Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juli 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 124 - 2. juli 2004 Nr. 124 - 2. juli 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Fríggjadagin 25. juni var seinasti skúladag- ur fyri summarfrí- tíðina á Sernáms- deplinum. Og sum vant varð skipað fyri hugnaløtu. Óluva Skaale, lærari, hevði sín seinasta arbeiðsdag á Ser- námsdeplinum hendan dagin Starvsfelagar, næmingar og foreldur vóru til hugnaløt- una, og talur vórðu hildnar av Hans Eli Dahl, stjóra á Sernámsdeplinum, og starvsfeløgunum Hera Tróndheim, Arnold Eiinds- son, Jørmund Magnussen og Honnu Lisberg, fyrrver- andi starvsfelaga. Óluva byrjaði í 1966 á “Statens Skole for Tale- og Hørelidende”, sum tá helt til á VBV á Skansavegnum í Havn. Tvey ár eftir at hon hevði tikið prógv á Føroya Læraraskúla í 1964. Hon hevur arbeitt á stovninum øll árini, til hon nú fór frá seinasta fríggja- dag. Stjórin á Sernámsdeplin- um, Hans Eli Dahl, segði m.a. ”Tað er mær ein stórur heiður at vera tann, ið skal bera Óluvu Skaale eina serliga tøkk frá Sernáms- deplinum og mær sjálvum, nú hon leggur frá sær sum lærari. Eg havi ómetaliga stóra virðing fyri tær – fyrst sum menninskja við einum vælsignaðum sinnalagi og hjartalagi til lívsstarvið, ið tú valdi”. ”Fakliga hevur tú altíð kravt tað besta av tær sjálvari. Tú hevur bæði lønt og ólønt luttikið í øllum hugsandi skeiðum um so gott sum øll sernámsfrøði- lig fyribrigdi til tess at menna førleikan at geva børnunum tað besta”. Hanna Lisberg, fyrrver- andi starvsfelagi, segði m.a. “Óluva er ein sera nærlagdur lærari, sum dámdi sera væl at undirvísa og gjørdi alt, ið gerast kundi fyri næmingarnar, sum eisini vóru góðir við hana. Harafturat er hon ein sera góður samstarvs- felagi”. “Nógvir av næmingum hennara hava verið sera "tungir" við ymsum brek- um. Óluva hevur hjálpt mongum av hesum næm- ingum, so teir klára seg væl”. Óluva er ættað úr Vági: Foreldrini vóru Frida, f. Mikkelsen, úr Vági, og Marius Absalonsen, ætt- aður av Viðareiði. Hon arbeiddi sum ung á skrivstovu á Løghamri í Vági, og í 1960 tók hon stu- dentsprógv. Óluva hevur eisini staði á trolaradekki. Tá hon gekk á Føroya Læraraskúla, gjørdi hon eina uppgávu í landalæru um fiskiskap. Í hesum sambandi fór hon við trolaranum ”Fiskanes” við Kaj Johannesnen sum skipara til fiskiskap undir Føroyum. Meðan hon gekk á lær- araskúla, arbeiddi hon á skrivstovuni á Føroya Salt- sølu eftir skúlatíð, og eftir at hon hevði fingið lærara- prógvið í 1964, arbeiddi hon fast á skrivstovuni til 1966, tá hon fekk starv sum lærari á Specialskúlanum. Óluva er gift við Jóannes Skaale, úr Havn. Børnini hjá teimum eru: Magni, Sjúrður, Guttormur og Eydna. Óluva og Jóannes eiga fimm ommu- og abbabørn. Óluva Skaale, Tórshavn: Givin eftir næstan 40 árum í sama starvi Fríggjadagin 25. juli hevði Óluva Skaale, lærari á Sernámsdeplinum, sín seinasta arbeiðsdag Mynd: Jens Kristian Vang Óluva og maðurin, Jóannes Skaale Mynd: Jens Kristian Vang Heri Tróndheim, starvsfelagi,heldur talu Mynd: Jens Kristian Vang NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 2. juli. Syftunsøka. Hildin til minnis um enska biskupin í Win- chester Swinthun, sum doyði ár 862. 