fríggjadagur 2. juli 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 124 - 2. juli 2004
Nú skal tað verða
Sigursvanda 10-
mannafarið hjá vest-
menningum hevur
ikki havt tey bestu
úrslitini higartil í ár,
men bátsformaðurin,
Eli Müller, sigur, at á
Fjarðastevnu ætla teir
sær at verða fyrstir á
málinum
VESTMENNINGUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Seinastu mongu árini hevur
10-mannafarið Vestmenn-
ingur altíð verið millum
fremstu bátarnir, tá ið róð
hevur verið kapp. Í ár tykist
tað tó ikki sum um, at tað
hevur gingið eftir ætlan hjá
manningini um borð á Vest-
menningi, og bátsformað-
urin Eli Müller sigur, at teir
ætla at leggja nógv fyri, so
at fyrsti sigurin fæst í hús á
heimasjógvi leygardagin.
Endaspurturin ikki
nóg góður
Í teimum róðrunum, sum
hava verið higartil í ár, hev-
ur tað ofta gingið rættuliga
væl hjá Vestmenningi í
startinum, meðan tað hevur
gingið minni væl í enda-
spurtinum.
Eli
Müller
ásannar, at teir ikki hava
fingið endaspurtin at fung-
era, millum annað tí teir
ikki hava verið heilt samdir.
Bátsformaðurin umborð
á Vestmenningi sigur tó, at
seinastu tíðina hava teir
gjørt serliga nógv burtur úr
venjingini, og hann vónar,
at tað fer at síggjast aftur í
úrslitinum á Fjarðastev-
nuni. Manningin umborð á
Vestmenningi er alt royndir
rógvarar, men summir av
teimum hava ikki verið
umborð á Vestmenningi áð-
ur, og tað spælir kanska
inn, at teir ikki hava róð í
einum 10-mannafari fyrr,
heldur Eli Müller.
Væntar javnan róður
Teir flestu av 10-manna-
farsróðrunum í FM-kapp-
ingini higartil í ár hava
verið rættuliga javnir, og
Eli Müller væntar, at róð-
urin á Fjarðastevnu neyvan
verður nakað undantak í so
máta. Róð verður 1000
metrar eins og í Vági sein-
asta vikuskifti, og tá vóru
flestu bátarnir sera javnar,
og bert brøkpartar av sek-
undum vóru á muni.
At Vestmenningur er á
heimasjógvi, heldur Eli
Müller ikki verða nakran
fyrimun, tí tað einasta, ið
teir kunnu brúka tað til, er,
at teir hava betur vitan um,
hvar málið er, hóast málið
ikki er tað sama sum tað, ið
teir nýta undir venjing.
Vestmenningur vandi fyri
seinastu ferð undan Fjarða-
stevnuni mikukvøldið, og í
vikuni hevur eisini verið
róð ímóti Kvívíkingi og
Skálabátinum, sum verður
við í róðrinum á Fjarða-
stevnuni. Tað eru vest-
menningar, ið hava mannað
sigursvanda bátin av Skála
til stevnuna, og tað verður
spennandi at síggja, hvussu
tað fer at ganga.
Ringt at gevast
Eli Müller hevur róð um-
borð á Vestmenningi í heili
átta ár, og tí er hann, saman
við Magna Johannesen, sum
hevur verið umborð í 10 ár,
millum teir royndastu av
manningini. Ofta hevur tað
verið upp á tal at gevast,
men Eli sigur, at tað er ringt
at leggja árina frá sær, tí
man verður so bitin av tí,
heldur hann. Ætlanin er tó at
gevast, tá ið hetta kapp-
ingarárið er farið aftur um
bak, men man veit aldrin,
hvat framtíðin hevur at
bjóða, sigur Eli Müller.
