Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-12, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. februar 2015 sosialurin 18 28 25% frá loysingini Tórbjørn Jacobsen Meðan tað spolar út av kyku hespunum hjá Lamhauge & Hvidt­feldt í Sortu­ díki, í roynd­ini at fáa før­oyingin at skilja, hvussu høvuðsvinnan í landinum er skipað, syfta nýggir spurningar seg upp úr sævarmálanum. Blitz-stríðið um stovnar, stál, veiði- og fiskiloyvir, Fólksins ognir og milliardir í umfari klývur tjóðina. Uppaftur í saman, mánakvøld eftir mánakvøld, reisa búskaparfrøðingar uggafjarðarnar og eyðmerkja alla skipanina sum korrupta ella korrumperaða, og í hinum leirinum strúka menn teim­um útvaldu í Gávubúðini við hárunum. Ímeðan sita teir, ið skuldu umsita tjóðina fyri okkum – politikararnir – púrasta ráðaleysir, og megna ikki at flyta okkum av fetanum frá eini lóggávu, sum tíðin hevur yvirhálað við sjeymílafetum fleiri ferðir. Í grundini er lógin ikki til, verður ikki brúkt, og nú stjórnar ein kunngerðarparagraff, ætlað til smávegis lepar, at kalla øllum, alt eftir hvussu tey sterkastu áhugamálini fáa reykin at standa á høvuðskál landsstýrismansins. L&H høvdu fyri tað mesta hug­ savnað seg um uppsjóvarvinnuna í fyrstu sendingini, og akademiska backing-group'an av Setrinum, sum vóð upp undir miðju í korrumpering og korruptión, fekk líkasum út­ gerðarmenninar at sveiggja í súrliga lotinum sum búrhundar. Og tað var helst mistakið. Tey flestu vita, at hetta eru dugnamenn, sum eru farnir ígjøgnum væmingar og vaggandi gjálv í áratíggju. Burtur úr nógvum útgerðarfeløgum og loyvum á hesum mótinum, keyptu hesir eftirverandi í vinnuni uppsjóvarflotan niður í burðar­dyggar økonomiskar eindir til tíðina og støðuna, sum var áðrenn stóra vøksturin í uppsjóvarkvotunum. Stóri kvotavøksturin hesi seinastu árini kom harvið at muna óvanliga væl í vinnuliga húsarhaldi teirra. Burtur úr tí nýákomnu støðuni hevj­ ar orðaskifti seg um, hvussu Fólksins ognir skulu umsitast politiskt. Tað takið lata vit liggja í hesum umfari, tað er ikki aktuelt heldur, nú ein samlað politisk skipan rennur undan ábyrgdini, higani til næsta løgtingsval, at umsita tilfeingi Fólksins sum frægast nú og frameftir. Tíbetur kom vinnan við einum kon­struktivum andsvari í øllum uppganginum. Tað hevur leingi ligið á ljóði, at Varðin hevur innrættað sær eina ídnaðarkabúss í høvuðssætinum í Syðrugøtu, fyri at finna fram til rætta makrelproduktið, sum skal niður­sjóðast í blikk til útflutnings í eini ætlaðari nýggjari verksmiðju í Gøtu. Seinri komu Kristian Martin og synir hansara meiri ítøkiliga á vøllin, við einum niðursjóðingaruppkeypi inni á europeiska meginlandinum. Í Týsklandi. Dømi um, at sjálvsálit aftur er komið í vinnumergin, tá man hættir sær at fara út í globala meldurin, hetta er tað sum grannarnir hjá okkum hava stríðst við í mong ár, og nú brast umsíðir fyri nevi hjá føroyingum eisini. Hugaligt at vinnan ekspanderar, og at mørurin enn er til annað enn at savna upp í løgur, sum lítlum og ongum tænir. Keypið í Bremerhaven og í Flensburg, hjá teimum í Grótinum, setti nýggjar spurningar á breddan. Laka handilsavtalan við Europa Samveldið var nú trupulleikin, hon leggur ikki upp fyri framsøknum átøkum sum hesum, um nú Kristian Martin ætlaði at niðursjóða makrelin í Klaksvík. Ein tollforðing á 25% liggur ímillum. Hann leyp um borg, keypti seg inn um tollmúrin, og vónandi fer hesin handilsskapur at vera teimum har norðuri happadrúgvur. Tað sum glíggjar í eygu okkara í almenna rúminum er, hvussu van­ ligi samfelagsligi og tjóðskaparligi hugsanarhátturin er farin at standa á glæ í hesum landinum. Danska heima­ stýriskvørnin hevur malið okkum øll í ørviti. Latent undir øllum tosi á svaði, í miðlum og millum manna er, at heimurin ikki er størri enn danska ríkiseindin. Ongin samráðing hevur verið um handilsavtaluna, omanfyri nevnd, í heili 7 ár. Í allari løgmanstíð hansara Kaj