fríggjadagur 2. juli 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 124 - 2. juli 2004
–Vit vænta ómetaliga
nógv av ferðini, og vit
ætla at vitja øll støðini
í Føroyum, sum fólk
vanliga tosa um. Fyri
at fáa so nógv við sum
gjørligt, hava vit valt
at steðga á nakrar
dagar. Tað hevði verið
púra ørt at farið av-
stað beinanvegin, nú
vit einaferð vit vitja
oyggjarnar, sigur
Henrik Lindgaard,
sum er limur í væl-
umtókta danska rokk-
bólkinum Kashmir
KASHMIR Á G!
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
– Talan er jú um størsta
rokkbólk í Danmark, og vit
eru sjálvsagt ómetaliga
fegnir um, at tað hevur
eydnast at fáa bólkin á G!
Festivalin í ár.
Jón Tyril, ið er høvuðs-
fyrireikari av G! Festivalin-
um tann 16. og 17. juli,
hevði ilt við dylja stóru
gleðina, tá hann fyri nøkr-
um vikum síðani kundi
kunngera, at tað loksins var
eydnast at fáa vælumtókta
danska rokkbólkin, Kash-
mir, at spæla á festivalinum
í ár.
Kashmir hevur fyri fleiri
árum síðan staðfest sína
støðu sum eitt av fremstu
rokknøvnunum á danska
tónleikapallinum, og bólk-
urin er á gáttuni til eitt al-
tjóða gjøgnumbrot.
Henrik Lindgaard spælir
tangentar og gittar í danska
bólkinum, og vit hava sett
honum nakrar spurningar í
samband við føroyaferðina
hjá rokkbólkinum.
Gamalt ynski
Hví leitar ein av best
umtóktu rokkbólkunum í
Danmark sær til Føroya at
spæla?
– Vit hava í fleiri ár ynskt at
vitja Føroyar. Fyri nøkrum
árum síðan spældu vit í
Grønlandi, og tað var heilt
ótrúligt. Okkum dámar væl
at vitja støð, har tú vanliga
ikki kemur, og sum tón-
leikari hevur tú ein gyltan
møguleika at gera júst tað.
Tað er einki yvir at dylja, at
vit eru ómetaliga forvitnir
um ferðina til Føroya. Tað
verður ómetaliga spenn-
andi at hitta føroyingar á
máli, og at síggja tykkara
frálíku náttúru. Vit gleða
okkum
sjálvsagt
eisini
nógv til at spæla.
Hvat fær ein bólkur sum
Kashmir burtur úr at spæla
á G! Festivalinum sammett
við
eitt
nú
Roskilde
Festivalin?
– Tað er eitt sindur ilt at
siga. Sjálvsagt vænta vit
ikki, at G! Festivalurin
verður á sama støði sum
Roskilde, men vit fáa óivað
nógv onnur upplivilsi í Før-
oyum enn á Roskilde Festi-
valinum. Frá einum tón-
leikasjónarmiði er tað nógv
hugaligari
at
spæla
á
smærri støðum, tí tá fært tú
beinleiðis samband við
áhoyraran og stemningurin
er eisini heilt øðrvísi. At
spæla fyri 50.000 fólkum á
Roskilde var eisini ein
serstøk kensla, men saman-
umtikið dámar okkum best
tey smærru støðini.
Vandamiklan flogvøll
Hvat kenna tit til føroy-
ingar og føroyska sam-
felagið ?
– Persónliga kenni eg ikki
tað stóra til føroyska sam-
felagið. Eg havi nógv vin-
fólk, sum hava verið í Før-
oyum, og øll tosa um,
hvussu vakurt tað er har.
Ein av mínum bestu vinum
er í løtuni í Føroyum í
samband við Jazzfestivalin.
Eg kenni væl Leiv Thom-
sen, sum býr í Keypmanna-
havn og í desember mánaði
spældu vit nakrar ferðir
saman við Teiti, og hann
tóktist verða ótrúliga frynt-
ligur.
Eg veit sjálvsagt, at tit
eru eitt oyggjasamfelag, og
Tórshavn havi eg eisini
hoyrt um. Eg havi eisini
hoyrt, at tit hava ein flog-
vøll sum ikki er heilt
vandaleysur, og at í Føroy-
um eru fleiri vakrar hellur.