Hann heldur tað verða
gleðiligt, at kappingin mill-
um 10-mannaførini í ár er so
jøvn, tí tað hevur mangan
verið eitt sindur keðiligt, tá
ið bátar hava verið eina-
ráðandi. Nú eru manningar-
nar meiri seriøsar, og tað
sæst eisini aftur í róðrunum,
heldur Eli Müller, sum
saman við tíggju øðrum
vestmenningum ætlar at
rógva
sigursvanda
10-
mannafarið til sigurs í
heimbygdini leygardagin.
Nývaldi formaðurin í
VÍF, Eyðun Leo, sigur,
at tað stendur ongan-
tíð á at fáa vestmenn-
ingar at hjálpa til, tá
ið VÍF skipar fyri
ymiskum tiltøkum
FJARÐASTEVNA
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Vestmenningar hava altíð
staðið
saman
um
sítt
ítróttarfelag, og tað sæst
eisini aftur á limatalinum.
Okkurt um 1200 fólk
búgva í bygdini, og ikki
færri enn 670 fólk eru limir
í VÍF.
Hondbólturin
størstur
Ítróttarfelagið í Vestmanna
fevnir fyrst og fremst um
tríggjar
ítróttargreinar,
nevnliga hondbólt, kapp-
róður og badminton. Tað er
neyvan nakað dulsmál, at
hondbólturin er størsta
ítróttargreinin hjá VÍF, og
felagið telist eisini millum
mest vinnandi hondbólts-
feløg í landinum.
Eyðun Leo, formaður í
VÍF, sigur, at eisini bad-
minton er veruliga við at
gera um seg í bygdini, og
nógv av yngru badminton-
leikarunum teljast javnan
millum vinnararnar, tá ið
kappingar verða fyriskip-
aðar kring landið. Serliga á
gentuøkinum er VÍF væl
fyri innan badminton, sigur
hann.
Færri manningar í ár
Vestmenningar hava eisini
mangan gjørt um seg í
kappróðri, og í ár er neyvan
nakað undantak. Hóast
eingin bátur úr Vestmanna
enn hevur vunnið nakran
FM-róður í ár, so hevur tað
verið nær, og serliga eru tað
dreingja- og gentumann-
ingin umborð á Havfrúnni,
sum hevur verið nær við at
vunnið.
Eyðun Leo greiðir frá, at
í ár hevur VÍF bert tríggjar
kappróðrarmanningar,
nevnliga
genturnar
og
dreingirnir umborð á Hav-
frúnni og so 10-mannafarið
Vestmenning.
Hetta
er
minni enn vanligt, og okk-
urt árið hava vestmenning-
ar mannað ikki færri enn
seks bátar, og tað er einki
minni enn eitt bragd av
einari so lítlari bygd, heldur
Eyðun Leo.
Ófør at hjálpa til
Formaðurin í VÍF heldur, at
tað er ein fyrimunur at hava
bert tað eina ítróttarfelagið
í bygdini, tí tað merkir, at
øll bygdin stendur saman
um felagið. - Hetta sæst
eina best, tá ið vit hava
okkurt tiltak, tí tað stendur
aldrin á at fáa fólk at hjálpa
til, sigur hann. - Hóast tað
kann verða tungt at skipa
fyri og at reka eitt slíkt
felag, so er tað ikki, tí at
tað stendur á við at fáa fólk
at hjálpa til, sigur formað-
urin í VÍF, Eyðun Leo, sum
sjálvur verður burturstadd-
ur á Fjarðastevnu.
Listafram-
sýning í
skúlanum
Í sambandi við
Fjarðastevnuna
verður skipað fyri
áhugaverdari fram-
sýning í auluni í
skúlanum í Vest-
manna, har bæði
kend listafólk, men
eisini vestmenning-
ar fara at sýna list
fram
Tað er bert fólk við til-
knýti til Vestmanna,
sum fara at sýna fram á
listaframsýningini
í
Vestmanna
Skúla
á
Fjarðastevnu. Framsýn-
ingin
er
rættuliga
áhugaverd, tí at talan er
bæði um málningar,
seymaðar og vovnar
myndir, umframt ymisk-
ar tilevnaðar prýðislutir.
