Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-12, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. februar 2015 sosialurin 18 38 ítróttur Nakað síðani síðst Hilmar Jan Hansen S íðani farið var undir steypafinalurnar í flogbólti í 2000, hava TB og Dráttur spælt fimm finalur í part, og ta einu ferðina hava tey eisini spælt ímóti hvørjumøðrum. Tað var í 2004, tá TB vann 3-1. Tær fimm ferðirnar, TB-kvinn­ urnar hava verið í steypafinaluni, vóru fimm góð ár á rað frá 2002 til 2006, tá flogbólturin í Trongisvági veruliga hevði vind í seglunum, tí hesi árini vann TB eitt meistaraheiti og bleiv fýra ferðir steypavinnari. – Tá eg nú tók við sum spælandi venjari hjá TB, var tað júst fyri at fáa sett flogbóltin aftur á breddan, sigur Gudrid Nolsøe, sum við sín­um 33 árum og 60 landsdystum er nógv mest royndi spælarin, sum leygar­ dagin verður at síggja á vøllinum í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. – Hetta er okkara fyrsta steypa­ finala síðani 2006, so fólk eru sjálv­ andi spent. At vit so eisini eru odda­ lið í landskappingini, eigur at vera okk­ara fyrimunur, tí vit kunnu betur hvíla í tí, sum vit gera. Um vit fáa spælið at koyra, sum tað hevur gjørt í vetur, eigur tað at muna tann rætta vegin, tí tað hevur so riggað hjá okkum higartil. Tað kann bera til Mótstøðuliðið hjá TB í steypafinaluni hesaferð, Dráttur, hevur ikki somu hagtøl at vísa á, tá talan er um steypa­ sigrar, tí Dráttur hevur bara vunnið finaluna einaferð, sum var ímóti KÍF í 2007. Hinvegin hevur Dráttur meira javnt verið í finaluni, og síðst var í 2010, tá tað bleiv til tap fyri SÍ. – Nú høvdu vit eina aðalroynd ímóti TB-kvinnunum um vikuskiftið, tá tað eydnaðist okkum sum fyrsta lið í vetur at vinna á teimum, so vit eru sjálvandi sera uppsettar til leygar­ dagin, sigur Ruth Thomassen, ið er ein av fýra spælarum hjá Drátti, ið hava spælt á kvinnulandsliðnum. – Tá gekk tað ótrúliga gott hjá okkum, og hóast tað nokk ikki var besti dagurin hjá TB, so vísti tann dyst­urin, at tað saktans kann bera til hjá okkum. Vit skulu bara hava blokkin upp at koyra, tí tað er eitt av okk­ara sterkastu vápnum, umframt at servutrýstið eisini hevur nógv at siga. Men fyrst og fremst skulu vit hugsa um okkara egna spæl. Hoyrast og síggjast Tá talan er um steypafinalur, so síggja fólk óivað fyri sær nógvar litir og ein øgiligan gang, tí flogbóltsliðini hava gjarna við sær til Havnar ídnar og góðar fjepparar, ið bæði hoyrast og síggjast. – Okkara fjepparar plagdu at vera óførir, og hóast tað kanska ikki hevur verið so nógv um teir tey síðstu árini, eru teir raknaðir meira við í vetur. Tað kemst sjálvandi av, at tá úrslitini ganga rætta vegin, økist áhugin eisini tilsvarandi. Vit hava nógvar áskoðarar til heimadystirnar og mugu so bara vóna, at vit fáa lokkað nøkur við okkum til Havnar eis­ini, sigur Gudrid Nolsøe. Í mun til TB, so er felagið Dráttur kanska ikki líka kent fyri at hava teir nógvu áskoðararnar, men tað hava tey roynt at gjørt nakað við, nú liðið er komið í steypafinaluna. – Ja, spælararnir hava gingið hús úr húsi við pappírum, so tað kanska skal eydnast okkum at fáa eitt sindur av fólki við. Familjurnar hjá teimum yngru spælarunum eru óførar at stuðla, so vónandi koma at gera vart við okkum bæði á vøllinum og uttan­ fyri, sigur Ruth Thomassen. hilmarjan@sosialurin.fo Nr. Navn Hædd Aldur Leikpláss Landsdystir 1 Femja Mortensen 163 19 Libero 0 Føroyar 2 Marin Dimon 173 19 Diagonalur 0 Føroyar 3 Halldis Michelsen 169 14 Kantur 0 Føroyar 4 Rannvá í Heiðunum 177 20 Miðja 0 Føroyar 5 Bára H Jacobsen 176 21 Diagonalur/Kantur 3 Føroyar 6 Teresa magnussen 172 15 Kantur 0 Føroyar 7 Gunnvør Joensen 168 21 Hevari 0 Føroyar 8 Katrin Petersen 176 25 Miðja 9 Føroyar 9 Rebekka Magnussen 171 19 Kantur 0 Føroyar 10 Gudrid Nolsøe 176 33 Kantur 60 Føroyar 11 Sharon Holm 182 16 Miðja 0 Føroyar 13 Julia Mortensen 165 14 Hevari 0 Føroyar 14 Sofía Maria Ferjá 168 16 Libero 0 Føroyar 15 Sofía í Heiðunum 169 16 Diagonalur 0 Føroyar Nr. Navn Hædd Aldur Leikpláss Landsdystir 1 Joan Johannesen 173 16 Miðja 0 Føroyar 2 Helga Nordendal 184 39 Diagonaurl/Kantur 22 Føroyar 3 Sólgerð Henriksen 178 33 Diagonalur/Kantur 23 Føroyar 4 Kristina Mouritsen 168 16 Hevari 0 Føroyar 5 Petra Sunadóttir Hansen 178 15 Hevari 0 Føroyar 6 Ruth Thomassen 169 25 Kantur 14 Føroyar 7 Bettieyð Ellingsgaard 170 16 Miðja/Diagonalur 0 Føroyar 8 Anna Sunadóttir Hansen 180 16 Kantur 0 Føroyar 10 Herborg á Mýrini 176 34 Hevari/Diagonalur 12 Føroyar 11 Hildigunn Poulsen 182 18 Miðja 0 Føroyar 13 Barbara Herdalur Poulsen 170 17 Libero 0 Føroyar 15 Jórunn Elisdóttir Vang 178 16 Miðja 0 Føroyar DRÁTTUR VÁGA KOMMUNA KVINNUR Liðformaður: Sólgerð Henriksen Venjari: Ragnar í Haraldstovu Hjálparvenjari: Suni Hansen Fysioterapeutur: Gerda Nattestad Høvuðsstuðul: H-dygd, Sandavágs Timburhandil og Thorfinn Nielsen, el-inleggjari KVINNUR Liðformaður: Rebekka Magnussen Venjari: Gudrid Nolsøe Hjálparvenjari: Patrik Johannesen 2. Hjálparvenjari: Jón Johannesen Liðleiðari: Tórunn Holm Fysioterapeut: Marina Popovic Høvuðsstuðul: ALVAL TB TVØROYRI Kvinnufinalan TB og Dráttur spæla leygardagin steypafinalu fyri sættu ferð, men liðini hava ikki møtst í finaluni síðani 2006. Hjá bæði TB og Drátti eru allir spælararnir tøkir