Hvat vænta tit av uppihald-
inum í Føroyum?
– Vit vænta ómetaliga nógv
av ferðini. Vit ætla at vitja
øll støðini í Føroyum, sum
fólk vanliga tosa um. Fyri
at fáa so nógv við sum
gjørligt, hava vit valt at
steðga á nakrar dagar. Vit
koma á middegi hósdag og
fara av landinum aftur
sunnudagin. Tað
hevði
verið púra ørt at farið av-
stað beinanvegin, nú vit
einaferð vit vitja oyggj-
arnar.
Zitilites og Good Life
Hevur bólkurin nakra hóm-
ing av, hvussu nógvir Kash-
mir-fjepparar eru í Før-
oyum?
– Nei tað áni eg ikki. Eg
vóni sjálvsagt, at har eru
nakrir, men tað verður
spennandi at síggja. Vit
halda sjálvir, at vit eru eitt
gott live-band, so eg ivist
ikki í, at konsertin fer at
eydnast væl. Eg vóni, at
nógv fólk koma at lurta, so
vit kunnu fáa "en ordentlig
fest"
Hetta verður fyrstu ferð,
at vit skulu spæla á eini
strond, og tað í sær sjálvum
verður ein stór uppliving.
Hvørji løg skal føroyska
áhoyrarafjøldin vænta at
hoyra og síggja?
– Vit fara fyrst og fremst at
halda okkum til tvær teir
seinastu fløgurnar(Zitilites
og The Good Life, blðm)
hjá okkum. Eitt lag verður
av næst elstu fløguni, og
eitt cover lag fara vit eisini
at spæla. Tað verður Cine-
mon Girl hjá Neil Young.
Hesa skrá hava vit spælt
seinastu mánaðirnar.
Vit hava ongantíð verið
tað slagið av bólki, sum
DAD, ið ger nógv burturúr
einum sceneshowi. Vit hava
altíð fyrst og fremst hildið
okkum til tónleikin, og ikki
til dans og fýrverkarí. Van-
liga royna vit at gera nógv
burturúr ljósinum fyri at
skapa ein góðan stemning,
og tað ætli vit eisini at gera
á G! Festivalinum, sigur
Henrik Lindgaard at enda.
Forvitnið fær okkum til Føroya
Ferðin hjá Kashmir
Kashmir hava verið
treiskari enn aðrar
bólkar. Meðan teirra
javnaldrar góvu upp,
hildu limirnir í
bólkinum á, og
standa nú á gáttini
til altjóða gjøgnum-
brotið
SØGAN HJÁ
KASHMIR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Á vári 1991 hittast tríggir
17-18 ára gamlir dreingir í
einum venjingarhølum á
Kastanie
Efterskole
í
Keypmannahavn. Kasper
Eistrup, Asger Techau og
Mads Tunebjerg sita bein-
anvegin væl um sátt, og
gera av at seta ein tón-
leikabólk á stovn á eftir-
skúlanum.
Lítið vita donsku tannár-
ingarnir í 1991, at teir
komandi 13 árini fara at
vinna seg fram í fremstu
røð í donskum rokktón-
leiki. Fyrst í nítiárunum
herjar ein sonevnd grøn
tónleikabylgja í Danmark.
Dizzy
Miss
Lizzy,
Psyched up Janis, Passion
Orange, Mother of Mary
og Kashmir eru bólkarnir,
ið slóða vegin fyri grønu
bylgjuni. Í dag er tað bert
Kashmir, ið hava havt
neyðuga hegnið at halda á.
13 ára langa ferðin hjá
Kasper, Asger og Mads
rúmar væl fleiri sigrar enn
tap, og nú vit skriva 2004
er bólkurin ovast á tind-
inum og loksins á gáttini
til altjóða gjøgnumbrotið.
Á øðrum plássi
Fyrst í nítiárunum fær
grungetónleikurin veru-
liga fastatøkur á altjóða
tónleikapallinum. Bólkar,
sum Nirvana, Soundgard-
en, Faith No More, Red
Hot Chilli Peppers, Pearl
Jam og aðrir gerast heit-
astu nøvnini í tónleika-
heiminum.
Grungetó-
nleikurin setir eisini sín
dám á tónleikin hjá Kasp-
er Eistrup, Asger Techau
og Mads Tunebjerg fyrst í
nítiárunum.
