fríggjadagur 2. juli 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 124 - 2. juli 2004
Nr. 124 - 2. juli 2004
17
UTTAN ÚR HEIMI
Koyrdi olju í havið
Norska reiðaríið Høegh Fleet Services skal gjalda
góðar 20 milliónir krónur í bót, tí eitt av skipunum hjá
reiðarínum pumpaði olju í havið, meðan tað sigldi í
Kyrrahavinum.
Amerikanska ákæruvaldið tók málið upp, eftir at ein
av manningini á "Høegh Minerva" hevði boðað
myndugleikunum frá, at skipið hevði koyrt olju í havið.
Nú hevur ein dómstólur í statinum Washington við
amerikonsku kyrrahavsstrondina gjørt av, at reiðaríið
skal gjalda góðar 20 milliónir krónur í bót, og at annar
stýrimaður, sum hevði vakt, tá oljan varð latin í havið,
skal sita 30 dagar í fongsli.
Maðurin, sum boðaði amerikonsku myndugleikun-
um frá tí, sum hent var, gjørdi harafturímóti kvetti, tí
sum tann fyrsti í USA nakrantíð hevur hann fingið
samsýning fyri at boða frá slíkari dálking. Sambært
blaðnum Seattle Post fær hann næstan tvær milliónir
krónur í samsýning.
Verður tikin skjótt
Nú er líkt til, at tann eftirlýsti krígsbrotsmaðurin Ra-
dovan Karadzic verður tikin um stutta tíð.
Karadzic er skuldsettur fyri krígsbrotsverk undir
borgarakrígnum í Bosnia í nítiárunum. Krígsbrots-
mannadómstólurin í Haag hevur biðið um at fá ahann
útflýggjaðan, men hóast NATO-hermenn hava leitað
eftir honum í fleiri ár, er hann ikki funnin enn. Herfyri
mundu hermenninir tikið hann, men tað eydnaðist
honum at sleppa til rýmingar. Hildið verður, at serbisk-
ir embætismenn, sum hava arbeitt fyri ST, hava hjálpt
honum at fjala seg. Teir hava nú fingið sekkin, og tí
væntar høvuðsákærin hjá krígsbrotsmannadóm-
stólinum, Carla Ponti, at Karadzic verður tikin skjótt.
Ein annar krígsbrotsmaður fjalir seg eisini í Bosnia.
Tað er generalurin Ratko Mladic. Krígsbrotsmanna-
dómstólurin hevur kravt at fáa hann útflýggjaðan, og
NATO-hermenninir leita eisini eftir honum.
Doyggja í stallinum
Teir donsku svínabøndurnir ala altsamt fleiri og fleiri
svín, men nú vísa tøl eisini, at altsamt fleiri og fleiri
svín doyggja í stallinum.
Tey nýggju tølini avdúka, at talið á svínum, sum
doyggja í stallinum, er veksandi. Fyri fimm árum
síðani doyðu 19,6 prosent av øllum svínunum í stallin-
um, men nú er talið komið upp á 21,5 prosent. Tað eru
serliga tey smáu svínini, sum doyggja í stallinum, men
nógv vaksin svín líða somu lagnu.
Í Danmark verður hildið, at alt ov nógv smá svín
doyggja, tí bøndurnir hava lagt seg eftir at fáa so nógv
svín undan hvørjari súgv sum gjørligt fyri at fáa meiri
pening burturúr. Peter Sandøe, professari á Land-
búnaðarháskúlanum, sigur við Jyllandspostin, at
bøndurnir hava ov lítla virðing fyri djórunum, tá teir
royna at fáa so nógv burtur úr hvørjari súgv gjørligt
fyri at fáa sum mest av pengum burturúr.
Streymtrot í Kina
Maskinurnar á nógvum kinesiskum verksmiðjum
standa javnan stillar, tí tær fáa ongan streym, skrivar
tíðarritið Business Week.
Ein talsmaður hjá vinnulívinum sigur við tíðarritið,
at í summar fara ímillum 30 og 35 milliónir kilowat-
tímar at resta í, og tað er nógv meiri enn seinasta
summar, sigur hann. Streymtrotið ger, at verksmiðjur í
24 landspørtum standa stillar bæði ein og tveir dagar
um vikuna.
Kina hevur havt sera stóran búskaparvøkstur tey
seinastu árini, og tað er helst orsøkin til, at elverkini
megna ikki at nøkta tørvin. Eitt annað er, at tey seinastu
árini eru alt fleiri kinesarar fluttir inn í býirnar at
búgva, og tað hevur eisini økt um streymnýtsluna. Ein
triði trupulleiki er, at jarnbreytarkervið er ikki ført fyri
at flyta alt kolið, sum orkuverkini brúka. Umleið tveir
triðingar av kinesisku elorkuni eru frá kolverkum.
