hósdagur 12. februar 2015síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. februar 2015
sosialurin 18
35
Tjaldurs Apotek • Postboks 3010 • 110 Tórshavn • www.apotek.fo
www.grafi kmaster.fo
APOTEKARI
TIL TJALDURS APOTEK
Starvið
Apotekarin er ovasti leiðari á Tjaldurs
Apoteki og hevur ábyrgdina av dagliga
rakstrinum og menningini av apo teki -
num. Apotekarin skal tryggja at
kund arnir fáa best møguliga tænastu, og
at tænasturnar á heilivágsøkinum
støðugt verða mentar í mun til tørvin í
samfelagnum. Harumframt skal
apo tek arin tryggja at bygnaður og góðska
eru í samsvari við nútíðar krøv. Tú verður
sjálv/ur í stóran mun við til at skapa
starvið, eins og at skipa menningina av
Tjaldurs Apotek frameftir.
Høvuðsuppgávurnar hjá apotekaranum
eru m.a. at:
verða ovasti leiðari á Tjaldurs Apoteki,
og at verða bindilið millum lands-
apotek aran, deildarleiðarar og
starvsfólk á Tjaldurs Apoteki
ráðgeva landsapotekaranum o.ø., og
vegleiða í spurningum innan heilivágs-
økið
hava ábyrgdina av at gera fíggjar ætl anir
fyri apotekið, og tryggja at hesar verða
hildnar gjøgnum eina skilagóða
raðfesting og stýring
fremja skilagott samstarv og samskifti
við landsapotekaran, hinar apotekarar-
nar, deildarleiðarar, starvsfólk og aðrar
áhugabólkar innan heilivágsøkið
tryggja at Tjaldurs Apotek hevur eitt
vælvirkandi leiðslutoymi, sum tekur
neyðugar avgerðir
ganga á odda, soleiðis at Tjaldurs
Apotek frameftir verður í fremstu røð í
øllum viðkomandi viðurskiftum innan
heilivágsøkið
Førleikakrøv
Krav til umsøkjaran: (smb. apoteks lógina
§7, stk 1 og 2).
Hevur staðið danskt farmaceutiskt
kandidatprógv ella líkt prógv, sum er
góð kent at lúka sáttmála við onnur lond.
Og í starvi frammanundan vorðin
skikkaður til at standa fyri rakstrinum av
apoteki.
Vit vænta okkum at tú m.a:
hevur leiðsluroyndir frá tí almenna og/
ella privata arbeiðsmarknaðinum
við tínum leiðsluhátti skapar góðan
trivnað og mennir deildarleiðarar,
starvs fólk og Tjaldurs Apotek sum heild
ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og
hevur góð evni og vilja til at samstarva
ert sjónlig/ur á Tjaldurs Apoteki og
dugir væl at lýsa sjónarmið fyri øðrum
ert strukturerað/ur, hevur skil fyri
fíggjarstýring og góð evni at taka
av gerðir, raðfesta og fremja ætlanir í
verki
hevur góð samskiftisevni í skrift og talu
hevur áhuga í og vitan um heilsuverkið
sum heild
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður lønt sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og Pharma-
danmark. Næsti fyrisetti er lands apo-
tekar in, og tann ið settur verður, skal
kunna tola broytingar í starvinum, bæði í
starvsinnihaldi og vavi.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um
starvið, kanst tú venda tær til Kjartan
Mohr, landsapotekara á tlf.: 355200 ella
við at senda ein teldupost til:
landsapotekarin@apotek.fo. Víst verður
eisini til heimasíðuna hjá Apoteks-
verkinum: www.apotek.fo.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. og øðrum
viðkomandi skjølum skal stílast til:
Landsapotekarin
Staravegur 15
Postrúm 3087
FO-110 Tórshavn
ella sendast við telduposti til:
landsapotekarin@apotek.fo.
Umsóknin skal verða landsapotekaranum
í hendi í seinasta lagi mánadagin 23. mars
2015 kl. 12:00. Ætlanin er, at starvið
verður sett frá 1. juni 2015, ella eftir
nærri avtalu.
Vit sóknast eftir einum nýskapandi og dugnaligum
apotekara at standa á odda fyri Tjaldurs Apoteki.
Tjaldurs Apotek er einasta apotek í Tórshavn og er eisini einasta apotek í Føroum, sum
framleiðir heilivág. Apotekið er harumframt sjúkrahúsapotek og veitir sjúkra húsunum
heilivág og tænastur. Umframt at selja heilivág selur apotekið ein hóp av merkivørum, bjóðar
heilsukanningar og skamtluting. Á Tjaldurs Apoteki starvast 89 fólk á 6 deildum/økjum.