Hóast nógv ávirkaðir av
grungebólkunum, leggja
limirnir í Kashmir nógv
fyri at finna sín sermerkta
stíl. Kashmir spæla fyrstu
árini harðan undirgrunds
rokktónleik. Tónleikastílin
fyrstu árini kalla limirnir í
Kashmir fyri Groovecore.
Í 1993 fær bólkurin fyrsta
gjøgnumbrotið. Í kapping-
ini DM Rock endar Kash-
mir á øðrum plássi aftan-
fyri Dizzy Miss Lizzy.
Seinni
sama
ár
fær
bólkurin fyrsta plátusátt-
málan.
Góð debut
Fyrsta fløgan, Traveloque,
kemur út í februar í 1994.
Ummælarar lata væl at, og
fløgan selur væl. Í 1994
spæla Kashmir fyri fyrstu
ferð á Roskilde- og Midt-
fyns festivalinum. Í 1996
lata teir tríggir limirnir í
Kashmir aðru fløguna úr
hondum.
Cruzential
er
meira
innilig enn fyrsta fløgan.
Fløgan er eisini vælum-
tókt, og vinnur fleiri gull
plátur. Bæði í 1996 og
1997 spælir bólkurin fyri
fullsettum hølum.
Við fløgunum Trave-
logue og Cruzential stað-
festa Kashmir sína støðu
sum
eitt
av
heitastu
donsku nøvnunum innan
danskan undirgrundstón-
leik.
Góða árið 1999
Seinast
í
nítiárunum
leggja limirnir í Kashmir á
annan bógv. Tónleikurin
gerst bleytari og meira
kensluborin. Løgini gerast
eisini meira gjøgnumførd
og lurtaraskarin gerst væl
størri. Fyrstu smakki-
royndina av tónleikaskift-
inum hjá bólkinum fáa
fjeppararnir í 1999, tá
fløgan, The Good Life,
kemur á gøtuna.
Ummælarar eru á gosi.
Fløgan verður skírd at
vera ein varði í donskum
rokk tónleiki. Kashmir
vinna seks grammy-heið-
urslønir fyri fløguna, og
Politiken, Jyllands-Post-
urin og BT kjósa fløguna
til ársins fløgu 1999.
Við hittum sum Mom in
Love,
Graceland,
og
Lambshade røkkur bólk-
urin í 1999 tindinum í
donskum
rokktónleiki.
Fløgan selur yvir 100.000
eintøk. Hon verður givin
út í trettan londum í
Evropa, og Kashmir fer á
eina drúgva konsertferð at
promovera fløguna.
Til konsertferðina kem-
ur sviin Henrik Lindgaard
upp í bólkin, og Kashmir
fer frá at vera ein trio til
eina kvartett.
Nýggjasta verkið
Í 2003 kemur fjórða fløg-
an frá Kashmir á markn-
aðin.
Zitilites(
City
Lights) strýkur beinleiðis
á fyrsta plássið á donsku
sølulistunum.
Fløgan
vinnur
eisini
fleiri
grammy-heiðurslønir
á
Danish Music Awards
2004. Ljóðið á fløguni er
einfalt, turt og inniligt.
Løg sum Rocket Broth-
ers, Surfing Warm Ind-
ustry og The Aftermath
eru javnan at hoyra á
tónleikarásini,
MTV.
Fløgan verður útgivin í 19
londum, og bólkurin fer
aftur á eina drúgva kon-
sertferð.
Zitilites er ikki eins
kommersiel sum undan-
farna fløgan, The Good
Life, men við nýggjasta
verkinum er altjóða gjøgn-
umbrotið langt um leingi
við at gerast veruleiki.
Keldur: Fra Nirvana til Rocket
Brothers, Gaffa, 2004.
Heimasíður: kashmir. dk, gaffa.dk,
og dr.dk
Frá Nirvana til Kashmir
Tað er ikki bert í Seattle í 1991, at ein tónleikabólkur við navninum Nirvana ger sum
seg. Bólkurin, sum Kasper Eistrup, Mads Tunebjerg og Asger Techau seta á stovn á
Kastanie Efterskole sama ár ber sama heitið.
