Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juli 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 124 - 2. juli 2004 29 29 28 Nr. 124 - 2. juli 2004 Sigfríður farin frá í ÍF Venjarin hjá ÍF, Sig- fríður Clementsen, og leiðslan í felagnum hava í felag gjørt av, at samstarvið teirra millum er komið at enda. Fyribils tekur Petur Mohr við leiðsl- uni av besta liðnum hjá fuglfirðingum VENJARASKIFTI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá fuglfirðingum í landskappingini, og nú skal ÍF royna at venda gongdini við einum nýggjum venj- ara. Sigfríður Clementsen er farin frá sum venjari í Fuglfirði, og nýggjur venj- ari skal setast. Okkurt má gerast Formaðurin í ÍF, Rúni Pet- ersen, sigur, at felagið og Sigfríður hava í felag gjørt av at siga sáttmálan upp. Hann sigur, at orsøkin til samstarvsslitið er tann, at tað hevur gingið so illa í seinastuni, at okkurt má gerast. ÍF er næstaaftast í fremstu deildini við fýra stigum, og eyðmýkjandi 1- 6 ósigurin fyri KÍ á heima- vølli sunnudagin var dropi, sum fekk bikarið at flóta yvir. Leygardagin skal ÍF spæla seinnu hálvfinaluna í kappingini um Løgmans- steypið á heimavølli ímóti NSÍ, og tá verður tað royndi venjarin, Petur Mohr, sum herfyri legði frá sær í B68, sum skal hava leiðsluna av liðnum. Rúni Petersen sig- ur, at ÍF hevur gjørt eina av- talu við Petur Mohr um, at hann tekur sær av venj- ingini restina av vikuni, og so skal ÍF undir at finna ein varandi loysn viðvíkjandi fyri restina av kappingar- árinum. Scolari heldur fram Vertstjóðin Portugal hevur spælt seg í EM-finaluna, eftir at liðið í gjárkvøldið vann 2- 1 á Hollandi. Portugisiski landsliðsvenjarin helt, at hansara lið var sett undir stórt trýst av Hollandi. – Tað var sera hart, og tá ið dysturin var liðugur, vóru vit púra útlúgvaðir, segði Luis Felipe Scolari eftir dystin. Og hann kundi samstundis bera tey boðini, at hann fór at taka av einum tilboði frá portugisiska fót- bóltssambandinum um at halda fram sum land- liðsvenjari í tvey ár afturat. Advocaat í øðini Líkt er til, at hollendski landsliðsvenjarin Dick Advocaat ikki heldur fram sum landsliðsvenjari, men hetta er ikki váttað enn. – Eg havi tikið avgerðina, segði Advocaat eftir tapið ímóti Portugal, men hann vildi ikki siga, hvør avgerðin var. Ákoyringarnar á Advocaat hava verið nógvar, og hann legði eftir hollendsku fjølmiðlunum í gjárkvøldið. – Eg veit væl, at tú fært kritikk í hesum starvi, og tað góðtaki eg, men partar av hollendsku pressuni eru farnir alt ov langt. Tá ið fólk heim tosa um at steina ella heingja meg, ja, so er tað farið yvir gevind. Tað ber ikki til at arbeiða í einum slíkum umhvørvi, segði ein illur Advocaat. 15 ára gamal skoraði fyri Esbjerg Tá ið superligafeløgini Herfølge og Esbjerg spældu venjingardyst í gjárkvøldið, skoraði ein 15 ára gamal spælari málið hjá Esbjerg. Dysturin endaði 1-1, og brasilski Thiago Maranhao, sum kom inn í seinna hálvleiki, javnaði fyri Esbjerg. – Kropsliga er hann ikki so sterkur, men Thiago er sera væl fyri tekniskt og taktiskt til at vera 15 ára gamal, segði hjálparvenjarin hjá Esbjerg við bold.dk Sigfríður Clementsen er farin frá sum venjari í ÍF, nú tað hevur gingið so illa hjá fuglfirðingum seinastu mongu umførini í landskappingini. savnsmynd Norski áleyparin hjá KÍ, Stig Edvin Aksnes, er farin aftur til Noregs. Sáttmálin millum KÍ og Aksnes er uppsagdur, tí at normað- urin ikki livdi upp til vón- irnar. Klaksvikingar høvdu stórar vónir til norska áleyparan, Stig Edvin Aksnes, men normaðurin livdi ikki upp til vónirnar, og tí er hann nú farin heim aftur til Noregs. Aksnes, sum sigst verða ein tann hægst lønti leikarin í land- inum, var keyptur til Føroy- ar at skjóta mál, og tað hev- ur hann ikki gjørt nøktandi, og harafturat hevur nor- maðurin verið nógv darv- aður av skaða, meðan hann hevur verið í Føroyum. Hinvegin fegnast tey í Klaksvík um, at danin Jac- ob Bymar tykist hava fing- ið gongd á málskjótingina. tn Leygardagin 3. juli skipar Bragdið fyri Pop Top renning í Vestmanna. Startur og mál eru á kei økinum. Kappingin er 4. umfar í Grand Prix kappingini hjá børnum og 5. umfar í Grand Prix kappingini hjá vaksnum. Kappast verður í ymsum bólkum hjá børnum og vaksnum. TryÏ tey fyrstu á mál í øllum bólkum fáa heiðursmerki. Kappast verður sambært hesi skrá: kl. 11.30 Avheintan av startnumrum á keiøkinum kl. 12.00 Vaksin (f. 59-86) og Veteranar (f. -58) renna 5 km kl. 12.35 Gentur og dreingir -7 (f. 97-) renna 500m kl. 12.45 Gentur og dreingir -10 (f. 94-96) renna 1 km kl. 12.55 Gentur og dreingir -13 (f.91-93) og gentur og dreingir -17 (f. 87-90) renna 2 km kl. 13.05 Heiðursmerkja- handan Tilmelding fer fram á h e i m a s í ð u n i www.athletics.fo í seinasta lagi kl. 20.00 fríggjakvøld- ið. Luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- fyri vaksin og kr. 20,- fyri børn, verður goldið, tá startnummarið verður avheintað. Við Ítróttarkvøðu Bragdið Fyrst í august mánaða skipar KÍ fyri fótbólts- stevnu í sambandi við 100 ára føðingardag felagsins. Kappingin verður í Klaksvík í døgunum frá 6. til 8. august, og er hon fyri yngru liðini upp til dreingja- og gentudeildina. Øll fótbóltsfeløg kring landið verða boðin við til kappingina, og vinnandi liðið í hvørjum aldursbólki fær steyp til ognar, skrvar KÍ í tíðindaskrivi. tn Aksnes farin heim Fótbóltsstevna í Klaksvík Pop Top renning á Fjarðastevnu C M Y K 28 Pop.fo er ein fesk s p.fo er ein fesk íða við tónleiki og undirhaldi, sum hevur fleiri túsund vitjandi um mánaðin Fylg vi F ð hvat er heitt & feitt - vitja pop.fo Øll hava eina góð óða s a íðíðu - pop.fo hevur 100 hevur 100