fríggjadagur 2. juli 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 124 - 2. juli 2004
Nr. 124 - 2. juli 2004
25
Fólk trívast í Vestmanna
Bygdarráðsformaðuri
n í Vestmanna, Gunn
Joensen, takkar í
heyst fyri seg, eftir at
hon hevur sitið heili
12 ár í bygdarráðn-
um. Hon heldur, at
Vestmanna er ein
bygd, har fólk trívast
SAMRØÐA
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Gunn Joensen hevur í átta
ár sitið við róðrið í Vest-
manna bygdarráð, men tá
ið val verður aftur í heyst,
takkar hon fyri seg og letur
onnur sleppa framat. Hon
hevur sitið 12 ár í bygdar-
ráðnum, og sum áðurnevnt
hevur hon seinastu átta ár-
ini sitið sum bygdarráðs-
formaður. Hon heldur ikki,
at tað hevur merkt lívið í
bygdini, at fast samband er
komið um Vestmannasund.
Nýggjur dagstovnur
Seinni í ár letur ein nýggjur
dagstovnur upp í Vest-
manna. Í løtuni er bert úti-
barnagarður og so dag-
røktarskipanin, men Gunn
Joensen sigur, at dagrøktar-
skipanin verður niðurløgd í
næstum, tí tað gongur so
striltið við at fáa dagrøktar-
mammur.
Sjálv
heldur
Gunn Joensen eisini, at
fólki dámar best, at børnini
verða ansaði á stovni, tí tá
eru tey í enn størri mun
saman við øðrum børnum.
Tá ið avgjørt var at fara
undir at gera undirsjóar-
tunnil undir Vestmanna-
sund, vóru tey mong, ið
væntaðu, at hetta fór at
verða mønustingurin hjá
Vestmanna, men nú hálvt-
annað ár eftir, at tunnilin lat
upp, kann staðfestast, at
eingin broyting er í fólka-
talinum í bygdini. Bygdar-
ráðsformaðurin greiðir frá,
at seinastu mongu árini
hevur fólkatalið í Vest-
manna ligið rættuliga støð-
ugt um tey 1200, og hon
heldur ikki, at nøkur tekin
eru um, at fólk ætla sær at
flyta úr bygdini.
Lítil áhugi fyri
nýggjari útstykking
Í fjør var farið undir eina
nýggja útstykking uppi í
Miðalsbrekku, beint vestan
fyri Hórará, men áhugin
fyri nýggju grundstykkun-
um er ikki serliga stórur,
sigur Gunn Joensen. Or-
søkin til hetta er eftir henn-
ara tykki, at so nógv eldri
hús í Vestmanna hava verið
til sølu seinastu tíðina, og
fleiri ungar barnafamiljur
hava keypt hesi hús, greiðir
bygdarráðsformaðurin frá
og leggur afturat, at í flestu
førum er talan um hús, sum
eldri fólk, ið eru deyð, hava
búð í. Í nýggju útstykking-
ini eru 25 grundstykkir, og
prísurin liggur um 200.000
krónur, tá ið stykkið er
planerað.
Nógv sjófólk
Fá veruliga stór arbeiðs-
pláss eru í Vestmanna.
Størsta arbeiðsplássið er
óivað Fiskavirking, men
harafturat eru eitt nú Vest
Pack og Timburhandilin.
Fyrr í ár lat laksavirkið At-
lantis aftur, og tað kostaði
sjálvsagt nøkur arbeiðs-
pláss, men tó tykist tað
ikki, sum um nakað veru-
ligt arbeiðsloysi er í bygd-
ini, tí at tá ið Fiskavirking í
Vestmanna herfyri hevði
tørv á 15 fólkum, eydnaðist
tað teimum einans at fáa
fatur á tveimum.
Gunn Joensen sigur, at
rættuliga nógvir vestmenn-
ingar eru sjómenn, og nógv
skip, so sum Grønanes,
Vestmenningur og Vestur-
búgvin eru heimahoyrandi í
bygdini, og tískil er sjógv-
urin óivað størsta arbeiðs-
plássið hjá bygdarfólk-
inum.
Bygdarráðið fær
vitjan á Fjarðastevnu
Tað er ítróttarfelagið í
bygdini, VÍF, sum fyrst og
fremst stendur fyri Fjarða-
stevnuni. Gunn Joensen
sigur, at uppgávan hjá
kommununi er fyrst og
fremst at skapa karmarnar
fyri stevnuni á ymsan hátt.
Sjálva fjarðastevnuna verð-
ur Gunn Joensen annars
nógv upptikin av, at Vest-
manna kommuna fær vitjan
úr Íslandi. Tað er bygdar-
ráðið í vinarkommununi
hjá Vestmanna í Íslandi,
Snæfellsbæ, sum kemur á
vitjan, og í tí sambandi eru
bygdarráðslimirnir í Vest-
manna nógv upptiknir á
stevnuni.
Spennandi ætlanir
Viðvíkjandi ætlanunum um
bygging av matstovu og
kunningarstovu
inni
á
Fjørð, sigur Gunn Joensen,
at eftir hennara tykki eru
hesar
ætlanir
rættuliga
spennandi og áhugaverdar.
– Tað er gott fyri bygdini
við slíkum ætlanum, tí tað
fer uttan iva at skapa meiri
lív í bygdini, sigur hon.
Fyribils
er
Vestmanna
kommuna ikki ein fíggjar-
ligur partur av hesum ætl-
anum, men aðrastaðnis er
vanligt, at kommunur eru
við til at reka kunningar-
stovur, og tí er ikki óhugs-
andi, at Vestmanna komm-
una fer at koma upp í
ætlanirnar.
Nú Gunn Joensen fyri-
reikar seg til seinastu bygd-
arstevnuna sum bygdar-
ráðsformaður, gleðir hon
seg til at síggja nógv fólk
koma á vitjan í Vestmanna,
og
vegna
kommununa
bjóðar hon øllum at verða
hjartaliga vælkomnum.
Gunn Joensen, sum hevur sitið í bygdarráðnum í Vestmanna í 12 ár, harav tey átta sum
bygdarráðsformaður, fer í heyst at takka fyri seg og lata onnur sleppa framat.
Mynd: Terji Nielsen
Kendi vestmannabólkurin Westerns. Guttorm Christiansen, Marner Gaard, Heðin Follend, Jón
Miðberg og Niels Olsen. Avmyndaðir í Dansistovuni, helst miðskeiðis í 60´unum.
Mynd: www.vestmanna.fo
Barnaflokkur avmyndaður á Bakkanum umleið 1963.
mynd: www.vestmanna.fo
Gamlar myndir úr Vestmanna
C
M
Y
K
25
24