Nógv av teimum umleið
20 fólkunum, sum fara
at sýna fram, eru vest-
menningar, sum ong-
antíð áður hava tikið lut
á einari listaframsýning.
Tað er VÍF, sum skipar
fyri framsýningini, sum
er opin leygardagin frá
kl. 18 til 22, og sunnu-
dagin frá kl. 14 til 22.
Tað kostar 20 krónur at
koma inn á framsýning-
ina, og allar inntøkurnar
fara óskerdar til keyp av
list, ið verður latin
stovnum í bygdini.
Øll bygdin hjálpir til
Gamla og nýggja
kirkjan í Vestmanna
Hendan myndin vísur gomlu og nýggju kirkjuna í Vestmanna
samstundis. Nær myndin er tikin vita vit ikki heilt, men
nýggja kirkjan kom síðst í 19. øld.
Mynd: www.vestmanna.fo
Bátsformaðurin umborð á vestmenningi, Eli Müller, v.m., telist millum teir royndastu umborð á 10-mannafarinum. Rúni
Joensen h.m., hinvegin rør við 10-mannafarinum fyrstu ferð í ár, og telist tískil millum teir feskastu
Mynd. Jens Kristian Vang
Í nógva mjørkanum í
Gundadali miku-
kvøldið eydnaðist tað
HB at vinna 1-0 á
NSÍ, og harvið løgdu
havnarmenninir seg
einsamallar á odda,
nú farið verður í
summarfrí. Ikki færri
enn tríggir mans vóru
riknir av vølli í einum
ikki serliga hart leikt-
um dysti
HB-NSÍ
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Føroyameistararnir úr HB
hava lagt seg á odda í 1.
deild við einum 1-0 sigri á
NSÍ í Gundadali miku-
kvøldið. Undan dystinum
var greitt, at vinnandi liðið
fór at verða fremst í lands-
kappingini, nú farið var í
summarfrí. Báðir partar
løgdu eisini nógv fyri, og
fyrsta hálva tíman var leik-
ferðin øgiliga høg, og til
tíðir høvdu spælararnir
sjálvir trupulleikar við at
fylgja við.
Óneyðug útvísing
Fyrstu løtuna av dystinum
gekk rættuliga javnt á.
Runavíkingarnir
høvdu
kanska bóltin meira enn
heimaliðið, men hinvegin
var meiri vandi á ferð, tá ið
HB var í álopi. Fleiri ferðir
vóru boð eftir Jens Martin í
málinum hjá NSÍ, meðan
tað sjáldan gjørdist veru-
liga vandamikið framman
fyri Danny í HB-málinum.
So líðandi yvirtók HB
meiri og meiri dystin, og
fleiri ferðir var heilt nær
við, at teir løgdu seg á
odda. Í 25. minutti slapp
Rógvi Jacobsen leysur í
høgru síðu av brotsteig-
inum og legði upp á tvørs,
men Heine Fernandez, ið
kom glíðandi, var akkurát
ov stuttur til at røkka bólt-
inum. Minuttin eftir var
aftur vandi á ferð, tá ið
heimaliðið fekk eitt frí-
spark stutt uttan fyri brots-
teigin hjá NSÍ, nakað úti í
vinstru síðu. Ungi verju-
leikarin,
Vagnur
Mohr
Mortensen, ið var besti
HB'ari á vøllinum, skeyt
eitt væla fríspark, men Jens
Martin var sum køtturin og
fekk boksað út til horna.
