Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-12, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. februar 2015 sosialurin 18 29 afturhvarv Fólkaflokkurin førir planbúskap Retorikkurin í bløðunum, tá aðrir flokkar vórðu umrøddir, var heldur bondskur fyrr. Hendan dagin í 1960 skrivar Sosialurin um eina ferð, sum Erlendur Patursson, sum umframt at vera tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin, eisini var formaður í Føroya Fiskimannafelag, hevði gjørt í Íslandi: »Allir menn vita, at Erlendur Patursson ikki er nakar stórur samráðingarmaður. Tað gongur sjón fyri søgn. Ikki hevur hann, síðani hann gjørdist formaður fiskimanna, vunnið eitt einasta fet fram á samráðingargrundarlag. Tann bati, fiskimenn higartil hava vunnið í hansara formanstíð, er vunnin við, at tingið hevur tikið um endan. Einki menniskja væntaði tí, at hann fór at vinna føroyskum fiskimonnum narkan sóma, nú hann fór við sjógv á bak til Íslands. Einki menniskja væntaði tí, at hann fór at vinna føroyskum fiskimonnum nakran sóma, nú hann fór við sjógv á bak til Íslands. Hann kom eisinaftur sum av torvheiðum. Íslendsku bløðini hava ligið tráð framvið. Tey hava prentað hópin av samrøðum við hann. Tummahøgar yvirskriftir á forsíðunum. Jú, mikið háv um miklar menn, tað kann vera rímuligt. Men sum frá leið tykist okkum, at tey fóru at hava hann til gjørldur. Føroysk bløð hava endurprentað ymisk av hesum samrøðum; men tað skal sigast til teirra rós, at tey hava ikki valt tað ringasta burtur úr. – Tvørturímóti! Eftir teimum íslendsksum bløðunum at døma, sum okkum eru komin í hendi, hevur Erlendur Patursson, heldur at siga, gjørt Føroyum fyri skommum.« Í hesum døgum eru tey fleiri, sum leggja Fólkaflokkin at reka planbúskap – sum í gamla Sovjett­ sam­veldinum. Soleiðis var eisini fyri 25 árum síðani. Í Sosialinum hendan fyri 25 árum síðani hevur Birgir Daniel­sen, fiska­ sølu­stjóri, eina hvassa viðmerking til lands­stýrið. Lands­stýrið frá 1989- 91 var undir leiðslu Fólkalfoksins. Jógvan Sundstein var løgmaður. Hinir flokk­ar­nir vóru Sambandsflokkurin og Tjóð­veldisflokkurin. Tað var í sambandi við kjakið fiski­ vinnupakkan hjá borgarliga lands­ stýri­num, at Birgir Danielsen kom við hvøssu viðmerkingini. Hann segði, at fiskivinnupakkin var eitt stórt afturstig. – Meðan Sovjettsamfeldið og londini í eysturevropa fara burtur frá planbúskapi, tí hann hevur spælt fallit, so leggur okkara landsstýrið nú til brots við hesum sama politikki, sigur Birgir Daneilsen við Sosalin hendan dagin. Birgir Danielsen var í morng á stjóri á Føroya Fiskasølu. Hann var eisini nevndarformaður í Sjón­vinnu­bankanum, og frá 1990-94 umboðaði hann Fólkaflokkin á tingi fyri Suðurstreymoyar valdømi. Vilja hava kaðal um Skopunar­ fjørð Í lesarabrævi í Sosialinum 18. febru­ ar í 1950 heita sandoyingar á Esk­ild Christiansen, telefonstjóra, um at fáa nýggjan kaðal um Skopun­ar­ fjørð. Trupulleikin hjá Sandoyingum fyri 65 árum síðani, er nett hin sami, sum suðuroyingar stríðast við í hesum døgum, nú báðir kaðalarnir til oynna eru slitnir. Sandoyingar siga soleiðis í brævinum, sum er prentað í Sosialinum hendan dagin í 1950 – sum áhheitan til Eskild Christian­ sen, telefonstjóra: »Góði tygum, takið nú dik á tyg­ um og sendið boð eftir einum kaðal­ s­tubba um Skopunarfjørð! Satt at siga eru vit nú kedd av hesi dukku­ lappa-telefon, nevnist hon so gamla radio ella Marconi, hvørgin nyttar til ann­að enn burturakst. Vísið tygum nú sum ein mann, og haldið uppat við hasum narrarí­ in­um – hetta lag tola vit ikki longur – vit krevja eina telefon, ið kann nýt­ast nátt og dag – og vit vilja ikki hava hesa keipamyndirnar av tele­ fon­um longur« Sosialurin 18. febru­ar í 1950 Sosialurin 13. februar 1960 Íslandsferðin hjá Erlendi