fríggjadagur 2. juli 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 124 - 2. juli 2004
31
31
30
Nr. 124 - 2. juli 2004
C
M
Y
K
30
Mikudagin 7. juli
verður móttøka inni á
Sundi, tá sjúkrahús-
skipið hjá Mercy Ship,
Anastasis, kemur til
Føroya. Skipið kemur
at liggja inni á Sundi
til 15. juli. Innsavning
verður til skipið á
Føroya Læraraskúla á
Frælsinum í dag 2. og
leygardagin 3. juli
SKIPAVITJAN
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Trúboðanarskipið Doulos,
sum hevur verið í Føroyum
síðan 24. juni, verður ikki
meira enn farið avstað
aftur, tá eitt annað líknandi
skip kemur á vitjan. Hesa-
ferð er talan um sjúkra-
hússkipið, Anastasis, hjá
hjálparfelagsskapinum
Mercy Ships. Skipið var
eisini í Føroyum í 1991.
Anastasis,
flaggskipið
hjá Mercy Ships, hevur
seinastu seks mánaðirnar
verið í Sierra Leone í Vest-
urafrika.
Sjúkrahússkipið
veitir
kirurgiska, medisinska og
humanitera hjálp í londum í
Vesturafrika.
Vanliga er mannningin
upp á umleið 400 fólk, sum
eru úr umleið 30 ymiskum
londum. Tey búgva og ar-
beiða umborð á hesum 159
m langa flótandi sjúkrahús-
inum.
Meðan skipið vitjar í
Føroyum, eru umleið 300
fólk við.
Anastasis, sum vitjar í
Vesturafrikanskum lond-
um, er eitt av trimum
sjúkrahússkipum hjá Mercy
Ships, sum tey seinastu 25
árini hava siglt til ymisk
menningarlond og veitt vón
og hjálp til heimsins fátæk-
astu menniskju.
Hini skipini eru, Carib-
bean Mercy, sum siglir í
Karibiska havinum, og
Africa Mercy, sum siglir
við
Eysturstrondina
í
Afrika.
Læknar umborð á Ana-
stasis gjørdu umleið 1200
skurviðgerðir teir mánað-
irnar skipið var í Sierra
Leone. Landið er millum
heimsins fátækastu.
Byrjaði í 1978
Mercy Ships felagsskap-
urin varð stovnaður í 1978
av amerikonsku hjúnunum
Don og Deyon Stephens.
Felagsskapurin er tvør-
kirkjuligur og hjálpir øllum
fólkum, sum hava tørv á
hjálp, serliga í fátækum
londum.
Sjúkrahússkipini
hava
vitjað í meira enn 70 havn-
um kring um í heiminum.
Tey hava t.d. givið sjón til
tey blindu, tikið ringar
Mercy Ships, Anastasis:
Veita hjálp og vón til heimsins
fátækastu menniskju
Sjúkrahússkipini hava vitjað í meira enn 70 havnum kring um í heiminum
Mikudagin 7. juli verður móttøka inni á Sundi, tá sjúkrahússkipið hjá Mercy Ship, Anastasis, kemur til Føroya
svullir burtur, hjálpt til við
tannrøkt og ortopediskari
hjálp.
Felagsskapurin samstarar
við lokalu myndugleikarnar
á staðnum, felagsskapir og
klinikkir.
Teir
útbúgva
eisini fólk og betra um
saniteru viðurskiftini og
reinføri í menningarlond
um.
Manningin hjálpur til á
skúlum, og tey læra fólkið
at dyrka jørðina og stuðla
tey við ymiskum hjálpar-
verkætlanum. Manningin á
skipinum er sjálvboðin og
ólønt. Tey gjalda fyri at
vera við skipinum.
Ein altjóða sjálvboðin
manning er á øllum skip-
unum hjá Mercy Ships. Har
eru læknar, tannlæknar,
sjúkrarøktarfrøðingar, lær-
arar, kokkar sjómenn, verk-
frøðingar og mong onnur,
sum brúka sína tíð, útbúgv-
ing og pening til at hjálpa
øðrum.
Mercy Ships hevur verið
við í 430 landbúnaðarverk-
ætlanum í menningarlond-
um.
Fleiri tiltøk
Tá Anastasis kemur inn á
Sund mikudakin kl. 15,
verður móttøka á havna-
lagnum við tónleiki og
røðum, har m.a. Jóannes
Eidesgaard,
løgmaður,
flytur fram røðu.
Meðan skipið liggur inni
á Sundi eru fólk vælkomin
umborð at síggja skipið,
sjúkrahúsútgerðina, uppi-
haldsrúmini og arbeiðs-
plássini umborð. Fram-
sýningartúrar við vegleið-
ara byrja hvønn hálva tíma
og vara í ein tíma og eitt
korter.
Skipað verður fyri ym-
iskum, tiltøkum meðan
skipið
er
í
Føroyum.
Fríggjakvøldið 9. juli verð-
ur HealthCare kvøld, har
læknar og øll sum arbeiða
innan heilsuøkið, verða
boðin umborð. Leygar-
kvøldið 10. juli verður afri-
kanskt kvøld í høllini á
Nabb, har skipsmanningin
fera at hava framførslur,
tónleik og dans við afri-
kanskum rytmum. Mána-
kvøldið 12. juli verður
tekniskt kvøld, og týs-
kvøldið 13. juli verður
kvinnukaffi.
Marie Keevern frá Mercy
Ships hevur verið í Føroy-
um seinastu 3 vikurnar og
fyrireika vitjanina.
Innsavning
Í sambandi við vitjanina
verður skipað fyri innsavn-
ing til skipið. Innsavningin
verður á Føroya Lærara-
skúla á Frælsinum fríggja-
dagin 2. og leygardagin 3.
juli.
Tað sum tey mangla er
t.d:
handklæði,
viski-
stykkir, seingjaklæði, hand-
spegl, kambar, bustir, sápa
og
madrassur.
Eisini
manglar skúlaútgerð so
sum skrivibøkur, pennar,
blýantar, blýantspískarar,
kritlitblýantar, krit, lím-
stiftir, litblýantar og viski-
leður. Tógv, stokkar, hekli-
nálir, lummalyktir, battarí
og Walkman mangla eisini.
Av
húsarhaldsútgerð
mangla tey t.d. tvøgur,
spannir við vindara, klorin
og ymisk vaskievni, posar
til vaskievni, fløskubustir,
og ruskposar í øllum stødd-
um. Lutirnir skulu vera
reinir og í góðum standi.
Eisini er møguleiki at
seta pengar inn á konto í
Føroya Sparikassa: 9181-
1419864.
Innsavningin
verður
fríggjadagin frá kl. 15-20
og leygardagin frá kl. 10-
20. Sí eisini tekstvarp á
síðu 600-601.
Felagsskapurin er tvørkirkjuligur og hjálpir øllum fólkum, sum hava tørv á hjálp, serliga í fátækum londum
Henda myndin vísir sama fólk fyri og eftir viðgerðina umborð á Anastasis
Fyri og eftir viðgerð umborð á Anastasis
Sjúkraviðgerð umborð