fríggjadagur 2. juli 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 124 - 2. juli 2004
Nr. 124 - 2. juli 2004
19
– Vit hava fleiri ferðir
gjørt vart við, at vit
fegnir vilja selja øl í
Føroyahúsinum í
Keypmannahavn,
men við tað at alment
lønti leiðarin har,
Martin Fjallstein, er
privatur umboðs-
maður hjá Føroya
Bjóri í Danmark,
sleppa vit ikki inn,
sigur annar eigarin á
Restorff´s Bryggjaríi,
Johan Mortensen
ØLSØLA
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Annar eigarin á Restorff´s
Bryggjaríi, Johan Morten-
sen, er ikki fegin um við-
ferðina, fyritøka hansara
hevur fingið frá leiðaranum
í alment rikna Føroyahúsin-
um í Keypmannahavn, sum
er ein miðdepil fyri før-
oyskar útisetar í Danmark.
Inhabilitetur
Martin Fjallstein er alment
løntur leiðari í Føroyahús-
in-um, og sambært Johan
Mortensen er hann eisini
privatur umboðsmaður hjá
Føroya Bjóri. Tað vil sam-
bært honum siga, at hann
hevur fingið loyvi at vera
innflytari hjá Føroya Bjóri,
og at hann selur teirra øl
fyri egna rokning og egnan
vinning í Danmark.
Johan Mortensen sigur,
at teir meiri enn einaferð
hava gjørt vart við og spurt
seg fyri, hví Restorff´s øl
ikki verður selt í Føroya-
húsinum í Keypmanna-
havn, men bert øl frá Før-
oya Bjóri.
– Higartil hevur Martin
Fjallstein sagt, at teir hava
gjørt eina roynd at selja
okkara øl, men at tað ikki
hevur eydnast serliga væl,
tí áhugin hevur verið so lítil
millum
gestirnar.
Men
hetta er ikki satt. Veruliga
orsøkin
er,
at
Johan
Fjallstein
er
privatur
umboðsmaður hjá Føroya
Bjóri í Danmark, sigur ein
heldur
bersøgin
Johan
Mortensen.
Hann heldur, at Martin
Fjallstein verjir og hevur
givið Føroya Bjóri eksklus-
ivitet í almenna Føroyahús-
inum, og at talan er um
órættvíst business. Hetta
heldur Johan ikki vera rætt.
– Føroyahúsið er alment
rikið og er á fíggjarlógini.
Sjálvandi eru nakrar av
inntøkukeldunum tiltøk í
húsinum, men tá ein meiri
ella minni alment løntur
stjóri nýtir sessin til privat
áhugamál, er okkurt heilt
galið, sigur Johan Morten-
sen.
Leiðslan í Restorff´s
Bryggjaríi er sera hørm um
viðferðina, teir higartil
hava fingið í Føroyahúsin-
um, og Johan heldur, at tal-
an er um órættvísi, tá annað
bryggjaríið hevur fingið
durafjórðingin í Føroyahús-
inum.
Áhugi fyri Restorff
Johan Mortensen sigur, at
Martin Fjallstein hevur
grundgivið hesum við, at
áhugin hevur verið so lítil,
tá Restorff´s øl hevur verið
selt í Føroyahúsinum, og
tað er orsøkin til, at bert
Føroya Bjór í dag verður
selt.
– Men hetta er ikki rætt.
Vit sendu einaferð nakrar
kassar niður í sambandi við
onkra test, men ein verulig
roynd er ongantíð gjørd at
selja okkara øl. Høvdu vit
fingið høvið at selja í
Føroyahúsinum, hevði søl-
an heilt víst verið góð, ivast
Johan Mortensen ikki í.
– Fleiri hava spurt okk-
um, hví okkara øl ikki
verður selt í húsinum fyri
útisetar, og áhugin er
avgjørt til staðar, slær
Johan fast. Hann sigur, at
serliga millum útisetar er
Vargurin og Mungát væl
umtókt.
Bryggjan selur bæði
Johan Mortensen vísir á, at
tá Bryggjan í Keypmanna-
havn fyri stuttum læt upp,
býtti leiðarin Trygvi Johan-
sen søluna so kristiliga
millum bæði bryggjaríini í
Føroyum.
– Hetta er korrekti hátt-
urin at reka alment virk-
semi til frama fyri heildina.
Tí eru vit sera harmir um,
at privat og peningalig
áhugamál
hjá
einum
persóni skulu forða okkum
at selja útisetum okkara í
Danmark øl, sigur Johan
Mortensen. Spurdur, um
fíggjarligi
missurin
er
stórur orsakað av ongari
sølu í Føroyahúsinum, er
Johan greiður.
– Eingin søla er ov lítil,
og vit eru glaðir fyri alt, vit
fáa høvi at selja. Men tað er
eins nógv ein prestiga at
sleppa at selja í miðdeplin-
um fyri øllum útisetavirk-
semi í Danmark. Johan
Mortensen kallar hetta
einki minni enn alment
svans, og vil hann undir-
strika tað óreglusemi, sum
fer fram á føroyska øl-
marknaðinum.
Opið ølstríð
– Vit satsa uppá tað,
sum kann seljast, og
higartil hevur Føroya
Bjór verið best um-
tókta ølið í Føroya-
húsinum, meðan vit
ikki eru slopnir av við
Restorff´s øl, tá høvið
hevur verið. Hetta er
einfalda orsøkin til, at
vit ikki selja Res-
torff´s øl, sigur leið-
arin í Føroyahúsin-
um, Martin Fjallsbak
ØLSØLA
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Tá Martin Fjallstein tók við
leiðarasessinum í Føroya-
húsinum í Keypmanna-
havn, hevði Føroyahúsið
leingi keypt Føroya Bjór
frá eini kvinnu á Vesterbro,
sum innflutti nógv útl-
endskt øl, m.a. úr Klaksvík.
