hósdagur 12. februar 2015síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. februar 2015
sosialurin 18
39
Alt sum tað plagar
Hilmar Jan Hansen
T
riðja árið á rað møtast
ÍF og SÍ í steypafinaluni
leygardagin, so róliga
kann sigast, at alt er, sum
tað plagar at vera, tá talan er um
mansflogbóltin. Hetta eru ikki bara
tey bæði liðini, ið mest hevur verið at
sæð til í steypafinalunum, tí seinnu
árini hava tey eisini vunnið alt, sum
er at vinna.
ÍF hevur tilsamans vunnið níggju
meistaraheiti og sjey steypakappingar
og SÍ fýra meistaraheiti og fimm
steypakappingar, so onkursvegna
er steypafinalan hesaferð finalan
millum tvey lið, ið mynda mansflog
bóltin fram um nakran annan.
– Eg haldi, at hetta er tíggjunda
steypafinalan, sum eg spæli, men fyri
tað verður hendan einki øðrvísi enn
hinar, tí hvørja einastu ferð snýr tað
seg bara um eitt, og tað er at vinna.
SÍ er helst torførasta liðið, vit kunnu
spæla steypafinaluna ímóti, tí í vetur
hava vit tapt tríggjar ferðir fyri SÍ og
bara vunnið einaferð, sigur Bartal
Eliasen, ið meira enn nakar annar
man vera ímyndin av flogbóltinum
í Fuglafirði, umframt at hann við
árunum hevur spælt 51 dystir á
føroyska manslandsliðnum.
– Fyri okkara viðkomandi ræður
um at hava góðar servur og móttøkur.
Vit hava eitt gott lið við royndum
spælarum, ungum spælarum við
royndum og so nøkrum aftrat, og í
aldri eru níggju av okkara spælarum
22 ár ella yngri – og allir eru klárir til
finaluna. Vit plaga at leggja taktikkin
eftir okkara spæli, og er neyðugt at
laga seg eftir mótstøðuni, plagar
venjarin hjá okkum, Boban Ilic, at
vita, hvat skal gerast.
Ikki allir tøkir
Í Sørvági eru síðstu fyrireikingarnar
til steypafinaluna eisini um at vera
komnar undir land, men har er
støðan ikki tann sama sum hjá ÍF,
tá vit tosa um klárar spælarar, tí SÍ
hevur ikki ta breiddina tøka, sum
liðið onkuntíð hevur havt.
– Nakrir skaðar eru, umframt
at onkur er farin til skips, og eitt
nú var Johan Petur á Stongum so
óheppin at bekla longu í fyrsta bólti
í Fleyr-dystinum, so hann er helst
ivasamur. Eg skal ikki siga, at vit
hava eitt krúkkulið, tí talan er um
fínar spælarar, hóast vit ikki kunnu
mynstra til hesa finaluna við fullari
manning. Liðið hjá okkum er kanska
heldur eldri hesaferð, enn tað hevur
verið tað okkurt av hinum árunum,
men eg haldi, at vit hava eina fína
blanding. Vit blíva við at seta spæl
arar við, og serliga hjá teimum ungu
hevur flogbólturin í Sørvági tað gott,
sigur Ólavur Jensen, sum leygardagin
spælir sína sjeyndu steypafinalu
síðani 2005.
– Skulu vit gera nakað við ÍF aftur
hesaferð, ræður um at fáa blokkin at
koyra, og so ræður um at allir spæla
upp til sítt besta, tí fuglfirðingar
eru góðir. Vit leggja dent á at spæla
okkara egna spæl, og so er umráðani,
at allir tora at spæla dystin, tí tað
krevst, skulu vit hava eitt gott úrslit.
Hvussu er og ikki, so eru bæði
spælarar og fjepparar vanir við tað,
sum skal henda, tí hetta er sjeynda
ferðin, at ÍF og SÍ møtast í steypa
finaluni hjá monnum síðani fyrstu
ferðina í 2002. Fimm av ferðunum
hevur ÍF vunnið og tvær ferðir SÍ,
men sum bæði Bartal og Ólavur siga,
so kann alt henda í eini finalu.
hilmarjan@sosialurin.fo
Nr.
Navn
Hædd
Aldur
Leikpláss
Landsdystir
0
Margeir Toftegaard
179
20
Libero
0
Føroyar
1
Trygvi Hansen
196
20
Miðja
15
Føroyar
2
Ingálvur Eyðunsson Olsen
188
16
Kantur
0
Føroyar
3
Bárður Petersen
178
16
Kantur
0
Føroyar
4
Martin Nón
178
17
Hevari
0
Føroyar
5
Boban Ilic
192
40
Kantur
25
Bosnia & Herz
6
Bartal Eliasen
189
38
Hevari
51
Føroyar
8
Hjortur Eliasen
190
17
Kantur
0
Føroyar
9
Georg Jacobsen
180
18
Kantur
0
Føroyar
11
Bárður Jacobsen
189
22
Diagonalur
9
Føroyar
13
Jogvan Eli Fagraklett
185
19
Miðja
0
Føroyar
14
Brian Poulsen
194
41
Miðja
14
Føroyar
15
Tróndur Høgnason Hansen
186
17
Diagonalur
0
Føroyar
MENN
Liðformaður:
Bartal Eliasen
Venjari:
Boban Ilić
Hjálparvenjari:
Hans Toftegaard
Fysioterapeut:
Álvur Hansen
Liðleiðari:
Jan Áki Olsen
Høvuðsstuðul:
Havsbrún, Norðoya
Sparikassi, Framherji
North Pelagic
MENN
Liðformaður:
Ólavur Jensen
Venjari:
Kristian Mikkelsen
Hjálparvenjari:
Kaj á Stongum
2. Hjálparvenjari:
Jørgen Niclasen
Høvuðsstuðul:
Intersport
Thomas Dam Ítróttur
SÍ SØRVÁGUR
Nr.
Navn
Hædd
Aldur
Leikpláss
Landsdystir
1
Oskar í Haraldstovu
187
15
Diagonalur
3
Føroyar
2
Jacob Melchior Hansen
173
22
Miðja/Libero
0
Føroyar
3
Ólavur Jensen
173
30
Hevari
26
Føroyar
4
Teitur Anderson
173
17
Libero
0
Føroyar
5
Jóhan Petur á Stongum
174
29
Kant/Libero
70
Føroyar
6
Kári Mikkelsen
180
29
Kant/Libero
0
Føroyar
7
Jón Falkvard
187
34
Miðja
12
Føroyar
8
Kasper Lorenzen
195
19
Miðja
0
Føroyar
9
Jón Joensen
184
30
Kantur/Diagonalur 40
Føroyar
10
Rajko Petrovic
201
42
Miðja/Diagonalur
0
Serbia
11
John Olivar Edvardsson
192
19
Kantur/Diagonalur 0
Føroyar
12
Rúni Christiansen
185
18
Miðja
0
Føroyar
13
Jón Nielsen
193
34
Kantur/Diagonalur 0
Føroyar
14
Sonni Zachariasen
169
24
Hevari
0
Føroyar
ÍF FUGLAFJØRÐUR
Mansfinalan Síðstu sjey árini hava ÍF og SÍ verið dominerandi feløgini í føroyskum mans
flogbólti, og er hetta somuleiðis sjeynda árið á rað, at ÍF og SÍ spæla steypafinalu hjá monnum