Hálvur tími var leiktur, tá ið
NSÍ púra óneyðugt vóru
skerdir. HB var í álopi í
høgra borði, og bólturin fór
út av vøllinum. Linjuverjin
dømdi bóltin til HB, og tað
var vinstri bakkur hjá NSÍ,
Sjúrður
Jacobsen,
so
ónøgdur
við,
at
hann
skumpaði linjuverjan. Tey,
ið kenna eitt sindur til
fótbóltsreglarnar, vita, at
slíkt kostar eina útvísing,
og Petur Skarðenni var eir-
indaleysur. Ein púrasta
óneyðug útvísing av einum
so mikið royndum leikara.
Nú tók HB fullkomiliga
yvir, og álopini skolaðu
oman ímóti málinum hjá
NSÍ, men Óli Hansen og
Dánial Hansen í miðverjuni
hjá runavíkingum stóðu
væl, og teir báðir Rógvi
Jacobsen og Heine Fernan-
dez høvdu ilt við at sleppa
framat. Eitt mál til heima-
liðið lá í luftini, men tá ið
tað eydnaðist teimum reyðu
og svørtu at fáa bóltin fram
við Jens Martini, stóð ein
verjuleikari hjá NSÍ á mál-
strikuni og fekk beint bóltin
av vandaleið, og tí var mál-
leyst, tá ið farið var til
hálvleiks.
Liðskiparin avgjørdi
Frá fyrsta bríksli í seinna
hálvleiki royndi HB at
trýsta, og bert fýra minuttir
eftir steðgin fingu teir sett
hol á. Jákup á Borg sendi
væl innfyri, og Heðin á
Lakjuni skallaði ímóti mál-
inum, men á sjálvari mál-
strikuni stóð Óli Hansen og
skallaði burtur. Bólturin
kom út til HB-liðskiparan
Rúna Nolsøe, og staddur
áraka
brotsteigarmarkið
smekkaði hann til. Skot-
royndin tóktist ikki serliga
vandamikil,
men
Jens
Martin gjørdi sítt einasta
mistak í dystinum, tá ið
hann misti bóltin millum
hendurnar, og so var 1-0 til
føroyameistararnar. Leiðsl-
an hjá heimaliðnum var
uppiborin, men málið var
ógvuliga heppið. Næstu
minuttirnar var fleiri ferðir
nær við, at heimaliði økti,
men atsóknirnar vóru ikki
nóg neyvar.
Ìstaðin gjørdist tað javn-
vág í manningatalinum, tá
ið okkurt um ein hálvur
tími var eftir at leika.
Vinstri bakkur hjá HB,
Janus Joensen, gjørdi eitt
groft fríspark á miðjum
vølli, og gula kortið var
upplagt. Tíverri fyri Janus
og HB var hetta næsta gula
kortið hjá honum í dystin-
um, og harvið bleiv hann
vístur av vølli.
Nú kom NSÍ við aftur í
dystin, og millum annað
varð Súni Fríði Barbá send-
ur á vøllin fyri Alexandar
Jovecic, so at runavíkingar
fingu ein eyka áleypara.
Tað var væl skiljandi, at
Jógvan Martin valdi at seta
ein eyka áleypara inn, men
hinvegin var tað óskiljandi,
hví Jovecic bleiv tikin út,
um ikki hann var skaddur,
tí hann var nógv tann besti
hjá runavíkingum. Jovecic
var bindiliðið á miðvøllin-
um, og nógv tann størsti
parturin av uppspælinum
fór umvegis hann. Eisini í
verjupartinum var hann
týðandi, og tað var hugaligt
at eygleiða hann, tí hann
flutti seg so væl á vøllinum
og bjóðaði seg allatíðina til.
Úr enda í enda
Runavíkingar fingu so líð-
andi eitt ávíst trýst á HB-
málið, men framvegis tókt-
ist tað vandamiklari, tá ið
heimaliðið fór í snarálop
við teimum báðu kviku
vengunum, Heðin á Lakj-
uni og Jákup á Borg, á
odda. Møguleikarnir vóru
eisini fleiri í tali, og millum
annað Jákup á Borg hevði
einar tveir stórar møgu-
leikar, har minst annar átti
at givið mál.