Ísraelski hægstirættur
sigur, at stjórnin skal
flyta múrin, sum skal
forða palestinskum
sjálvmorðsbumbumo
nnum at søkja at
málum í Ísrael.
ÍSRAEL
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Avgerðin hjá hægstarætti
ber í sær, at myndugleikar-
nir mugu flyta einar 40
kilometrar av múrinum í
útnyrðing úr Jerusalem, og
verjumálaráðið kunngjørdi
í gjár, at tað fer at laga seg
eftir
úrskurðinum
hjá
hægstarætti.
Ísraelsku myndugleikar-
nir hava gjørt av at byggja
eina 680 kilometrar langa
girðing fram við Vestara
Áarbakka fyri at forða
palestinskum sjálvmorðs-
bumbumonnum atsleppa til
Ísraels. Ein partur av
girðingini er píkatráður,
men aðrastaðni hava mynd-
ugleikarnir bygt ein høgan
múr. Palestinar og myndug-
leikarnir í fleiri londum
hava funnist at girðingini,
serliga tí at í støðum er
girðingin langt inni á
palestinskum øki.
Altjóða dómstólurin í
Haag skal taka støðu til
girðingina, og avgerðin hjá
ísraelska hægstarætti verð-
ur tikin sum eitt fráboðan
um, hvørja avgerð dóm-
stólurin í Haag fer at taka.
Hinvegin hevur tað størri
týdning, hvat hægstirættur í
Ísrael sigur, tí úrskurðir
hansara eru bindandi fyri
stjórnina. Tey, sum hava
kært avgerðina um at
byggja
girðingina,
eru
eisini væl nøgd við úr-
skurðin hjá hægstarætti.
Tey vænta, at rætturin fer
eisini at geva stjórnini boð
um at flyta aðrar partar av
girðingini.
Palestinar eru haraftur-
ímóti ikki nøgdir við, at
girðingin við Jerusalem
skal flytast. Palestinski for-
sætisráðharrin,
Ahmed
Qurie, segði í gjár, at øll
girðingin skal takast niður.
Ísrael skal flyta múrin
Júst sum rættarmálið
ímóti barnadráps-
manninum Marc
Dutroux er av, skakar
eitt nýtt mál um
barnamorð Belgia
BARNAMORÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Belgia hevur fingið ein
Marc Dutroux afturat.
Bara fáar dagar eftir at
tann herviligi barnadráps-
maðurin hevði fingið lív-
langa fongsulsrevsing, við-
gongur ein skóhøggari, at
hann hevur gjørt av við seks
gentur í Belgia og Frak-
landi.
Tann 62 ára gamli Michel
Fourniret viðgekk í rættin-
um, at hann beindi fyri
teimum seks gentunum í
árunum frá 1987 til 2001.
Ein teirra var tann 12 ára
gamla Elisabeth Brichet.
Hon hvarv í belgiska býn-
um Namur í 1989. Pápi
hennara sigur við belgiska
sjónvarpið, at gentan bleiv
burturflutt, neyðtikin og
myrd, og at drápsmaðurin
síðani hevði jarðað líkið.
– Nú vil eg hava sannleik-
an, segði Francis Brichet.
Níggju gentur
Í áttatiárunum bleiv Michel
Fourniret dømdur sjey ára
fongsul í Fraklandi fyri at
hava neyðtikið eina sjey ára
gamla gentu. Tvey ár aftan
á dómin bleiv hann latin
leysur, og hann og familjan
gjørdu av at flyta til Belgia
at búgva. Belgiska sjón-
varpið vil vera við, at hann
neyðtók eina 12 ára gamla
gentu longu tveir dagar
eftir, at hann var sloppin úr
fongslinum.
Í juli í fjør tók belgiska
løgreglan Michel Fourniret.
Hann bleiv skuldsettur fyri
at hava burturflutt og mis-
nýtt eina gentu. Hann hevði
havt gentuna í einum vøru-
vogni, men tað eydnaðist
henni at flýggja. Í fjør
vórðu líkini av tveimum
gentum funnin í einum
skógi í Belgia nærhendis
franska markinum, og ill-
gruni hevur alla tíðina
verið um, at Michel Fourni-
ret hevði beint fyri teimum.
Kona hansara skal sam-
bært belgiskum fjølmiðlum
hava sagt, at maður hennara
hevur beint fyri minst
níggju gentum.
Belgia aftur skakað
av barnamorðum
Michel Fourniret hevur viðgingið, at hann burturflutti, neyðtók og myrdi seks gentur. Kona hansara sigur, at hann hevur myrt
minst níggju ungar gentur
UTTAN ÚR HEIMI
Í gjár vórðu Saddam
Hussein og fleiri av
hansara næstu monn-
um ákærdir fyri
krígsbrotsverk og
brotsverk ímóti
mannaættini. Men
hvørja revsing skulu
teir fáa? Skal Saddam
dømast til deyða og
avrættast?
