fríggjadagur 2. juli 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 124 - 2. juli 2004
Nr. 124 - 2. juli 2004
21
Føroyskt
met
FØROYA TELE
Hans Kárason
Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
– Eg trúgvi ikki, at tað
er nakar bygningur,
sum er bydgur so
skjótt, og sum er so
kompliseraður, sigur
Jóannes
Niclassen,
sum er høvuðsentre-
prenørur aftan fyri
bygningin hjá Føroya
Tele.
Tað tók 17 mánaðir
at byggja nýggja Før-
oya Tele høvuðssæti.
Tann 28. november
2002 varð partnering-
avtala gjørd við Føroya
Tele, og síðani tað
hevur tað gingið sum
fótur í hosu. Tann 27.
februar í fjør varð
fyrsta kubikkið stoypt.
– Streyka var í ein
heilan mánað. Tann
mánaðin brúktu vit
upp á at broyta ætlanir-
nar, soleiðis at tíðir
vórðu avsettar til hvørt
einstakt element. Tú
visti, at tann dagin
skuldi tú náa eitt ávíst
mál, og næsta dagin
skuldi eitt annað mál
náast, sigur Jóannes
Niclassen.
– Vit hava eitt yvirlit
yvir allar entreprenør-
ar, sum vísir, hvussu
langt teir eru komnir.
Farvukodir eru á, so-
leiðis at teir vita, hvar
teir eru í mun til tíðar-
ætlanina. Er tað grønt,
so fylgja teir ætlanini;
er tað gult, so vóru teir
í vanda; og varð reytt,
so vóru teir aftanfyri
tíðarætlanina. Og tað
er klárt, at hetta hevur
eina sálarliga ávirkan á
teir - ongin vil hava
reytt, sigur Jóannes
Niclassen.
Kári Dal-Christian-
sen er leiðari fyri
stóru byggiverkætl-
anina hjá Føroya Tele.
Hann sigur, at við
nýggja bygninginum
fer Føroya Tele at
verða ein meira
effektiv og fleksibul
fyritøka
NÝGGI
BYGNINGURIN
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Føroya Tele avgjørdi fyri
nøkrum árum síðani, at nýtt
høvuðsæti skuldi byggjast.
Nú verður alt virksemið hjá
fyritøkuni á Streymoynni
samlað í einum bygningi.
– Vit búgva í fleiri ym-
iskum støðum í Havnini, og
tað er ikki altíð so arbeiðs-
ligt. Og fyri at fáa tryggari
umstøður
til
teknikk,
ynsktu vit at fáa nýggjan
bygning, sigur Kári Dal-
Christiansen av Byggi-
deildini hjá Føroya Tele.
Einstaklingar arbeiða
saman
Fyrr var Føroya Tele ein
fyritøka við einstaklingum,
sum arbeiddu. Tað er hon
enn, men nú skulu einstak-
lingar á fyritøkuni í enn
størri mun arbeiða saman.
Tað er eitt av endamálunum
við bygninginum.
– Føroya Tele verður
meira og meira ein projekt-
orienterað fyritøka. Vit
vita, at tað kann verða ein
fyrimunur, at vit sita í
einum opnum landslagi,
heldur enn at sita í hvør
sínari lítlu skrivstovu. Við
nýggja bygninginum eru
umstøðurnar betri til at fáa
eina enn meira fleksibla
fyritøku, sigur Kári Dal-
Christiansen.
Rúm og nátúrligheit
Hann væntar, at tað stóra
rúmið mitt í bygninginum
verður ein týdningarmikil
partur av gerandisdegnum
hjá arbeiðsfólkunum. Hetta
rúmið hevur fleiri funk-
tiónir.
– Tað er týdningarmikið,
at bygningurin hevur rúmd
onkustaðni, soleiðis at pro-
portiónirnar hanga saman.
Eitt annað er, at tað stóra
rúmið er ein partur av ven-
tilatiónini, sum er nátúrlig
ventilatión, sigur Kári Dal-
Christiansen.
Áður hava starvfólk sitið
einsamøll og arbeitt, men
nú skulu mest sum øll
verða í rúmi saman við
fleiri persónum. Ongin fær
skrivstøvu fyri seg sjálvan -
heldur ikki leiðslan.
– Fleiri starvsfólk eru
von við at sita á egnari
skrivstovu.
Tey
óttast
kanska eitt sindur útlitini
fyri, at tey koma at sita
saman við fleiri øðrum
starvsfólkum, sigur Kári
Dal-Christiansen.
