.
Esmar hevði nógv samstarv við Hvannasundsbrøðurnar. Í aftara rað
síggja vit v.f. Svenning, Poli, Óli og Hans Pauli. Í fremra rað Kaj, Esmar
og Andreas. Bert Svenning er enn á lívi. Hann verður 90 ár í ár.
Postbáturin, Immanuel, er komin á Helluna.
Esmar og
seinna konan,
Ragnhild.