NSÍ tveitti nógv fólk
fram, og tá ið 10 minuttir
vóru eftir at leika, gjørdust
teir í yvirtal á vøllinum, tí
Rúni Nolsøe fekk tað reyða
kortið fyri eina ófantaliga
takling. Nú var stórt trýst á
HB-málið, men bert heilt
fáar ferðir gjørdist tað
vandamikið. Tað einu ferð-
ina var trunkaspæl framm-
an fyri málinum hjá heima-
liðnum, men hóast fleiri
skotroyndir, eydnaðist tað
ikki NSÍ at fáa bóltin fram
við Danny í HB-málinum,
og fagnaðurin á teimum
reyðu og svørtu var stórur,
tá ið Petur Skarðenni
bríkslaði fyri seinastu ferð.
Nr. 124 • fríggjadagur • 2. juli 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
HB einsamalt á odda
HB-NSÍ 1-0(0-0)
1-0 Rúni Nolsøe 49.
HB: Danny Rasmussen - Hallur Danielsen, Vagnur
Mohr Mortensen, Símun Eliasen, Janus Joensen -
Jákup á Borg, Kári Nielsen, Rúni Nolsøe, Heðin á
Lakjuni(72. Eli Thorsteinsson) - Rógvi Jacobsen,
Heine Fernandez
NSÍ: Jens Martin Knudsen - Brynjólvur Nielsen,
Óli Hansen, Dánial Hansen, Sjúrður Jacobsen -
Alexandar Jovecic(64. Súni Fríði Barbá), Ian Høj-
gaard, Jústines R. Hansen(76. Andy Olsen) - Helgi
L. Petersen, Jónstein Petersen, Gert Langgaard
Dómari: Petur Skarðenni - Tvey tey fyrstu reyðu
kortini vóru í lagi, meðan tann triðja var eitt sindur
tunt. Hinvegin var alt ov ofta bríkslað fyri lítið og
lætt, og dómarin hevði hug at seta seg sjálvan í fok-
us. Hetta oyðilegði rútmuna í dystinum, og leik-
ararnir gjørdust eisini frustreraðir av tí sama. Tað
má verða loyvt at hava kropskontakt í einum slík-
um dysti, uttan at tað altíð skal bríkslast fyri
frísparki og skapa øsing.
Gult kort: Hallur Danielsen, Heðin á Lakjuni -
Jónstein Petersen
Reytt kort: Janus Joensen (2xgult), Rúni Nolsøe -
Sjúrður Jacobsen
FAKTA
Tveir av sentralu leikarunum í dystinum, Janus Joensen hjá
HB og Alexandar Jovecic hjá NSÍ. Janus var aftur á HB-
liðnum eftir skaðafráveru, men fekk reyða kortið eftir góðan
tíma, meðan Alexandar var mest eyðsýndi leikarin hjá NSÍ, og
tað var óskiljandi, at hann bleiv skiftur út um sama mundið,
sum Janus fekk reyða kortið
Mynd: Álvur Haraldsen
Støðan, 1. deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j - t
mál
mál munur
stig
1 HB
9
6
-
2 - 1
22
9
13
20
2 Skála
9
5
-
2 - 2
20
10
10
17
3 B36
9
4
-
3 - 2
19
12
7
15
4 NSÍ
9
4
-
3 - 2
14
11
3
15
5 EB/Streymur
9
4
-
2 - 3
17
13
4
14
6 VB
9
3
-
4 - 2
13
10
3
13
7 KÍ
9
2
-
6 - 1
15
11
4
12
8 GÍ
9
3
-
2 - 4
13
19
-6
11
9 ÍF
9
1
-
1 - 7
13
32
-19
4
10 B68
9
0
-
1 - 8
6
25
-19
1
C
M
Y
K
27
26