Meira effektiv fyritøka
Hann sigur, at fólk skulu
venja seg við nýggju um-
støðurnar, men til endans
fer hetta at verða til tað
betra.
– Nú tá bygninguin verð-
ur meira og meira liðugur,
so gleða starvsfólkini seg at
koma niðan. Tey hava vant
seg við tankan, og tey
gleðast um tað. So tey eru
spent upp á at flyta niðan,
sigur Kári Dal-Christian-
sen.
– Eg trúgvi, at Føroya
Tele fer at verða meira
effektivt sum fyritøka við
nýggja bygninginum.
Ongin einsamallur
Soleiðis sær rúmið út inni í bygninginum hjá Føroya Tele uppi í Klingruni
Mynd: Jens Kr. Vang
Páll Holm Lave, arkitektur, hevur teknað við íblástri frá Rem Koolhaas og hansara sermerkta og
originala arkitekturi
Mynd: Jens Kr. Vang
Páll Holm Lave er
arkitektur, og hann
hevur vegna Tekni-
stovuna hjá Árna
Winther verið við til
at skapa nýggja
bygningin hjá Føroya
Tele
BYGGILIST
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Uppgávan hjá arkitektinum
er ganga arbeiðsgevaranum
á møti, soleiðis at Føroya
Tele fær tann bygning, teir
hava sett sær fyri.
– Føroya Tele hevur
sjálvandi havt nøkur krøv,
áðrenn alt byrjaði. Vit
arbeiddu við einum seks
ymiskum uppskotum, áðr-
enn vit komu á tað rætta,
sigur Páll Holm Lave,
arkitektur.
Nýggi bygningurin hjá
Føroya Tele er um at verða
liðugur. Páll Holm Lave
sigur, at bygningurin er at
líkna við ein presisan
kassa, sum teir hava skorið
í innan.
– Kassin er samansettur
av nøkrum bygningum,
soleiðis at tú fært rúmið
ímillum – eitt atrium. Hetta
rúmið blívur gerandisdag-
urin hjá starvsfólkunum,
sigur Páll Holm Lave.
Loynidómar og stóra
rúmið
Alt húsið er í tveimum
pørtum, sum eru knýttir
saman við tí stóra rúminum
– eitt atrium. Teir báðir
partarnir hava hvør sína
funktión.
– Tú kanst siga, at hvør
hevur sína funktión. Tú
hevur ein skrivstovubygn-
ing úr glasi. Og tú hevur ein
teknikk-bygning, har teir
hava allar sínar loynidómar
í - telesentralar og annað,
sigur Páll Holm Lave.
Sum ein gomul bygd
Tað tóma rúmið, sum fyllir
nógv miðskeiðis í bygning-
inum hevur eisini sína
serligu funktión; ikki bert
æstetiska, men eisini prak-
tiska funktión. Aðalhugs-
anin er, at starvsfólk kunnu
koma burtur frá kontóri og
arbeiði.
– Tað tóma rúmið er sum
ein gomul føroysk bygd:
Fólkini fara út í tún. Í dag
koma tey so út undir hetta
stóra takið, og har er sam-
skiftið
eisini
millum
teknikarar, starvsfólk, og
leiðslu. Ein av uppgávun-
um var júst at samansjóða
deildir, sum nú eru eini sjey
støð í býnum, sigur Páll
Holm Lave.
Ein ljós uppliving
Stóra rúmið endar í ein
sunnan, har kantinan er.
Suðureftir er ein stillads-
bygningur
uttaná,
sum
hevur fimm funktiónir.
– Stillads-bygningurin er
ein rýmingarleið, ein góðs-
lyft er í, hann skal verða
lýsingarveggur, hann tekur
sólarhita, og síðani hevur
stillads-bygningurin uttan á
eina skugga-effekt á vegg-
irnar inni í bygninginum.
Tú sært relief av trappum
og øðrum. Tá sólin er
frammi, fært tú eina upp-
living av, at stilladsið
kemur inn í bygningin - tað
er eitt skiftandi mynstur,
sigur Páll Holm Lave.
Menniskjan og
modernisman
Bygningurin er gjørdur við
starvsfólkinum og menn-
iskjanum í sentrum. Um-
framt eitt atrium skiftir til-
farið á hornunum. Har er
bæði glas, stál og betong.
Bygningurin er modernist-
iskur.
– Men vit eru inspireraðir
av nýggjum, niðurlendsk-
um arkitekturi. Serliga er
tað Rem Koolhaas og hans-
ara teknistova OMA, sum
vit fáa íblástur frá, sigur
Páll Holm Lave, arkitektur
hjá
Teknistovuni
Árni
Winther.