Leo. Tað ber brá av status quo og einum vinnuliga statiskum samfelag. Trýstið frá niðursjóðaðu makrelunum, sum lokalir fingrar skuldu leggja í blikk norðuri í Klaksvík, og sum týskar hendur nú hava loftað ístaðin, fer nú at seta ferð á løgmann, ið ivaleyst fer at gera eitt propagandanummar burturúr tí, at nú má ES-landið og hjálandaveldið Danmark hjálpa ússaliga hjálandinum Føroyar upp um nýákomna og forðandi tollmúrin á 25%. Eftir tað fer fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale helst spenandi niður til Bruxelles. Tað ræður um at látast at vera politiskur merlespíkari, nú kordelarnir skulu taðast sundur, fyri at benda steinrunnu politisku skipanini hjá kontinentalkapitalinum tann rætta vegin í hesum avgerandi máli. Eitt spunaátak er heldur ikki at kimsa at, nú Danatingsvalið nærkast í hvørjum. Útvarpið lá heldur ikki sjóvarfallið av sær. Stjórin í Vinnuhúsinum, Marita Rasmussen, varð tráspurd fyri viku síðani um hetta málið. Hon segði sum var, at tað er ongin ivi um, at tað sum vinnan ynskir, tað er fullkomin frælsur handil. Studioverturin spyr so: “Og kanska møguligan limaskap í ES?” “Nei, tað er ikki so greitt tað málið, tað er tað ikki(!)”, svarar vinnu­ stjórin til endans í samrøðuni. Spurningurin sigur alt um hug­ burðin, sum hesi seinastu árini hev­ ur forplantað seg út í allar liðir í sam­felagnum. Sambandshugsanin hevur volað. Tað kemur ikki útvarps­ kvinnuni til hugs at spyrja, um aðrir politiskir/handilsligir møguleikar eru fyri, at leypa upp um hendan van­ lukkuliga tollmúrin, enn at danska hjálandið Føroyar fær limaskap í ES-samveldinum, umvegis danska lima­skapin í hesum sama høpi. Ikki sørt at hetta sambandskrímið eisini hevur rakt tjóðveldisfólk, sum nú spyrja landsstýrismenn, hvussu toll­ forðingin kann beinast av vegnum undir núverandi umstøðum. Fólk eru farin at troyttast av øllum hesum spurningunum upp í røkur, skilabetri hevði verið, at vit fingu eitt greitt boð uppá, hvussu knútarnar kunnu loysast. Horvnu niðursjóðaðu makrel­ar­ nir, og einar stórthundrað vinnuførar hendur í Klaksvík, standa 25% frá loys­ingini. Vóru Føroyar ein sjálv­ støðugur statur, ein Republikk, sum var limur í EFTA, og hevði eina EBS- avtalu við ES-Samveldið, á sama hátt sum Ísland og Noreg, so lá málið greitt fyri, og Kristian Martin hevði tá sloppið undan at klovið upp um europeiska tollmúrin, hóast tann íløgan saktans kann vera skilagóð fyri tað. Niðursjóðaðir makrelar úr Klaksvík hava eina alternativa rás út á altjóða marknaðin, um vit bara sleppa hesi sambandsku vanahugsanini, sum ikki røkkur út um heimføðisásin Tórshavn-Keypmannahavn. Hetta einstaka málið er skorðað fast í heimastýrisakrobatikkinum, og var ikki eitt mál yvirhøvur, um vit áttu mansdirvi til at standa uppi sum fólk ímillum fólk. Finsk-russiski bardagin 1939/40 Símun Pauli Jacobsen Vestmanna Tey róptu á Harran í neyðini. Ja, »tey róptu til Harran í neyðini, og hann frelsti tey úr trongdum teirra«. Soleiðis stendur skrivað í Sálma 107,6. Eg kom í hesum sam­bandi at hugsa um ta andaligu vek­ingina, sum fór fram undir finsk-russiska bardaganum í árunum 1939-40: Tað íbirtist ein longsil í finska fólkinum, longsil eftir Gudi, frelsu, rein­leika, frælsi og sannleika. Hesin longsil breiddi seg um alt landið. Tað byrjaði í Jóhannes kirkjuni í Helsingfors. Hitt vakra templið er fullsett við fólki, so fullsett, sum ein tordi við vanda fyri flog­ávaring. Og hurðarnar eru stongdar. Eyka sangur er eingin, einki kór, eingir solosangir og eingin streingjatónleikur. Einans sálmar, felagssangir. Tveir sangir at byrja við, og ein at enda við. Tey høvdu einki at bjóða menniskjum enn tann gamla evangeliska boðskapin, sum ætt eftir ætt hevur lurtað eftir í øldir. Men hesin einfaldi boðskapur um synd og náði fær ta stóru fjøldina at lurta. Tað er eingin óvanligur spenningur yvir møtinum og eingin skundur. Tá tann seinasturin sangurin er sungin, verður heitt