Amerikonsku Nirvana hava ikki veruliga sligið sítt navn fast í Danmark, men tað
gongur kortini ikki rúm tíð, áðrenn teir tríggir donsku tannáringarnir ásanna, at tað
verður torført at taka kappingina upp við Kurt Cobain og hinar í Nirvana, sum seinni
í 1991 fáa altjóða gjøgnumbrotið við fløguni Nevermind.
Kasper, Mads og Asger kenna seg tí noyddar at broyta navnið á bólkinum, og valið
fellur á navnið Kashmir. Tónleikaliga fingu teir tríggir nógvan íblástur frá
amerikanska rokkbólkinum, Led Zeppelin, og amerikanski bólkurin er eisini keldan
til nýggja navnið hjá bólkinum.
Led Zeppelin hevði í sjeytiárunum eitt stórt hitt við lagnum Kashmir, sum seint í
1991 gerst heitið á bólkinum hjá Kasper Eistrup, Mads Tunebjerg og Asger Techau á
Kastanie Efterskole
Útlandið bíðar framvegis
Í kjalarvørrinum av vælumtóktu fløguni, The Good Life, sum kemur út í 1999, eru
flestu danskir tónleikaserfrøðingar á einum máli um, at altjóða gjøgnumbrotið fer
endaliga at gerast veruleiki hjá Kashmir.
Fløgan vinnur allar heiðurslønir, sum vinnast kunnu í Danmark, men kortini er
útlendski áhugin fyri bólkinum so sum so. Hóast drúgva konsertferð í øllum Evropa,
eydnaðist ikki veruliga at kveika útlendska áhugan fyri bólkinum.
Limirnir í bólkinum eru í dag rættiliga vónbrotnir av, at meira ikki spurdist burturúr
The Good Life-konsertferðini. Sangarin, Kasper Eistrup, hevur fleiri ferðir gjørt vart
við, at fyriskipararnir hjá bólkinum gjørdu ikki sítt arbeiði til lítar, tí eftir hansara
tykki vóru møguleikarnir fyri gjøgnumbroti avgjørt til staðar.
Við nýggja fløguni, Zitilites, gera Kashmir enn eina roynd at kveikja útlendska
áhugan fyri bólkinum, og fleiri vænta, at fløgan kann gerast endaliga altjóða
gjøgnumbrotið.
Filmurin Rocket Brothers
12.desember 2003 varð fyrsti dokumentar filmur um Kashmir sýndur í biografinum.
Í filminum fylgir filmsleiksstjórin, Kasper Torsting, bólkinum á The Good Life -
konsertferðini í Evropa og fyrireikingunum til nýggjastu fløguna, Zitilites.
Upptøkurnar fevna um eini 60-80 konsertir, har í millum konsertir í bæði Grønlandi
og USA. Kasper Torsting hevði tilfar á góðar 250 tímar, sum hann kókaði niður í 96
minuttir.
Í filminum verður farið tætt at teimum fýra limunum í Kashmir, og filmurin lýsir
torføru løturnar hjá bólkinum, tá einki vil ganga eftir vild, og gleðisrómin, tá bólkurin
loksins er klárur við at senda fløguna Zitilites út á gøtuna.
Tim Christensen og Kashmir
– Tá eg var á veg heim úr kappingini, mældi lagið Silverflame fyri mær, og tað argaði
meg nógv.
Annað plássið í kappingini DM Rock í 1993 fellur ikki í góða jørð hjá sangaranum
í Kashmir, Kasper Eistrup. Hóast Dizzy Miss Lizzy enda omanfyri í kappingini, fer
tíðin kortini vísa, at Kashmir fara at gerast teir drúgvaru. Við Tim Christensen á odda
eru Dizzy Miss Lizzy argastu kappingarneytarnir hjá Kashmir miðskeiðis í
nítiárunum.
Tá Dizzy Miss Lizzy gera av at leggja frá sær, byrja Tim Christensen og Kashmir at
samstarva. Á fløguni, The Good Life, spælir Tim Christensen keyboard á fleiri av
løgunum, og á soloútgávum hjá Tim Christensen hava limir í Kashmir eisini veitt
honum eina hjálpandi hond.
Tim Christensen hevur seinastu árini sligið sítt navn fast sum evnaríkur solistur, og tað
er eisini nærum gerandiskostur, at Kashmir og Tim Christensen býta grammy-
heiðurslønir í millum sín á árligu Danish Music Awards.
C
M
Y
K
14