Tá kvinnan doyði, fór
Martin sjálvur at innflyta
Føroya Bjór í kassum, eins
og hann innflutti føroyskar
frystimatvørur frá Poul
Hansen heilsølu til Føroya-
húsið at selja.
Restorff stóð eftir
Í 2002 skipaði Martin Fjall-
stein fyri ølsmakking í
Føroyahúsinum, har bæði
Føroya Bjór og Restorff´s
Bryggjarí vóru umboðað.
Hetta var ein roynd at vita,
hvat øl var betri umtókt, og
úrslitið var sambært Martin
greitt.
– Eftir tiltakið høvdu vit
fleiri kassar av bæði Føroya
Bjór og Restorff, og tað
vísti seg, at vit sluppu ikki
av við ølið hjá Restorff.
Eingin áhugi varð fyri
hesum millum gestirnar.
Einfalda orsøkin til, at vit
ikki selja Restorff, er so-
statt hon, at vøran ikki
verður seld, sigur Martin
Fjallstein.
Fær ongan vinning
Leiðarin í Føroyahúsinum
ásannar, at hann í 2000
byrjaði at umboða Føroya
Bjór á ølfestivalum í Dan-
mark, eins og hann byrjaði
at selja Føroya Bjór til aðr-
ar keyparar í Danmark.
Men hann leggur dent á, at
hann ongan vinning fær
fyri søluna av Føroya Bjóri.
– Mín uppgáva er at fáa
tað fíggjarliga at mala runt
í Føroyahúsinum, og tí selji
eg ta vøruna, sum kastar
mest av sær. Eg fái eina
fasta almenna løn sum leið-
ari, og sølan av Føroya Bjór
ávirkar tí ikki meg persón-
liga, greiðir Martin Fjall-
stein frá. Hann sigur, at
yvirskotið fer til raksturin
av húsinum.
Føroyahúsið fær eina
játtan á 1,5 milliónir á
fíggjarlógini, meðan inn-
tøkan gjøgum sølu av mat-
og drykkuvørum, tiltøkum
og útleigan av húsinum er á
umleið 1,2 milliónir.
Restorff kærir
Eftir at Martin Fjallstein
fór at umboða Føroya Bjór
á ølfestivali í Danmark í
2000,
sendi
Restorff´s
Bryggjarí eina kæru til
mentamálaráðið,
men
henda kæran er sambært
Martini Fjallstein ignorer-
að. Sjálvur svaraði leiðarin
á Føroyahúsinum kæruni
við at vísa á, at hann ikki
slapp av við ølið hjá Rest-
orff, tá høvið var til hetta.
Samstundis metir hann tað
ikki vera hansara uppgáva
at marknaðarføra øl, sum
tykist vera striltið at sleppa
av við.
– Nevndin fyri Føroya-
húsið veit eisini, at eg eri
umboðsmaður hjá Føroya
Bjóri á festivalunum, men
hetta ávirkar einki, tí eg fái
ongan vinning av søluni,
sigur Martin. Hann sigur
tað vera betri og praktiskari
á allan hátt at hava ein
leverandør til mat (Poul
Hansen) og ein leverandør
til øl (Føroya Bjór).
– Eg mælti eftir kæruna
Restorff´s Bryggjaríi til at
vísa andlit og luttaka á
ølfestivalunum í Danmark,
sum gevur sera góða rekl-
amu, men higartil hava teir
ikki víst hesum áhuga. Tað
hevði annars verið ein góð-
ur møguleiki hjá teimum at
vísa dygdina á teirra øli,
sigur Martin Fjallstein,
sum
skemtandi
leggur
afturat, at Mungát er ein
dygdargóð øl.
Sama støðan á Jacques
Martin Fjallstein sigur, at
tað er hansara einfalda upp-
gávu at fáa økonomiskan
umsetning, og hann heldur,
at tað má vera ein orsøk til,
at vælumtókti náttklubbin
millum
føroyingar,
Jacques, heldur ikki selur
Restorff, og at nýggja
vertshúsið eftir fyrrverandi
Skarv eisini hevur ein ein-
stakan leverandør, nevni-
liga Føroya Bjór.
– Føroya Bjór er væl-
umtókt í stórum pørtum av
Danmark, og úrslitini á øl-
festivalunum hava givið
Føroya Bjór gott umdømi.
Higartil hevur Føroya Bjór
eisini staðið fyri bestu søl-
uni hjá okkum, og tí selja
vit teirra øl.
Spurdur, um hann sum
almennur leiðari á sjálvs-
ognarstovninum Føroya-
húsið hevur givið Restorff
ein fair møguleika, er Ma-
tin Fjallstein greiður.
– Mín uppgáva er at reka
Føroyahúsið á bestan hátt,
og mín uppgáva er ikki at
marknaðarføra
Restorff.
Teir mugu sjálvir sannføra
keyparar um, at teirra øl
selur, sigur Martin Fjall-
stein at enda.
- Føroyahúsið er alment rikið og er á fíggjarlógini. Sjálvandi eru
nakrar av inntøkukeldunum tiltøk í húsinum, men tá ein meiri
ella minni alment løntur stjóri nýtir sessin til privat áhugamál,
er okkurt heilt galið, sigur Johan Mortensen
– Mín uppgáva er at reka Føroyahúsið á bestan hátt, og mín
uppgáva er ikki at marknaðarføra Restorff. Teir mugu sjálvir
sannføra keyparar um, at teirra øl selur, sigur Martin Fjallstein,
leiðari í Føroyahúsinum í Keypmannahavn
C
M
Y
K
19
18