UPPGERÐ
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Tað mundi kennast sum
tann øvugta verð hjá Sad-
dam Hussein og fremstu
monnum hansara, tá teir í
gjár komu fyri ein dómara
og fingu at vita, at teir
verða rættarsøktir fyri sumt
av tí, sum teir gjørdu,
meðan teir høvdu valdið í
Irak. Tað mundi eisini
kennast sum tann øvugta
verð hjá teimum nógvu
irakunum, sum í sjónvarp-
inum sóu fyrrverandi eina-
ræðisharran og fremstu
menn hansara sita á ákæru-
bonkinum.
Millum ákærurnar vóru
sum væntað tey grovastu
brotsverkini, sum finnast í
altjóða lóggávu: krígsbrots-
verk, fólkamorð og brots-
verk ímóti mannaættini, og
fáur man vera í iva um, at í
hvussu er Saddam er sekur
í øllum ákærunum.
Irakska fyribilsstjórnin
hevur gjørt av, at ein ser-
dómstólur skal døma Sad-
dam og menn hansara.
Samstundis bleiv fráboðað,
at dómstólurin hevur heim-
ild til at døma teir ákærdu
til deyða - eini boð, sum
ivaleyst fullu í góða jørð í
Washington. George W.
Bush, forseti, hevur fyrr
sagt, at taðeru irakar, sum
avgera lagnu Saddams, og
at sjálvur hevði hann einki
havt ímóti, um úrslitið
verður deyðadómur.
Evropasamveldið fer har-
afturímóti at kunna stjórn-
ina í Bagdad um, at Evropa
er
ímóti
deyðarevsing,
sama hvat Saddam ella
hinir ellivu verða funnir
sekur í at hava havt á-
byrgdina av. Talsmenn hjá
ES hava sagt seg stúra fyri,
at verður tann gamli irakski
leiðarin avrættaður, fer tað
uttan iva at økja illveljan
ímóti
Vesturheiminum.
Rætt er tað, at irakar skulu
døma hann, men tað var
Vesturheimurin, sum feldi
hann og lat hann upp í
hendurnar á dómarunum.
Tað eru kortini ikki øll,
sum vænta, at Evropa fer at
seta seg upp á bakbeinini,
verður Saddam Hussein
dømdur til deyða og avrætt-
aður. Fransmaðurin Guil-
laume Parmentier, sum er
serkønur í altjóða viður-
skiftum, segði nú um dag-
arnar, at hann væntar ikki,
at tey evropeisku mótmæl-
ini verða serliga hvassorð-
að, verður Saddam dømdur
frá lívinum. Maðurin hevur
jú beint fyri túsundtals
irakum, legði hann afturat.
Ein meiriluti av irakska
fólkinum er sambært einari
meiningakanning fyri at
døma tann gamla eina-
ræðisharran til deyða. 61
prosent av teimum spurdu
søgdu seg taka undir við
deyðarevsing, verður hann
funnin sekur. Fimti hvør
helt, at Saddam eigur at fáa
lívlangt fongsul.
So eru tað tey, sum ivast
í, hvussu rættvís rættarvið-
gerðin í Bagdad verður, og
tí hava fleiri kravt, at alt
málið verður sent beinleiðis
í útvarpi og sjónvarpi, so
tann
mentaði
heimurin
kann tryggja sær, at alt fer
rættvíst
fram.
Millum
teirra, sum krevja fullan
opinleika, er danski fólka-
rættarserfrøðingurin
Ole
Espersen.
– Tað er ikki nóg mikið,
at rættarviðgerðin kanska
verður tikin upp á film og
síðani snøggað, áðrenn hon
seinni verður send í sjón-
varpi, segði hann við
Ritzau í gjár. Sjálvur ivast
hann ikki í, at Saddam fær
harða revsing og kanska
deyðadóm.
Men tað fáa vit ikki at
vita enn á sinni. Sjálvt
rættarmálið byrjar ikki fyrr
enn næsta ár, og sambært
teimum serkønu mugu vit
bíða í fleiri mánaðir og
kanska ár eftir dóminum.
Nú skal rokningin gerast upp
Hesir seks kunnu vænta sær harða revsing. Ovast frá vinstru: Saddam Hussein, fyrrverandi forseti, Tariq Aziz, fyrrverandi uttanríkisráðharri og varaforsætisráðharri, Ali Hassan
al-Majid, fyrrverandi generalur (betur kendur undir navninum "Kemiski Ali"), Aziz Salih Numan, fyrrverandi guvernørur hjá Baath-flokkinum, Barzan Ibrahim Hassan al-
Tikriti, hálvbeiggi og fyrrvernadi ráðgevi Saddams og Abil Hamid Mahmud al-Tikriti, fyrrverandi skrivari hjá Saddam Hussein
C
M
Y
K
17
16