Originalur frá Harvard
Rem Koolhaas er
mettur at vera so
originalur, at onki
av hansara arbeiði
er treytað av øðr-
um stílum ella
tættum innan
arkitektur
ALTJÓÐA
BYGGILIST
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Páll Holm Lave hevur
teknað nýggja bygning-
in hjá Føroya Tele. Hann
sigur, at teir á Teknistov-
uni hjá Árna Winther
serliga
hava
fingið
íblástur frá niðurlendska
Rem Koolhaas. Tann 59
ára gamli Rem Koolhaas
er professari í arkitekturi
við lærda háskúlan Har-
vard í USA.
Museum of Modern
Art
Hann verður mettur sum
ein av teimum mest
originalu arkitektunum í
heiminum. Í 1994 hevði
hann eina framsýning í
New York City á tí víða-
gitna Museum of Mo-
dern Art. Grundhugs-
anin hjá Rem Koolhaas
er, at gransking ruddar
slóð fyri arkitekturi.
– Ágrýtni í gransking
er inngangurin til arki-
tektur. Hetta eru tvey
ting, sum eru knýtt
sterkt at hvør øðrum.
Umstøður broytast ótrú-
liga skjótt uttan eitt
áhaldandi samband mill-
um hendingarnar. Arki-
tekturur
verður
eitt
meira og meira óhósk-
andi arbeiðslag, sigur
Rem Koolhaas við The
Harvard Gazette. Hann
sigur, at ein arkitektur
hevur onki tamarhald á
næstu verkætlanini.
– Tískil veitst tú ong-
antíð, hvat títt næsta
arbeiði verður við -
hvørt tað er við einum
átrúnaði, einum fongsli
ella við Heims Bankan,
sigur Rem Koolhaas.
Eygleiðarar meta, at
Koolhaas og hansara
stílur er so originalur, at
hansara rúmd (sí bygn-
ingin hjá Føroya Tele)
ikki er treytað av øðrum
tættum innan arkitektur.
Koolhaas er nevniliga
ikki nógv fyri post-
modernismu.
Post-modernisma
ikki modernað
– Tað er mítt ástøði, at
post-modernisma hevur
onki við stíl ella æstetik
at gera. Tað er bert ein
máti at framleiða arki-
tektur upp á minni tíð
við minni sofistikatión,
sigur Rem Koolhaas við
The Harvard Gazette.
Rem Koolhaas heldur,
at arkitektar ístaðin áttu
at granska eina og
hvørja støðu, sum teir
koma í, eitt nú við bygn-
inginum
hjá
Føroya
Tele. Hervið finna teir
útav, hvat fyri serligar
eginleikar tann einstaka
støðan hevur, og síðani
skulu arkitektarnir fara í
holt við sjálvt arbeiðið.
Gransking
kemur
áðrenn arkitektur, er
aðalhugsanin.
Kelda: The Harvard Gazette, 6.
juni, 1996
Arkitekturin:
Nýbrot í føroyskari
byggilist
Soleiðis sær modelmyndin út av nýggja bygninginum hjá Føroya Tele
Mynd: Teknistovan hjá Árna Winther
750 fermetrar eru á hvørjari av teimum trimum skriv-
stovuhæddunum. Samlaði bygningurin er upp á 6600
fermetrar. 35 fólk koma at sita á hvørjari hædd.
Kontraktin við entreprenørar og ráðgevar er 93 milliónir
krónur. Hartil kemur keyp av grundstykki, byggibúning
og veitingar frá Føroya Tele. Samlaði kostnaðurin, sum
Føroya Tele skal gjalda, verður nakað meira enn 100
milliónir krónur. Hetta verður fíggjað við sølu av øðrum
bygningum og partvís við lántøku.
Arkitektur er Páll Holm Lave frá Teknistovuni hjá Árna
Winther. Jóannes Niclassen frá MTHøjgaard er høvuðs-
entreprenørur. Landsbyggifelagið hevur gjørt stál- og
betongprojektini. Sofus M. Jacobsen hevur staðið fyri
VVS-projektinum, og COWI hevur tikið sær av el-
projekteringini.
Bygningurin varð handaður Føroya Tele tann 30. juni í
ár. Í august mánaði flytir Føroya Tele inn í bygningin.
Arbeitt verður fram ímóti einari almennari móttøku
tann 27. august.
FAKTA
C
M
Y
K
21
20