á tey, sum hava tað gott við Gud, um at fara heim. Tey, sum ikki vilja gera upp við Gud, kunnu eisini fara heim. Tey einastu, sum verða biðin um at vera eftir, eru frelsusøkjandi menniskju. So tanga tíggju ella fimtan minuttir við fullkomnari tøgn frá prædikustóli og altari. Tey flestu fara, men nøkur verða verandi eftir – tveyti, tríati ella kanska hundrað, ella enn fleiri. Hjálparfólk verða eisini eftir upp til ein ella fleiri tímar at hjálpa og vegleiða søkjandi sálum andaliga. Hesi einfaldu møti kunnu halda fram viku eftir viku, mánað eftir mánað. Eisini kunnu vit fara í messu­ høllina eitt sunnukvøld. Hetta er eitt av størstu hølum í Norður­ londum. Klokkan er sjey og salurin er nærum fullsettur av fólki. Í horninum til høgru fyri plattformin kunnu tað vera pláss til nøkur hundrað fólk fleiri. Men tað er praktiskt, at stólarnir eru tómir, tí har plaga vit at savna tey frelsu­søkjandi undir eftirmøtinum. Møtiskráin er líka einføld sum í Jóhannes kirkjuni. Eisini munurin er eitt blandað kór, sum fyllir plattformin. Kórið er sett saman av fólki frá øllum kristnum felagsskapum, og tey syngja evangeliið líka inn í hjørtuni á fólkinum. Tvær tær fremstu stólarekkjurnar eru ætlaðar krígsinvalidum. Og tað er ein trist sjón at síggja hesar ungur menninar við ongum ørmum og beinum, tómum eygnaholum og andlitið avskeplað av djúpum arrum ella svartar av krútroyki frá eini ella aðrari minuspreingin nærhendis. Men annars er henda samkoma ung og frísk, og duga tey væl at lurta. Tað er eingin trupulleiki at koma á tal við tey. Man nýtir einans tey mest einføldu orð í heiminum á ein vanligan hátt at tosa um tað størsta evnið av øllum – frelsuna í Jesusi Kristus. Og tey lurta sera væl eftir boðskapinum. Prædikan er at enda komin. Vit biðja áhoyrararnar vera sera friðarligar í nakrar minuttir. Eingin tosar, men túsundir av ungum menniskjum sita og hugsa. »Tak tína avgerð. Tú veitst, hvat tað ræður um. Tað ræður um einki minni enn at halda uppat at vera tín egin, og at lata Jesus Kristus verða tín lívs Harri. ert tú til reiðar at bróta við alla synd frá hesi løtu og víga títt lív til Gud fyri bæði tíð og ævir? Reis teg og far upp í hornið høgrumegin plattformin, tá vit nú um eina løtu byrja at syngja ein sang. Um tú ætlar at koma, so kom, sjálvt um øll hini verða sitandi. Og ætlar tú at verða sitandi, har tú ert, so sit, sjálvt um øll hini reisa seg upp og koma. Tú skal sjálvur taka avgerðina«. Kórið reisir seg og byrjar at syngja. Syngja ein sang. Eg síggi, hvussu ein invalidur í fremstu rekkju av stólum tekur fram stavir sínar. Annað bein hansara er burtur. Hann misti tað í Karelinum. Og so fer hann avstað á eina beini sínum, og styðjandi við stavum sínum móti horninum í stóra salinum fyri at gera upp við Gud og verða lektur upp á sál og sinni. Ein blindur ungur maður trilvar eftir einum hjálpara, so hann kann finna vegin til tey frelsusøkjandi. Og soleiðis koma tey frá øllum síðum uttan noyðslu, tvingsil, ein og ein og í smáum flokkum á tíggju, tveyti, fimti, hundrað ... Tað verður fullsett í teimum reserveraðu plássum fyri tey frelsusøkjandi. Undir øllum umstøðum standa fleiri hundrað, sum stríðist ein innvortis bardaga. Hjálparfólkið arbeiðir og ger sítt besta fyri at koma í samband við hvønn einstakan. Tað líður at midnátt, áðrenn møtið endar. Og júst tá kemur ein flokkur av næmingum frá einum av sjúkrahúsunum í býnum. Tað eru komandi sjúkrasystrar, seks í tali. Allar hesar seks hava fyri stuttum boygt seg fyri Gudi, og tárini eftir bardagan og kreppuna eru ikki enn tornað á kinnum teirra. Men umsorganin fyri øðrum er longu tendrað í hjørtum teirra. »Kunnu tit ikki koma til heimið hjá sjúkrasystrunum og tosa við næmingarnar har? Tað eru fleiri hundrað av ungum kammeratum, sum mugu vinnast fyri Gudi«. Jú, satt var. »Tey róptu til Harran í neyðini, og hann frelsti tey úr trongdum teirra«. Sálmur 107,6. Kelda: Frank Mangs kjak