15. juli ár 971 varð hann skírdur halgimenni. Dómkirkj- an í Stavanger í Norra er vígd honum. Minn- ingardagur hansara er í Onglandi 15. juli, men í Føroyum og Norra er hann tann 2. juli, sum var deyðadagur hans- ara. Tað er tí helst úr Norra, at syftunsøku- dagur er komin higar. 2. juli er eisini ein gomul mariumessa, vitjunardagur Mariu, til minnis um at Maria Moy vitjaði skyldkonu sína Elisabeth, móðir Doyparans. Niels Winther var føddur hendan dagin í 1822. Meðan ein luftsurfari sveimaði yvir Gravardali vóru prógvini handað SIT- og HT- næmingunum í dýrdarveðri úti í Grøv fríggjadagin 25. juni 2004. Limir úr Klaksvíkar Hornorkestri og Rani Nol- søe við guitara ríkaðu løt- una við tónleiki. Bergur Rasmussen, sum fyrr hevur undirvíst í før- oyskum á HT-deildini, helt gestarøðuna eftir áheitan frá næmingunum. Og vegna næmingarnar var tað Jim á Horni, sum helt eina bæði álvarsliga og skemtingarsama pisurøðu.6 Tekniski Skúlin í Klaksvík: Prógvini handað SIT og HT næmingunum Í 1974 tóku hesi prógv á Føroya Læraraskúla: Sigurd Bærentsen, Argir, Karin Petersen, Argir, Lisa Maria Djurhuus, Sandavágur, Jóhan Olsen, Sandavágur, Sofía Jacobsen, Leirvík, Elin Lambaa, Tórshavn, Sámal A Weihe, Tórshavn, Hanus Joensen, Tórshavn, Rasmus Joensen, Tórshavn, Anna Lützen, Tórshavn, Petur Simonsen, Tórshavn, Kristina Lützen, Klaksvík, Paulina Andreasen, Klaksvík, Karl Thomsen, Gøta, Gulak Jacobsen, Hvalba, Arne Jensen, Skúvoy, Sofus í Selvindi, Strendur, Jacob Thomsen, Sumba, og Jacobina Vang, Froðba Kelda: Myndaárbókin, árið ið fór 1974 Fyri 30 árum síðan: Prógv á Føroya Læraraskúla í 1974 HT3-næmingar. Aftara rað f.v.: Hallur Joensen, Klaksvík, Julius Biskupstø, Klaksvík, Ragnar Thomsen, Klaksvík, Rói Jacobsen, Jóannes Joensen, Klaksvík, Helgi Hvannastein, Haraldssund, og Ragnar Østerø Klaksvík Fremra rað f.v. Davina á Lava Sundskarð, Klaksvík, Mogens Petersen, Klaksvík, Hjalmar Andreasen, Eiði, Dan Martin Johannesen, Norðtoftir, Gunnleivur Biskupstø, Klaksvík, Jim á Horni, Fuglafjørður, og Bjarta Reginsdóttir av Húsabrúgv, Argir SIT-mæmingar, f.v. Signar Højgaard, Klaksvík, Rógvi Nolsøe Hansen, Tórshavn, Poul Jacob Poulsen, Kunoy, Ranvá undir Kletti, Tórshavn, Sunleiv Christiansen, Leirvík, Eyðun Thorgeirsson, Klaksvík, Justinus Heini Hansen, Saltangará, Jóhan Mikkjalsson Joensen, Klaksvík, Niels Joensen, Fuglafjørð, Einar Petersen, Fuglafjørð, Oddur Mohr Jacobsen, Fuglafjørð, Eyðinn Jacobsen, Haraldssund, Leif á Lava Petersen, Klaksvík, og Jóhan Petur Jacobsen, Tvøroyri Brúleyp Í dag, 2. juli, kl. 16.00 giftast í býráðssalinum í Havn Selma Rang- hamar og Jóannes Kjøl- bro. Veitsla verður fyri innbodnum á Hotel Føroyum kl. 19.00. Leygardagin 3. juli kl. 9.30 giftast í Býráðs- salinum í Havn Sirikit Hansen úr Leirvík og Eiler Jacobsen úr Havn. Brúdleypið verður á Hotel Føroyum fyri innbodnum. C M Y K 13 12