Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juli 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 124 - 2. juli 2004 Nr. 124 - 2. juli 2004 23 Vestmenningar fáa nýggja matstovu Í næstum verður farið undir at byggja eina matstovu beint við bátahylin inni á Fjørð í Vestmanna. Um- framt matstovu skulu nýggju hølini eisini rúma eina kunningar- stovu NÝBYGGING Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Herfyri stovnaðu nakrir ungir vestmenningar eitt partafelag, ið kallast Vest- manna Ferðamannafelag og hevur hjáheiti Vestmanna Tourist Center. Ætlanin hjá hesum ungu vestmenning- um er at byggja ein nýggjan bygning beint við bátahylin inni á Fjørð, har skúrarnir hjá teimum, ið skipa fyri út- ferðum undir Vestmanna- bjørgini, standa í dag. Bygn- ingurin skal hýsa einari matstovu og einari kunning- arstovu. Tað hava áður verið fleiri matstovur í bygdini, men í løtuni er tað bert møguligt at keypa pitsa og grillmat í Vestmanna, eftir at matstovan og gistingarhúsið La Carreta lat aftur seinasta heyst. Bjóða ferðamannin- um fleiri møguleikar Stjóri í nýggja felagnum hjá vestmenningum er Louis Kristensen, ið eisini er eigari av matstovuni Merlot í Havn. Hann sigur, at teir leingi hava tosað um, at tað átti at verið gjørt okk- urt fyri at fáa ferðafólk at steðga longri í Vestmanna. – Tað er einki at ivast í, at Vestmanna er tað staðið í Føroyum, har flest ferða- fólk koma av sær sjálvum, tí at túrarnir út til Vest- mannabjørgini eru best um- tókta ferðamálið í landin- um. Uppgávan hjá okkum snýr seg um at fáa ferða- fólkini at steðga longri, og tí er umráðandi, at vit hava aðrar upplivingarmøguleik- ar at bjóða teimum, sigur Louis Kristensen. Ætlanin er tí, at kunning- arstovan skal fyriskipa ym- iskar útferðir nærheindis Vestmanna. Eitt nú kann hugsast, at skipað verður fyri gongutúrum millum Vestmanna og Saksun, og har ferðafólkini so kunnu fara á vitjan í Dúvugørðum í Saksun, áðrenn bussurin kemur eftir teimum og koyr- ir tey aftur til Vestmannar. Stigtakararnir til nýggju kunningarstovuna vóna, at teir báðir útbjóðararnir av túrum undir Vestmanna- bjørgini, Sp/f Skúvadal og Palli Lamhauge, fara at umhugsa at selja ferðaseðl- ar til bátaferðirnar á kunn- ingarstovuni heldur enn í verandi skúrum, sum standa við bátahylin. Nýggi bygningurin, sum verður bygdur til matstovu og kunningarstovu, verður einar 200 fermetrar til støddar. Louis Kristensen sigur, at herav verða okkurt um 50 fermetrar settir av til kunningarstovuna. Ein av orsøkunum til, at tað skal verða so rúmsátt í kunn- ingarstovuni, er, at møgu- leika skal verða hjá listar- fólki í Vestmanna at hava framsýning av sínum listar- verkum inni á kunning- arstovuni. Stigtakararnir til nýggja ferðamannafelagið í bygdini vóna eisini, at tað fer at verða gjørligt hjá teimum at bjóða ferðafólki ymiskar gistingarmøgu- leikar í bygdini, so sum Ból og Bita ella Bed and Break- fast, sum tað eitur á fak- máli. Nógvur fiskur á matarlepanum Nýggja matstovan í Vest- manna fer serliga at leggja seg eftir at hava fisk á mat- arlepanum. Louis Kristen- sen er sjálvur kokkur og hevur matstovuna Merlot í Havn, sum hann nú ætlar sær at selja. Louis sigur, at hóast tað gongur væl við Merlot, so krevur tað ov nógva tíð, millum annað tí at hann skal koyra aftur og fram millum Vestmanna og Havnina. – Tað skerst ikki burtur, at sum kokkur ar- beiðir tú vanligani um kvøldarnar, og tá ið tú so eisini skal brúka tíð uppá flutning, er lítið av tíð eftir til at verða saman við familjuni, sigur hann. Tí- skil vónar Louis, at nýggja matstovan í Vestmanna fer at hava við sær, at hann fer at hava eitt sindur betur stundir til at verða saman við konuni og børnunum. Matstovan hjá Louis í Havn, Merlot, er tiltikin fyri sínar fiskarættir, og nýggja matstovan í Vest- manna verður neyvan nak- að undantak í so máta. Louis Kristensen sigur, at tað fyrst og fremst eru før- oyingar, ið eru málbólkurin hjá nýggju matstovuni, men um summarið verður eisini satsað upp á ferðafólk. Nýggi bygningurin við bátahylin inni á Fjørð verð- ur væntandi liðugur kom- andi vár, so at klárt skuldi verið at tikið ímóti gestum komandi summar. Tær báðar systrarnar, Linda og Maiken Jo- hannesen, úr Vest- manna, hava ikki so lítið til felags. Leygar- dagin skulu tær royna at rógva Havfrúnna til sigurs á heima- sjógvi Fyri okkurt um tveimum vikum síðani var prógv- handan á fiskivinnuskúlan- um í Vestmanna. Millum teirra, ið fekk prógv eftir trý ára skúlagongd, var Maiken Johannesen úr Vestmanna. Yngra systurin hjá Maiken, Linda, gongur eisini á fiski- vinnuskúlanum, men enn væntar henni tvey ár, áðrenn hon, eins og systurin, kann fáa húgvuna á høvdið. Linda og Maiken hava báðar drúgvar royndir í kappróðri. Báðar hava tær róð í seks ár við ávíkavist Havfrúnni og Junkarinum úr Kvívík. Í ár rógva báðar við 5-mannafarinum Hav- frúnni úr Vestmanna, og báðar sita tær á lærbekki. Linda situr bakborðsmegin, meðan Maiken situr stýri- borðsmegin. Higartil í ár hevur tað gingið hampuliga væl hjá Havfrúnni, sum er endað nummar 2, 4, 3 og 6 á teimum fýra róðrunum, sum higartil eru farnir aftur um bak í FM-kappingini. Systrarnar báðar siga við ein munn, at á Fjarðastevnu ætla tær at gera bart og vinna róðurin, hóast tær vita, at tað verður trupult, tí serliga Blikur og Sílið hava staðið seg væl higartil í ár. Sjálva fjarðastevnuna fara tær báðar systrarnar fyrst og fremst at hugsa um kappróðurin, men sjálvsagt verður eisini tíð til annað. Linda og Maiken siga, at aftaná kappróðurin fara tær óivað ein túr runt í bygdini at forvitnast og heilsa upp á fólk. Tær báðar systrarnar, Maiken v.m. og Linda Johannesen, avmyndaðar, tá ið Maiken fekk prógv á fiskivinnuskúlanum í farna mánaða. Leygardagin sita tær báðar á lærbekkinum umborð á Havfrúnni. Mynd: Terji Nielsen Tað er á økinum aftan fyri á myndini við bátahylin inni á Fjørð í Vestmanna, at Louis Kristensen komandi vár fer at matgerða í nýggjari matstovu Mynd: Terji Nielsen Systrarnar á lærinum C M Y K 23 22