hósdagur 12. februar 2015síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. februar 2015
sosialurin 18
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
34
Eldraøkið er yvirtikið av kommununum 1.
januar 2015, og tí leita vit eftir einum
leiðara við røttum førleikum, sum kann
standa fyri at byggja upp ein stovn og at
virka fyri og tryggja neyðuga tænastu til
tey eldru í Suðuroynni. Starvið verður at
seta skjótast gjørligt.
Talan er um ein nýggjan stovn, har allar
kommunalar eindir viðvíkjandi eldrarøkt
og tænastum í Suðuroy verða savnaðar í
ein stovn. Tveir tænastuleiðarar, verða
partur av leiðslutoyminum, sum tú kemur
at hava ábyrgd fyri, ein fyri norður- og ein
fyri suðurøkið. Tænastuleiðararnir hava
ábyrgdina fyri eldratænastuni, hvør á
sínum øki, hetta merkir allar tænastur, ið
eru knýttar at bústovnum, heimatænastu,
sjúkrarøkt o.s.fr.
Leiðarin hevur ábyrgd av dagligu leiðsluni.
Leiðarin hevur ábyrgd av at seta og loysa
starvsfólk úr starvi og av starvsfólkarøkt.
Tað eru um 130 starvsfólk á økinum.
Leiðarin hevur yvirordnaða ábyrgd av
fíggjarstýring, lønar- og rakstrarbókhaldi,
við tilhoyrandi umsiting. Stovnurin kemur,
í tøttum samstarvi við Stýrið, at umsita
tænastur til tey eldru í Suðuroynni fyri
umleið 50 mió. kr. um árið.
Vit bjóða eitt spennandi starv við nógvum
avbjóðingum, har høvuðsdenturin liggur á
at skapa ein samanhangandi stovn,
motiveraði starvsfólk og nøgdar
móttakarar av tænastuni. Stýrið leggur
dent á góða fyriskipan og trygga
fíggjarstýring.
Leiðarin er skrivari fyri Stýrið fyri Bú- og
Heimatænastuna í Suðuroy.
Krøv til umsøkjara (royndir og førleikar)
• Okkara ynskir eru, at umsøkjarin hevur
• Royndir innan leiðslu og fyrisiting av
starvsfólki
• Royndir at skapa trivna og menning
millum starvsfólk
• Miðallanga útbúgving innan búskap og
fyrisiting
• Viðkomandi royndir innan fíggjar stýring
• Góðan kunnleika til lønarumsiting og
journal og KT
• Tað kann verða fyrimunur, um um søkj-
arin hevur vitan ella royndir innan
almenna umsiting
• Tað kann verða fyrimunur at hava
royndir innan heilsuøkið og vitan ella
útbúgving innan tænastur knýttar at
eldraøkinum
• Tað er umráðandi, at umsøkjarin hevur
góðar samstarvseginleikar, er semju-
søkjandi og dugir at samskipa og
motivera starvsfólk og skapa jaligar
arbeiðsumstøður.
Løn og setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála
millum KAF og avvarandi yrkisfelag.
Leiðarin hevur tilvísing til Stýrið fyri Bú og
Heimatænastuna í Suðuroy. Setanarøkið
fevnir um Suðuroynna, og tænastustaðurin
er í Vági.
Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og øðrum
viðkomandi skjølum skal sendast til:
Stýrið fyri Bú- og Heimatænastuna
í Suðuroy
Att.: Mikkjal Sørensen, stýrisformaður
Við á 8
950 Porkeri
ella til porkeri@porkeri.fo
Umsóknin við viðkomandi skjølum skal
verða okkum í hendi í seinasta lagi tann
17. februar 2015 kl. 12:00.
Starvið verður sett skjótast til ber.
Um tað ikki eru nóg nógvir skikkaðir
umsøkjarar til starvið, skilar Stýrið sær rætt
til at søkja av nýggjum, ella ongan at seta.
Um fleiri upplýsingar ynskjast, kann
ringjast til formannin fyri Stýrinum, Mikkjal
Sørensen, tlf. 254430.
Bú- og Heimatænastan í Suðuroy
Eitt spennandi og fjølbroytt starv sum ovasti leiðari
fyri eldraøkið í Suðuroy er leyst at søkja.
Søkt verður eftir leiðara
til Bú- og Heimatænastuna
í Suðuroy
Vísindastarv
á Fróðskaparsetri
Føroya
J. C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272
110 Tórshavn • www.setur.fo
Eitt vísindastarv í mýlalívfrøði er leyst at søkja
á Megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsu
vís indi. Talan er um lektarastarv ella adjunkt
starv treytað av førleika umsøkjarans. Starvið
verð ur sett 1. mai 2015 ella skjótast gjørligt.
Starvsøkið
Starvið fevnir um gransking, undirvísing og
fyri siting.
Starvslýsing
Sæst á www.setur.fo
Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próv
skjøl um, yvirlit yvir útbúgvingargongd og
arbeið s royndir umframt lýsing av gransk ing
ar áhuga málum og fram tíð ar ætlanum. Eisini
skal yvirlit yvir vísindaligu avrik um søkj ar ans
fylgja við, og í mesta lagi 5 vísindaavrik um
søkj ar ans skulu leggjast við umsóknini.
Umsóknir skulu skrivast á enskum og sendast
við telduposti til umsokn(at)setur.fo.
Freist
Umsóknarfreist er 23. februar 2015.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast hjá SveinOle Mikal sen,
SveinOM@setur.fo, professara í mýla lív frøði ,
ella hjá Hans Paula Joensen, hanspj(at)setur.fo,
dekani á Megindeildini fyri nátt úru vísindi og
heilsuvísindi. Upplýsingar um Fróð skap ar setur
Føroya eru at finna á www.setur.fo.